Mánadagin kom svenska stjórnin við einum uppskoti um at lækka avgjøldini á brennivíni heili 40 prosent frá 1. januar næsta ár. Tað fer millum annað at hava við sær, at ein fløska av vanligum vodka fer at kosta 146 svenskar krónur ístaðin fyri 206 krónur sum í dag, skrivar Aftonbladet.
Uppskotið um at lækka avgjøldini á brennivíni skal nú fyri eina serliga nevnd, men stjórnin hevur samstundis mælt nevndini til at kanna, um aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka. Í dag eru tvey aldursmørk í Svøríki. Á skeinkingarstøðum kunnu fólk keypa rúsdrekka, tá tey eru 18, men í einkarsøluni kunnu tey ikki keypa, fyrr enn tey fylla 20. Nú verður tosað um at hækka aldursmarkið á skeinkingarstøðunum, so tað eisini verður 20.
Endamálið við at hava eitt og sama aldursmark er at tálma teirri veksandi rúsdrekkamisnýtsluni.










