Teir leita eftir svartkjafti norðanfyri

Norðborg hevur í dag landað svartkjaftalast á Fuglafirði, og Christian í Grótinum hevur leitað norðanfyri Svartkjaftatíðin er so smátt farin at halla. Verttíðin plagar at vera frá síðst í mars ella fyrst í apríl og fram til síðst í mai ella fyrst í juni. Fiskaríið plagar at taka seg upp vestanfyri Írland, og so plaga skipini at fylgja svartkjaftinum norður um Føroyar. Soleiðis tykist tað eisini at vera í ár.

Norðborg kom í gjárkvøldið á Fuglafjørð. Farið var beinanvegin undir at landa. Teir høvdu knappliga fulla last.

Christian í Grótinum fór nýggjan túr mánadagin. Í gjár høvdu teir fingið umleið 1500 tons. Sagt verður, at tað er ikki nógv at síggja. Í gjárkvøldið fóru teir at leita. Í morgun skutu teir trolið norðanfyri Føroyar. Veðrið er gott, og tað er lítið at síggja.