hjálp; at upplýsa og fyribyrgja kynsligum ágangi, og at vegleiða og hjálpa teimum, ið hava verið úti fyri slíkum ágangi, næstringum og børnum teirra. Endamálið er eisini at gera tey før fyri at liva eitt lív [...] Havn: Hvørt ár fáa tey í fyritøkuni ein hóp av jólakortum og gávum frá viðskiftafólki og sambondum sínum. Og tey hava sjálvi gjørt tað sama. Inntil í ár. - Vit hava hesa ferð tikið avgerð um at gera tað [...] felagsskapirnar KRIS og Barnabata. Fyrri felagsskapurin arbeiðir við at upplýsa, fyribyrgja og vegleiða um kynsliga misnýtslu, meðan hin hevur stovnað eina ráðgeving fyri ung við heitinum “Tú og eg”. - Starvsfólkini
reglur og ábyrgd skulu haldast. Fyri einhvønn prís og uttan politiskar rossahandlar. Annars rýkur júst rættartrygdin og anarki valdar. Tey sum hava ábyrgdina av rættartrygdini eru landsstýrismaðurin og hansara [...] hansara fyrisiting, og ovast løgmaður og hansara fyrisiting. Er nakað skeivt farið fram, má ábyrgdin staðfestast og avleiðingar takast. Er ikki álit á hesi skipan eigur løgtingið beinanvegin at seta misálit [...] fyri, at ein fullfíggjað frágreiðing kemur um málið, og tástaðni kann metast um, hvørt nakað skeivt er farið fram, og um so er, hvør hevur ábyrgd og hvørjar avleiðingar skulu takast. At gjørt nakað sum
vanliga 2 til 3 mánaðir umborð, og einar tvær til tríggjar vikur heima. Og fiskiskapurin gekk væl, sera væl, og í fleiri ár var »Golden Alaska« fremsta skipið til fiskiskap og úrtøku. Í 1988 hevði ein norsk [...] hevur lítla og onga skúlagongd og arbeiddi sum trolmaður umborð fiskiskipum, áðrenn hann byrðaði sítt imperium í USA við at keypa sær ein lítlan bát, ið síðani blivu til tveir og so fleiri og fleiri. Men [...] sítt peningaveldi í Seattle í USA. Og Petter Aune kemur eisini úr Molde og kom í samband við Røkke í 1983. ? Eg flutti yvir til Seattle fyri at kanna umstøðurnar har, og úrslitið bleiv eitt áralangd uppihald
gott samskifti og arbeiðslag millum starvsfólk, nevnd og aðrar áhugapartar. Íverksetaraumhvørvið fær meira umrøðu nú enn fyri bert fáum árum síðani. Hetta er sera gleðiligt og merkir, at vit og onnur sum arbeiða [...] føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan, umframt at skipa fyri tiltøkum og hýsa íverksetarum. Arbeitt verður áhaldandi við at menna tænasturnar hjá Íverksetarahúsinum, og at skapa ein góðan trivnað [...] skapa áhuga og góða umrøðu millum føroyskar íverksetarar, soleiðis at fleiri venda sær til okkara um ráð og at leiga arbeiðsstað. Fysisku karmarnir hjá Íverksetarahúsinum eru vorðnir nógv betri, og Klaksvíkar
á jørðini og als ikki sendistovuligt. Tað var ræst kjøt í gassgrýtu, eplir og røtur. Deiliga bygdasligt. Og eftirsum at tað var so super og niðuri á jørðini og bara vit saman og ‘bonding’ og sang, so hevur [...] ymsar virkis-mentanir buldra saman og so gera leiðslur alt í millum himmal og jørð fyri at sjóða saman hesar andsligu munir við ‘team-building’ og vónandi skapa ein nýggjan og sterkari felags virkis-kultur [...] sera ymiskar mentanir settar saman í einum húsi, og tá tað kemur til veitslur, so eru vit als ikki lík. Team85 mentaliteturin er meira guitar og sang og øl og snaps-balling, meðan vit á Reproz eru meira til
bera sangleikinum, og her er ein úrdráttur av tí, hann skrivaði: » Tað er ein løgin og sera torfør uppgáva at skriva um sangleikin "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið". Fyrst og fremst tí nakrar hendingar [...] hyggjarar og lurtarar (og ikki minst ummælarar) kenna seg hjálparleysar at lýsa sangleikin og hvørja einstaka umboðandi listagrein til fulnar. Tó sita vit eftir við eini heildaruppliving, og tað er hana [...] vrakaður, seldur og settur í fangahús. Við eygunum vendum samstundis móti idealunum og veruleikanum vann hann á vónloysi og mótgongd. Jú, dreymurin gjørdist av sonnum veruleiki, bæði fyri Jósefi og fyri okkum
foreldur, og tú kendi tey starvsfólk í Danmark, sum dagliga vóru um tey. Tú vart føroyingur og kendi til føroysk viðurskifti. Tí vart tú mangan góð at heita á og til stóra hjálp fyri felagið Javna. Og vit minnast [...] ikki Hilmer og børnini vóru, sum tey vóru, hjartalig og blíð eins og Hella sjálv. Og øll skiltu tey føroyskt, so tá føroyingar vitjaðu, varð bara tosað føroyskt. Dóttirin er nú gift í Noregi og eigur tvey [...] ára føðingardegnum tann 27. juni, og vit biðja um Harrans signing yvir teg og tíni og tað arbeiðið, tú gert. Trúgv hava tit verið, tú og Hilmer, at vitja henda veg, og vit vænta eisini at síggja tykkum
at tey ikki sleppa út í fríska luft. Og starvsfólk sum renna skjótari og skjótari og kenna á sær, at tey ikki hava møguleika at geva eina fullgóða umsorgan, røkt og viðgerð. Seinastu árini hevur fokus í [...] hugnaligum og tryggum umstøðum til gaman og álvara. Triðja stigið var at keypa gomlu Marinustøðina, so hon kundi umbyggjast og innrættast til røktarheim. Hesum arbeiði stóð næsta býráðið fyri, og burturúr [...] var rætt og slætt ikki ført fyri einsamalt at lúka hesar og aðrar uppgávur av sama slag úti um landið. Landið og kommunurnar hava tí í felag útint hesa uppgávu. 1.januar í fjør varð so uppgávan og ábyrgdin
við arbeiðsmarknaðin, og tí er tykkara uppgáva so týdningarmikil. Eins og Dugni er kærleikskúlan rund og rúmlig. Skapið og tilfarið bera við sær avbjóðingar, men við hugflogi og skapanarevnum ber til at [...] hvørjum ári sum jólaprýði - og hjá summum sum pynt alt árið. Landsstýrismaðurin vísti á, at kúlan er ein karmur, sum bæði er øðrvísi og munandi minni enn tey lørift og rúm, sum listafólkini eru von at brúka [...] karmin so væl og ymiskt, at tað hvørt ár er eitt serstakt og fullfíggjað lítið listarverk, sum vit sleppa at uppliva. - Tey, sum samla upp á kærleikskúluna, fáa við árunum eina hugnaliga og tætta framsýning
vart tú og mangan mittpunktið við onkrari góðari søgu og dámdi tær væl at leggja upp til okkurt beinrakið prik. Tómrúmið er tí stórt, og kenna vit saknin dagliga. Tú verður ofta tikin uppá tungu og endurgivin [...] dagur, sum tú vart sera glaður fyri. Sum starvsfólk vart tú, bæði av arbeiðsgevara, starvsfeløgum og kundum, kendur sum arbeiðssamur, álítandi, dugnaligur, og haraftrat pliktuppfyllandi sum fáur. Orðið [...] at vit komu at kenna teg væl, og blivu tí ikki bert starvsfelagar, men eisini góðir vinir. Tú tókst tær altíð tíð til at spyrja um okkara lív og familjuviðurskifti, og tú tókst tað sera nær, um onkur