- Vit vórðu spurdir, um vit kundu góðtaka eina treytaleysa umbering, og tað søgdu vit gott fyri, sigur Kaj Leo Johannesen.
Løgmaður hevur ábyrgd av sínum landsstýrismonnum og hevði ivaleyst fleiri møguleikar í hesum málinum. Annar møguleikin var, at Jógvan við Keldu fór frá sum landsstýrismaður. Hetta gjørdist ikki veruleiki, tí Jógvan við Keldu er sum kunnugt komin við treytaleysari umbering til hjúnini Rapa, og hana hevur løgmaður góðtikið. Kaj Leo Johannesen heldur, at løgmaður eftir umstøðunum gjørdi rætt.
Ov ógvusligt at koyra mannin heim
- Undir verandi umstøðum haldi eg, at løgmaður gjørdi rætt. At ein landsstýrismaður úttalar seg skeivt til fjølmiðlarnar og verður koyrdur heim er ov ógvusligt, sigur Kaj Leo Johannesen.
Johan Dahl hjá Sambandsflokkinum noyddist í fjør at fara frá sum landsstýrismaður. Nógvar ákoyringar vóru, og at enda fór Johan Dahl, men hann fór ikki frá vegna skeivar ella óhepnar viðmerkingar til fjølmiðlarnar. Kaj Leo Johannesen heldur ikki, at hesi bæði málini kunnu samanberast.
Onki við Johan Dahl at gera
- Hetta hevur onki við Johan Dahl at gera. Eg vil slett ikki samanbera hesi bæði tingini. Vit góðtaka umberingina hjá Jógvani við Keldu. Tað fer onki av manninum, um hann kemur við einari umbering. Heldur hinvegin. Tað er rós vert, at Jógvan við Keldu umberir seg fyri Rapa-hjúnunum, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
Málið er avgreitt
Kaj Leo Johannesen væntar ikki, at tað koma nógv at slíkum úttalilsum afturat, tá tað kemur til útlendingamál. Sambandsformaðurin heldur, at viðmerkingarnar hava ikki verið smidligar higartil.
Sambandsflokkurin ger tískil ikki meira við málið um Jógvan við Keldu, og løgmaður hevur eisini avgreitt málið.
--
Myndatekstur: Tað er rós vert, at Jógvan við Keldu umberir seg fyri Rapa-hjúnunum, sigur Kaj Leo Johannesen. Jógvan við Keldu undraðist í Degi og Viku fríggjakvøldið á, hví hjúnini yvirhøvur vóru sloppin inn á læraraskúlan
Mynd: Jens Kr. Vang