Blair vil ikki slaka

Bretski forsætisráðharrin sýtir fyri at fylgja einari støðutakan hjá hægstarætti um fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgang. Ístaðin fyri skal lógin broytast eitt sindur

Hægstirættur í Bretlandi hevur staðfest, at partar av teirri serligu yvirgangslógini eru í stríð við altjóða reglur. Serliga vísti rætturin á, at tann lógargreinin, sum heimilar myndugleikunum at varðhaldsfongsla útlendingar í óásetta tíð, stríðir ímóti altjóða reglunum um mannarættindi.

Men Tony Blair, forsætisráðhari, vil ikki slaka. Fyrradagin segði hann í Undirhúsinum, at hann kennir seg noyddan at hugsa um trygdina hjá bretska fólkinum fyrst. Hann lovaði, at stjórnin fer at broyta lógina, men at tey, sum eru varðhaldsfongslað sambært yvirgangslógini, verða ikki latin leys.

Síðani lógin kom í gildi í fjør, hava bretsku myndugleikarnir sett 17 útlendingar í varðhald, tí illgruni er um, at teir hava tilknýti til yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda. Ellivu teirra sita framvegis í varðhaldi, men enn hava myndugleikarnir ikki prógvað, at teir hava gjørt nakað ólógligt, skrivar Reuters.