Bindifestivalurin verður 16. - 18. apríl

Komandi ár verður skipað fyri Bindifestivali í Fuglafirði í døgunum 16. - 18. apríl 2026

Bindifestivalurin verður á altjóða støði við siðbundnum og topp aktuellum áhugamálum.

 

- Vit skapa karmar og møguleikar, sum føroyskar og útlendskar kvinnur trívast í. Eitt vikuskifti við nógvum valmøguleikum, Bæði handaligum og andaligum, siga fyrireikararnir. 

 

Bindifestivalurin hevur verið hildin á várið í Fuglafirði síðani 2014.