Serdómstólurin í Irak hevur ákært fyrrverandi einaræðisharran Saddam Hussein fyri krígsbrotsverk og fyri at hava beint fyri túsundtals irakum. Í sambandi við rættarmálið hevur irakska stjórnin sett deyðarevsing í gildi, og lítið er at ivast í, at tað er gjørt fyri at geva dómstólinum heimild til at døma Saddam til deyða.
Men hesum eru fleiri lond ímóti. Bretland, sum var við til at koyra Saddam Hussein frá, er ímóti, at hann verður dømdur til deyða.
-Vit eru ímóti deyðarevsing, og í hesum førinum hava vit boðað iraksku stjórnini frá støðu okkara, segði ein talsmaður hjá Tony Blair, forsætisráðharra í gjár. Hann ásannaði kortini, at tað eru irakar, sum eiga avgerðina í málinum.
Franska stjórnin hevur somuleiðis gjørt greitt, at eftir hennara tykki eigur tann gamli einaræðisharrin ikki at verða dømdur til deyða.