Dugni gevur tær ein nýggjan møguleika

- Dugni skapar rúm fyri teimum, sum ikki fingu kjansin í fyrsta umfari, sigur landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Magnus Rasmussen.

 

- Dugni er eitt kjarnuamboð í strembanini at skapa rúmliga arbeiðsmarknaðin, sigur Magnus Rasmussen.

Á hugnaløtuni í Norðurlandahúsinum fyrrapartin, har Dugni handaði fyrstu Kærleikskúluna 2021, segði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálaráðnum, at kærleikskúlan er ein savnaragripur, sum hann tók til. 

 

- Eg rokni við, at tey eru mong, sum eiga allar kærleikskúlurnar, og at hesar hanga uppi á hvørjum ári sum jólaprýði - og hjá summum sum pynt alt árið. 

 

Landsstýrismaðurin vísti á, at kúlan er ein karmur, sum bæði er øðrvísi og munandi minni enn tey lørift og rúm, sum listafólkini eru von at brúka, men listafólkini fylla henda karmin so væl og ymiskt, at tað hvørt ár er eitt serstakt og fullfíggjað lítið listarverk, sum vit sleppa at uppliva. 

 

- Tey, sum samla upp á kærleikskúluna, fáa við árunum eina hugnaliga og tætta framsýning við einum breiðum úrvali av verkum frá nøkrum av okkara fremstu listarfólkum. 

Men kærleikskúlan er ikki bara ein savningarlutur. Hon er eisini nakað, vit savnast um. Tí, tá vit keypa kærleikskúluna, eru vit saman um at stuðla arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna. 

 

##med2##

 

Magnus Rasmussen helt fyri, at við kærleikskúluni savnast vit um boðskapin, sum Dugni leggur í hetta tiltak, sum kærleikskúlan er.

 

- Tvær kærleikskúlur eru ikki eins, men hvør einstøk er yndislig á sín egna hátt - júst sum hvørt menniskja á jørð eisini er tað. Hetta er boðskapurin, sum Dugni stendur fyri, og sum hvønn dag verður virkað fyri at fremja í verki - eitt samfelag, har brúk er fyri okkum øllum, og sum øll hava møguleika at geva sítt íkast til. 

 

Landsstýrismaðurin vísti á, at Dugni er eitt kjarnuamboð í strembanini at skapa rúmliga arbeiðsmarknaðin. Við útbúgving og arbeiðstilboðum virkar Dugni fyri at stuðla fólki at finna og brúka sínar førleikar - eisini um ymiskar avbjóðingar gera tað trupult at fáa ella at røkja eitt starv í einari fyritøku ella almennum stovni. 

 

- At tað ber til at fáa 9. floks prógv í skúlanum við Áir, er hjá mongum atgongumerki til arbeiðsmarknaðin og til samfelagið. Tað kunnu vera so nógvar orsøkir til, at vaksin ikki hava havt møguleikan at fullføra skúlan fyrr, og tá er hetta skúlatilboð fantastiskt. 

 

Magnus Rasmussen segði, at Dugni skapar rúm fyri teimum, sum ikki fingu kjansin í fyrsta umfari - og eisini fyri tey, sum koma úr øðrum londum, og sum skulu læra seg okkara mál fyri at sleppa inn á útbúgvingar og arbeiðsmarknaðin. 

 

- Eg havi sjálvur undirvíst í nógv ár í føroyska fólkaskúlanum, og eg tori at siga, at eg ikki so sjáldan hevði næmingar, sum høvdu ymiskt at stríðast við. Tá soleiðis er, er tað júst, sum tit í Dugna siga og gera, at neyðugt er at taka støði í einstaka næminginum og eisini at góðtaka ymiskleikan.

 

Landsstýrismaðurin vísti á, at hann sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu eisini sá týdningin av arbeiðnum hjá Dugna. 

 

- Hugaligt og lívsjáttandi at síggja og uppliva, at menniskju við skerdum førleika høvdu fingið lívsmótið og lívsgleðina aftur og kundu gerast virkin partur av arbeiðsmarknaðinum. Dugni brúkar til fulnar møguleikarnar, sum tað gevur at vera partur av arbeiðsmarknaðinum, men við einum serligum endamáli sum ger, at tit ikki liggja undir øllum teimum somu krøvunum, sum galda á restini av arbeiðsmarknaðinum. 

Hann legði aftrat, at Dugni hevur gagnnýtt hetta til at gera týdningarmiklar uppgávur, sum als ikki verða loystar á einum marknaði í vanligari kapping. 

 

- Eg hugsi serliga um tað stóra arbeiðið, sum Dugni ger fyri endurnýtslu og umhvørvisvernd. Tit gera tað lætt at koyra lutir til endurnýtslu heldur enn í rusk. Á verkstøðum tykkara umvæla tit lutir, sum koma inn, og her eru bæði hugflog og skapandi evni. Tit gera tað møguligt hjá fólki við lítlari inntøku at innrætta seg vakurt og virðiligt, og soleiðis minka tit eisini beinleiðis um fíggjarliga ójavnan í samfelagnum.

 

Magnus Rasmussen segði, at Dugni eisini hevur hjálpt íverksetarafyritøkum, eitt nú við at pakka og merkja vørur. Hetta eru uppgávur, sum hava alt at siga fyri, at vørurnar kunnu koma á marknaðin, men har sum nøgdirnar eru ov smáar til, at tað ber til at hugsa um eitt nú pakkimaskinur. 

 

- Eg ivist ikki í, at tað eru nógvar uppgávur aftrat hjá føroysku vinnuni og helst eisini hjá tí almenna, sum kunnu gerast hjá tykkum á Dugna ella sum starvsfólk, ið verða førleikament á Dugna, kunnu røkja í fyritøkum. Arbeiðið á tykkara verkstøðum og tykkara handlum gevur nógvum fólkum innihald í gerandisdegnum, tí vit hava øll tørv á at vera partur av samfelagnum.

 

At enda vísti landsstýrismaðurin á týdningin av at hava sosial sambond í gerandisdegnum og helt fyri, at flestu menniskju mugu hava eina rútmu, hava nakað at fara upp til og fáa møguleikan at gera nakað til nyttu. 

 

- Í okkara tíð fer hetta fyri ein stóran part fram á arbeiðsmarknaðinum. Tí kann tað vera so svárt, tá fólk missa sambandið við arbeiðsmarknaðin, og tí er tykkara uppgáva so týdningarmikil. Eins og Dugni er kærleikskúlan rund og rúmlig. Skapið og tilfarið bera við sær avbjóðingar, men við hugflogi og skapanarevnum ber til at fáa tað mest ótrúliga burtur úr - akkurát sum við okkum menniskjum, legði Magnus Rasmussen aftrat.

 

##med3##

 

- Dugni er eitt kjarnuamboð í strembanini at skapa rúmliga arbeiðsmarknaðin, sigur Magnus Rasmussen.

Nógv fólk var møtt upp í Norðurlandahúsinum í morgun. Myndir: Álvur Haraldsen.