Í Avstralia hava teir politisku myndugleikarnir at skipa fyri fleiri tiltøkum, sum skulu bjarga upprunafólkinum, aborginarunum.
Nógvir aborginarar liva undir sera trongum korum. Arbeiðsloysið teirra millum er ovurstórt, og rúsdrekkamisnýtsla er ein stórur trupulleiki. Men nú ætlar stjórnin at gera nakað fyri at bøta um støðuna. Sunnudagin segði John Howard, forsætisráðharri, at politikararnir eru noyddir at seta ein part av manarættindunum til viks fyri at hjálpa upprunafólkinum. Eitt nú ætlar stjórnin at seta upprunafólkinum krøv fyri at lata teimum almannaveitingar, samstundis sum umhugsað verður at banna allari rúsdrekkasølu teirra millum.
Viðurskiftini ímillum upprunafólkið og tey hvítu eru vorðin spent, eftir at ein upprunamaður doyði, meðan hann var í varðhaldi hjá løgregluni í síðstu viku. Tilburðurin fekk øði í upprunafólk, sum settu eld á eina løgreglustøð í North Queensland, skrivar Reuters.










