Marianna B. Egholm fær 25.000 krónur í stuðli

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði hevur gjørt av at lata Marionnu Beritardóttir Egholm 25.000 krónur í stuðli til hennara lestur á Designskúlanum í Kolding, har hon lesur tekstildesign á bachelorstigi.

Undirvísingin er innan arbeiðsøkini prent, veving og binding.

 

Marianna Beritardóttir Egholm leggur dent á at arbeiða við burðardyggari menning og endurnýtslu av tekstilum. Higartil í skúlagongdini hevur hon m.a. varpað ljós á, hvussu plantur kunnu nýtast til plantuliting og at plantur kunnu vevast inn í tilfarið.

 

Endamálið er at vísa, hvussu vit í felag kunnu nýta tilfar frá nærumhvørvinum, við støði í okkara tekstilu siðvenjum, til at skapa nýggj tekstilir ella klædnapløgg, sum vit brúka í gerandisdegnum, umframt at brúka tilfarið til at skapa list.

 

Hon hevur eisini stóran áhuga fyri ull og viðgerð av ull og fyri siðbundnum handarbeiði – hvussu vit varðveita hetta og samstundis menna mentanarligir siðir.

 

 

Minnisgrunnur Sonnu av Skarði

 

Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna “Minnisgrunn Sonnu av Skarði”.

 

Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.