Ongi jólakort í ár

Viðskiftafólkini hjá Formula.fo fáa ongar jólaheilsanir ella gávur í ár. Peningurin verður ístaðin latin tveimum vælgerandi endamálum í Føroyum. – Á henda hátt verða øll glað, sigur Marit Holm Petersen frá Formula.fo.

Havn: Hvørt ár fáa tey í fyritøkuni ein hóp av jólakortum og gávum frá viðskiftafólki og sambondum sínum. Og tey hava sjálvi gjørt tað sama. Inntil í ár.

- Vit hava hesa ferð tikið avgerð um at gera tað øðrvísi, sigur Marit Holm Petersen frá Formula.fo.

Fyritøkan hevur ístaðin avgjørt at lata 50.000 krónur til vælgerandi endamál - 25.000 krónur í part til felagsskapirnar KRIS og Barnabata.

Fyrri felagsskapurin arbeiðir við at upplýsa, fyribyrgja og vegleiða um kynsliga misnýtslu, meðan hin hevur stovnað eina ráðgeving fyri ung við heitinum “Tú og eg”.

- Starvsfólkini eru sera fegin um henda møguleikan at hjálpa øðrum, og tað eru felagsskapirnir uttan iva eisini, sigur Marit.

Hon leggur dent á, at tey hava als einki ímóti at geva og fáa jólaheilsanir. Men í mangar mátar kundi peningurin farið so nógvar ferðir betri:

- Í roynd og veru merkja starvsfólk okkara ikki serliga nógv til øll hesi jólakortini sum vit fáa. Og aftaná jól hava vit ikki annað at gera enn at koyra øll hesi jólakortini í skrell, sigur Marit við einum brosi.


Gleði

Marit Holm Petersen er sannførd um, at peningurin fer til tvey endamál sum gera eitt gott arbeiði.

- Felagsskapurin KRIS hevur verið nógv frammi í seinastuni, og vit í fyritøkuni fegnast eisini um at kunna hjálpa ráðgevingini hjá børnunum, sigur hon.

Longu í fjør tosaðu tey í Formula.fo um jólakort og jólagávur, og í ár gjørdist so hugskotið veruleiki.

Vónir teirra eru nú, at onnur fara at taka eftir teimum og hugsanini um, at peningurin til hetta kann brúkast skilabetri.

- Tað hevði verið stuttligt um aðrar fyritøkur fóru at gera tað sama sum vit. So hevði tað verið til gleði, bæði hjá gevara og móttakara, slær hon fast.


Gumma í Serbia

Tað er kortini ikki bert hesin stuðulin á jólum ár, sum hevur víst, at Formula.fo ynskir at stuðla vælgerandi endamálum.

Á sumri í 2005 vóru umboð fyri Reyða Kross í Serbia í Føroyum, og her kom samstarv í lag millum føroysku deildina av felagsskapinum og Formula.fo.

Úrslitið av hesum førdi til, at umboð fyri Formula.fo og Reyða Kross vóru í Serbia á heyst hetta árið. Her vitjaðu tey millum annað á einum barnagarði fyri sigoynarar.

Føroyska fyritøkan er eitt slag av verja fyri henda barnagarðin, og ikki óvæntað er Marit Holm Petersen kosin gumma hjá hesum børnunum.






Vinnulívið stuðla góðum endamálum

At fyritøkur lata jólagávur til vælgerandi endamál er ikki ókent í Danmark. Har hevur tað vundið rættiliga uppá seg tey seinnu árini, og fer helst at verða so í Føroyum eisini.

Undan jólum í fjør varð danska Krabbameinsfelagið og Læknar uttan landamørk vælsignaði við í stórum tali av gávum hjá vinnulívi og fyritøkum, meðan Mødrehjælpen fekk rættiliga stórar upphæddir sum jólagávur.

- Árið í fjør royndist sera gott. Vit hava vanliga fingið einar 10 gávur, men fingu nú 50 gávur. Onkur upphæddin var uppá 5000 krónur, meðan tann størsta var heili 300.000 krónur, segði stjórin í Mødrehjælpen, Mads Roke Clausen við Danska útvarpið á jólum í fjør.

Fyritøkan NCC valdi um aldaskiftið at gevast við jólagávum til viðskiftafólkini og handilsligu sambondini, og heldur stuðla humaniterum endamálum. Í fjør stuðlaði NCC soleiðis eini heilsumiðstøð í afrikanska landinum Togo og Læknum uttan landamørk.


Ringt at rokna út

Sambært stjóranum í NCC Property Developement, Nikolaj Hertel var stuðulin íalt 250.000 krónur, sum svaraði til útreiðslurnar av jólagávunum.

- Hinvegin kann ein ikki beinleiðis rokna seg fram til upphæddina: Eitt er at keypa lutirnar, og eitt annað tað administrativa arbeiðið at pakka gávurnar og senda tær út.

- Men íalt svara hesar 250.000 krónurnar nøkulunda til tær útreiðslurnar, sum vit høvdu havt, um vit settu okkum niður at rokna tað út, sigur Nikolaj Hertel.

Hann er fegin um at kunna veita felagsskapunum eina slíka gávu. Tí, sum hann sigur; - Hetta loysir í roynd og veru ein praktiskan trupulleika.

- Tað er altíð eitt tjakevni hvørt ár, hvør skal hava jólagávur, hvussu leingi ein skal halda fram við at geva gávur til einstaklingar, og hvør ið ikki skal hava. Fyri at sleppa undan hesum tjakinum – og kanska einum hópi av skuffaðum fólkum, sum onga gávu fingu – valdu vit hesa loysnina, sigur hann við danska útvarpið.





FAKTA


Formula.fo

er heildarveitari av kunningartøkni til fyritøkur og stovnar í Føroyum.

Fyritøkan varð stovnað í 1986 og her arbeiða 65 fólk.

Heimasíða www.formula.fo


KRIS

hevur til endamál at upplýsa um støddina á trupulleikanum og vísa á teir møguleikar, sum ein misnýttur hevur fyri at fáa vegleiðing og hjálp; at upplýsa og fyribyrgja kynsligum ágangi, og at vegleiða og hjálpa teimum, ið hava verið úti fyri slíkum ágangi, næstringum og børnum teirra. Endamálið er eisini at gera tey før fyri at liva eitt lív við vón og framtíð.

Heimasíða www.kris.fo



Tú og eg-ráðgevingin

er ætlað øllum børnum og ungum, sum hava trupulleikar av ymiskum slagi.

Ikki er neyðugt at siga hvør ein er, tá ein ringir inn til teir vaksnu ráðgevararnar hjá Barnabata.

Opið er mánadag og hósdag millum kl. 14 og 18 á tlf. 807010.

Heimasíða www.eg.fo