Pólland hevur tikið øll á bóli

Pólland hevur tikið øll á bóli í HM-endaspælinum hjá monnum. Teir vóru væntaðir at koma víðari til millumspælið, men at teir skuldu koma allan vegin til hálvfinaluna høvdu bert tey mest bjartskygdu væntað

Hevði nakar sagt undan HM-endaspælinum, at Pólland fór at koma til hálvfinalurnar, so høvdu tað helst vera mong, sum smílandi høvdu rist við høvdinum. Pólland var stutt og greitt ikki mett at vera nóg gott at røkka til hálvfinalurnar, men hetta løgdu teir líka í.
Frá fyrsta dysti hava teir víst, at teir veruliga hoyra heima í tí fínasta selskapinum. Í innleiðandi bólkinum løgdu teir út við at vinna trygt á bæði Brasiliga og Argentina. Í síðsta innleiðandi dystinum skuldu teir møta vertunum úr Týsklandi, og her var ikki mett, at Pólland fór at klára at standa ímóti týska trýstinum, men í hesum dystinum vísti Pólland fyri fyrstu ferð, at teir kunnu klára seg ímóti teimum bestu. Teir vunnu nevniliga dystin frammanfyri týskum áskoðarum í túsundaali, og sosatt vunnu teir sín innleiðandi bólk.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Pólland vann sítt millumumfar
Í fyrsta dystinum í millumumfarinum tapti Pólland sín fyrsta og higartil einasta dyst í endaspælinum. Í dystinum ímóti fronsku evropameistarunum fingu pólverjarnir veruliga oyruni í maskinuna, og teir blivu stutt sagt avbukaðir. Í næsta dystinum vunnu teir tepurt á Íslandi, og so vóru teir komnir í gongd. Síðstu tveir dystirnar í millumumfarinum vóru ímóti ávikavist Tunesia og Slovenia, og hesar báðar dystirnar vunnu póllendingar uttan stórvegis hóvasták. Sostatt slapp Pólland víðari úr millumumfarinum, sum vinnari av bólkinum, og nú bíðaði Russland í fjórðingsfinaluni.
Hesin dysturin gjørdist sera javnur og spennandi. Í fyrra hálvleiki førdi Póllandi fleiri ferðir rættiliga sannførandi, men hvørja ferð megnaðu russar at koma inn aftur í dystin. Í seinna hálvleiki kom tó rættiligur spenningur í dystin, og at enda gjørdist munurin bara tað eina málið í millum liðini. Pólland hevði tó vunnið, og so vóru teir klárir til hálvfinalurnar.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sera gott lið
Pólland er samansett av nøkrum sera góðum og evnaríkum leikarum. Serliga ein teirra hevur spælt sera væl í HM-endaspælinum. Her er talan um vinstra bakkin Karol Bielecki, sum spælir í týska felagnum, Magdeburg. Hann er 202 cm langur, og sleppur hann fyrst upp at hanga frammanfyri verjuna, so er hann næstan ómøguligar at steðga.
Málverjin, Slawomir Szmal, er eisini eitt av mest týðandi vápnunum hjá Póllandi, og í fjórðingsfinaluni ímóti Russlandi tók hann ikki færri enn fimm brotskøst, og sostatt gjørdist hann hetjan hjá Póllandi.
Trupulleikin hjá Póllandi er breiddin. Teir hava ikki so nógvar leikarar at taka av, sum onkur av hinum londum, og í longdini kann hetta koma at kosta. Higartil hava teir klára seg, og nú er spurningurin, um Pólland megnar at fara allan vegin.