Tidende, at tað er ringt at fáa eyga á nakra framgongd í danska búskapinum í ár. Hinvegin fáa danir meiri pengar at brúka í ár, og hann roknar við, at teir fara at brúka nakað av pengunum, og at tann veksandi [...] amerikanski dollarin kemur donsku útflutningsfyritøkunum illa við, og tí roknar vinnuráðið við, at uppaftur fleiri fara at missa arbeiðið teir næstu mánaðarnar. Í summar kemur kanska ein bati, sigur vinnuráðið [...] Arbeiðsloysið í Danmarks veksur framvegis, og tey seinastu tølini vísa, at um ársskiftið høvdu 6,6 prosent av teimum arbeiðstøku einki arbeiði. So stórt hevur arbeiðsloysið ikki verið í hálvt sætta ár
bindicafé. Sagt verður, at hetta er ein roynd at hittast á ein heldur óvanligan hátt við stokkum. Ung og eldri fáa møguleika at hittast til hugna og samveru í einum nútíðar forum at fáa hugskot innan binding [...] okkara tíð er ikki neyðugt at duga at binda. Hóast hetta hava stokkarnir ikki verið nøkur óvanlig sjón í Føroyum seinnu árini, og Gallerí Jinx í Havn fara tey nú fyri aðru ferð at royna seg við sonevndari [...] binding. Vónin er sjálvandi eisini, at nýhugsan innan binding sprettur úr hesum tiltaki. At hittast til Bindicafé er eitt rák, sum er vorðið alsamt meira vanligt í londunum kring okkum, og á Gallerí Jinx
Fyrradagin segði hann í Undirhúsinum, at hann kennir seg noyddan at hugsa um trygdina hjá bretska fólkinum fyrst. Hann lovaði, at stjórnin fer at broyta lógina, men at tey, sum eru varðhaldsfongslað sambært [...] Bretlandi hevur staðfest, at partar av teirri serligu yvirgangslógini eru í stríð við altjóða reglur. Serliga vísti rætturin á, at tann lógargreinin, sum heimilar myndugleikunum at varðhaldsfongsla útlendingar [...] varðhald, tí illgruni er um, at teir hava tilknýti til yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda. Ellivu teirra sita framvegis í varðhaldi, men enn hava myndugleikarnir ikki prógvað, at teir hava gjørt nakað ólógligt
ætlar stjórnin at gera nakað fyri at bøta um støðuna. Sunnudagin segði John Howard, forsætisráðharri, at politikararnir eru noyddir at seta ein part av manarættindunum til viks fyri at hjálpa upprunafólkinum [...] upprunafólkinum. Eitt nú ætlar stjórnin at seta upprunafólkinum krøv fyri at lata teimum almannaveitingar, samstundis sum umhugsað verður at banna allari rúsdrekkasølu teirra millum. Viðurskiftini ímillum upp [...] Í Avstralia hava teir politisku myndugleikarnir at skipa fyri fleiri tiltøkum, sum skulu bjarga upprunafólkinum, aborginarunum. Nógvir aborginarar liva undir sera trongum korum. Arbeiðsloysið teirra millum
farin at halla. Verttíðin plagar at vera frá síðst í mars ella fyrst í apríl og fram til síðst í mai ella fyrst í juni. Fiskaríið plagar at taka seg upp vestanfyri Írland, og so plaga skipini at fylgja [...] umleið 1500 tons. Sagt verður, at tað er ikki nógv at síggja. Í gjárkvøldið fóru teir at leita. Í morgun skutu teir trolið norðanfyri Føroyar. Veðrið er gott, og tað er lítið at síggja. [...] svartkjaftinum norður um Føroyar. Soleiðis tykist tað eisini at vera í ár. Norðborg kom í gjárkvøldið á Fuglafjørð. Farið var beinanvegin undir at landa. Teir høvdu knappliga fulla last. Christian í Grótinum
Hann heldur, at munurin helst er tann, at teir tora ikki at spæla bólt í fyrra hálvleiki, men at teir so í seinna hálvleiki veruliga loysa upp fyri spælinum. - Tað er kanska keðiligt, at vit ikki byrja [...] seinni, sigur Rógvi smílandi, hóast hann iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa meiri burtur úr dystinum. - Tað er ein súr kensla eg standi eftir við, at vit ikki fingu meiri burtur úr, sigur Rógvi, ið tó [...] - Tað var bara at pota hann inn, tí hann lá á linjuni, sigur Rógvi Jacobsen, sum ikki ivaðist eina løtu í, hvat hann skuldi gera við innleggið frá Súna Olsen. Rógvi Jacobsen ásannar, at munurin á fyrra
HM-endaspælinum, at Pólland fór at koma til hálvfinalurnar, so høvdu tað helst vera mong, sum smílandi høvdu rist við høvdinum. Pólland var stutt og greitt ikki mett at vera nóg gott at røkka til hálvfinalurnar [...] vertunum úr Týsklandi, og her var ikki mett, at Pólland fór at klára at standa ímóti týska trýstinum, men í hesum dystinum vísti Pólland fyri fyrstu ferð, at teir kunnu klára seg ímóti teimum bestu. Teir [...] løgdu teir líka í. Frá fyrsta dysti hava teir víst, at teir veruliga hoyra heima í tí fínasta selskapinum. Í innleiðandi bólkinum løgdu teir út við at vinna trygt á bæði Brasiliga og Argentina. Í síðsta
fyri at hava beint fyri túsundtals irakum. Í sambandi við rættarmálið hevur irakska stjórnin sett deyðarevsing í gildi, og lítið er at ivast í, at tað er gjørt fyri at geva dómstólinum heimild til at døma [...] Hann ásannaði kortini, at tað eru irakar, sum eiga avgerðina í málinum. Franska stjórnin hevur somuleiðis gjørt greitt, at eftir hennara tykki eigur tann gamli einaræðisharrin ikki at verða dømdur til deyða [...] døma Saddam til deyða. Men hesum eru fleiri lond ímóti. Bretland, sum var við til at koyra Saddam Hussein frá, er ímóti, at hann verður dømdur til deyða. -Vit eru ímóti deyðarevsing, og í hesum førinum hava
Myndugleikarnir í meksiko bera ótta fyri, at yvirgangsmenn fara at søkja at landsins oljupallum, og tí hevur stjórnin sett tvey herskip afturat at ansa eftir, at óviðkomandi før ikki sleppa ov nær pallunum [...] Campeche-víkina at hava eftirlit við ferðsluni har. Ein stórur partur av meksikonsku oljuni fer til amerikanska marknaðin, og tí bera myndugleikarnir ótta fyri, at yvirgangsmenn fara at royna at steðga útf [...] pallum í Campeche-víkini við Meksikanska Flógvan, og eftirlitið har er hert munandi síðani atsóknirnar at USA fyri skjótt trimum árum síðani. Fleiri herskip sigla í økinum, og harafturat eru jagaraflogfør
stjórnin við einum uppskoti um at lækka avgjøldini á brennivíni heili 40 prosent frá 1. januar næsta ár. Tað fer millum annað at hava við sær, at ein fløska av vanligum vodka fer at kosta 146 svenskar krónur [...] Aftonbladet. Uppskotið um at lækka avgjøldini á brennivíni skal nú fyri eina serliga nevnd, men stjórnin hevur samstundis mælt nevndini til at kanna, um aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka. Í dag eru [...] fyrr enn tey fylla 20. Nú verður tosað um at hækka aldursmarkið á skeinkingarstøðunum, so tað eisini verður 20. Endamálið við at hava eitt og sama aldursmark er at tálma teirri veksandi rúsdrekkamisnýtsluni