Arbeiðsloysið veksur

Talið á arbeiðsleysum veksur skjótt í Danmark. Í februar mistu næstan 5.000 danir arbeiði, og seinasta mánaðarskiftið høvdu 159.500 danir einki arbeiði. Tað svarar til 5,7 prosent av donsku arbeiðsmegini, og so stórt hevur arbeiðsloysið ikki verið seinastu fýra árini.
Danska stjórnin hevði væntað, at arbeiðsloysið fór at veksa, men vøksturin hevur verið størri enn mett. Samanborið við februar í fjør eru 22.000 fleiri danir arbeiðsleysir í dag. Hagtølini vísa, at tað eru serliga akademikarar, fólk í byggivinnuni og fólk við KT-útbúgving, sum einki arbeiði hava.
Danskir búskaparfrøðingar eru ikki heilt samdir um, hví gongdin er, sum hon er, men teir tykjast harafturímóti á einum máli um, at arbeiðsloysið fer at veksa uppaftur meiri teir næstu mánaðarnar. Teir vísa á, at veksandi arbeiðsloysi skerjir ta privatu nýtsluna, og tað fer at ávirka danska búskapin.