Týsdagin verður sokallað bindicafé á Gallerí Jinx við Áarvegin
Í okkara tíð er ikki neyðugt at duga at binda. Hóast hetta hava stokkarnir ikki verið nøkur óvanlig sjón í Føroyum seinnu árini, og Gallerí Jinx í Havn fara tey nú fyri aðru ferð at royna seg við sonevndari bindicafé.
Sagt verður, at hetta er ein roynd at hittast á ein heldur óvanligan hátt við stokkum. Ung og eldri fáa møguleika at hittast til hugna og samveru í einum nútíðar forum at fáa hugskot innan binding. Vónin er sjálvandi eisini, at nýhugsan innan binding sprettur úr hesum tiltaki.
At hittast til Bindicafé er eitt rák, sum er vorðið alsamt meira vanligt í londunum kring okkum, og á Gallerí Jinx verður tað hesaferð Ása Hátún, sum fer at siga frá føoyska sjallinum.