Ella Arge 90 ár

Tórsdagin 11. august verður Ella Arge, Tórshavn, 90 ár.

Hon varð fødd í Vági - foreldur hennara vóru Elisabeth, ættað Porkeri, og Símun Vilhelm - Símun á Tjørn  ið var úr Vági. Elisabeth og Símun áttu trý børn, Thom, Johanna og Ella, harav bert Ella er eftir á lívi.

Ella vaks upp í Vági, og flutti seinni til Havnar, har hom møtti Oscar Arge, ið hon giftist við. Tey fingu sonin Símun. Ella og Oscar vóru fryntlig fólk, vóru altíð fyrikomandi og hjartalig, og mangur man gjøgnum árini hava notið gott av ovurstóra blíðskapi teirra. Tey vóru kend víða um í Føroyum, og teirra lætta lyndi smittaði av, har tey vóru. Ella bleiv einkja fyri umleið tríati árum síðan.

Síðan møtti hon Vagn, ið hon hevur livað eitt ríkt lív saman við, og hava tey tikið lut í mongum felagslívi. Teirra hurð er altíð opin, og blíðskapurin er sum hann altíð hevur verið. Nú heilsan hjá er er farin at bila, er hann ein stór hjálp hjá tær, og tað vil eg takka honum fyri.

Ella hevur altíð havt stóran tokka til børn, tað hava vit notið gott av, og hava nógv at takka mostur fyri. Og minnast vit systrar aftur á allar tær frálíku summarferiurnar, ið vit vóru hjá henni. Vit komu næstan hálvdeyðar av sjóverki norður við gamla Smyrli, tá tók tað ikki bert tveir tímar sum nú, men ein heilan dag.

Ella eigur tvey ommubørn, og tvey langommubørn, ið eru henni til stóra gleði.

Mostur góða, við míni hjartans tøkk fyri alt, ið tú hevur verið fyri meg og míni, ynski eg tær hjartaliga tillukku við 90 ára degnum. Má Harrin signa teg framyvir, og geva tær eitt friðsælt lívskvøld, nú sólin lækkar, og bert vesturskinið er eftir á longu lívsleiðini.

Bestu heilsanir

Marlena við familju