Arbeitt saman við Røkke í 20 ár

? Tað liggja stórir framtíðarmøguleikar í fars- og surimi framleiðslu úr svartkjafti, heldur Petter Aune, framleiðslustjóri umboð á Nærabergi. Hann hevur arbeitt saman við Røkke síðani fyrstu frambrotini á havinum, og nú er hann við Nærabergi

Hann var bert 23 ára gamal, tá ið hann gjørdist framleiðslustjóri umborð á framleiðslutrolararnum »Golden Alaska« hjá Kjell Inge Røkke. Hetta varð bert eitt av mongum verksmiðjuskipum hjá tí tá unga Kjell Inge Røkke úr Molde, ið byrjaði sítt peningaveldi í Seattle í USA.
Og Petter Aune kemur eisini úr Molde og kom í samband við Røkke í 1983.
? Eg flutti yvir til Seattle fyri at kanna umstøðurnar har, og úrslitið bleiv eitt áralangd uppihald í USA, har eg arbeiddi fyri reiðaríið hjá Røkke sum framleiðslustjóri umborð á fleiri av hasara skipum, sigur Petter Aune á ein stillføran hátt, her vit sita á kamari hansara umborð á Næraberg og práta.
Fer at framleiða surimi
? »Golden Alaska« var uppruna-liga bygdur til at framleiða fløk og mjøl umborð, og veiðan var fyri tað mesta alaska pollock, men í 1988 varð skipið siglt til Japan, har ein nýggj tátíðar háteknologisk surimifabrikk bleiv installerað í skipið. Eg var sjálvur við í Japan, meðan verksmiðjan varð sett í, greiðir Petter frá.
? Tey fyrstu árini vóru vit vanliga 2 til 3 mánaðir umborð, og einar tvær til tríggjar vikur heima.
Og fiskiskapurin gekk væl, sera væl, og í fleiri ár var »Golden Alaska« fremsta skipið til fiskiskap og úrtøku. Í 1988 hevði ein norsk avís eina grein um Petter og hansara ævintýr í Alaska.
Petter Aune hevur siglt við skipum hjá Røkke síðani, bæði í Alaska, í Russlandi og í Afrika.
? Kjell Inge Røkke, ið eisini kemur úr Molde, er góður við sínar starvsfelagar, og gert tú eitt gott arbeiði, hevur tú møguleikan fyri at vera verðandi í reiðaríinum. Eg havi so starvast í Ameri-can Seafood og Norway Seafood líka síðani ? og eg skal ikki klaga, sigur Petter Aune.
Røkke var treiskur
Keld Inge Røkke, ið telist ímillum mætastu peningamenn í Noregi í dag, byrjaði sjálvur á dekkinum. Hann hevur lítla og onga skúlagongd og arbeiddi sum trolmaður umborð fiskiskipum, áðrenn hann byrðaði sítt imperium í USA við at keypa sær ein lítlan bát, ið síðani blivu til tveir og so fleiri og fleiri. Men byrjanin hjá Røkke var tung, og hann hevði nógvan andróður ? treiskur sum ein hestur sleit hann tó í tí. Hugsjónargrundarlagið hjá Røkke bleiv at byggja risastórar og framkomnar trolarar við egnari framleiðsu umborð. Og hetta skuldi vísa seg at verða rætt. Og nógv stór skip vórðu bygd, fyrst American Empress, American Dynasty á Ulstein Verft og American Triumph hjá Langstein í Tomrefjord skipasmiðjuni, ið nógvir føroyskir reiðarar kenna.
Og júst fyrsta skipið í røðini, American Empress, hevur ført Petter Aune í føroyskan sjógv, tí American Empress er í dag vorðin til Næraberg.
Orsaka broyttum umstøðum í fiskivinnumynstrinum kring heimin hevur Røkke eisini verið noyddur at finna nýggj øki til síni góðu skip, og tá JFK Trol í Klaksvík hevði svartkjaftaloyvi, rann saman ímillum felagið hjá Røkke og JFK, og Næraberg-ætlanin varð sett í verk.
Nú síggja vit úrslitini.
Petter Aune hevur verið við í Næraberg-ætlanini, síðani hon byrjaði, og hann er sannførdur um, at framleiðsla av surimi og øðrum svartkjaftaúrdráttum gerst eitt gullnám.
? Framleiðslan umborð á Næraberg hevur verið økt hvørt ár, við tað at vit hava fingið úrtøkuna úr 7% upp í 25% teir bestu dagarnar, og tá fiskurin er góður. Seinastu túrarnir hjá Nærabergi hava verið teir bestu, og úrtøkan hjá manningini gerst eisini betur.
Eitt av vandamálunum við at fiska svartkjaft til mannaføði er framleiðsluorkan, tí fiskurin skal framleiðast rímuliga skjótt, eftir at hann er komin á dekkið. Tá góður fiskiskapur er, kemur tað mangan fyri, at skipið ikki fær fiskað, men liggur og bíðar við posanum úti, fyri at sleppa av við fiskin umborð. Hetta er ein trupulleiki hjá Nærabergi í dag.
Næraberg er eitt gamalt skip
Royndirnar við Nærabergi hava verið læruríkar. Svartkjaftur er sera væl egnaður til surimi framleiðslu, tí konsistensurin og bindievnini í fiskinum eru góð ? nógv betur enn t.d. úr Alaska Pollock. Og keypararnir eru við at síggja, at vøran, ið er framleidd umborð á Nærabergi, er ímillum heimsins bestu surimi-vørur.
Og Kjell Inge Røkke hevur boðið føroyingum eitt nýggjari, størri og betur egnað skip inn fyri Næraberg. Skipið kallast Atlantic Navigator, - ella betur kent sum »Monarkurin«.
?Hetta skip er størri enn nýggi Skálaberg og hevur bert verið í vinnu í tvey ár. Um tað eydnast Føroya Landstýri, JFK Trol og Norway Seafood at semjast um ein felags rakstur fyri nýggja skipið, ætla vit at seta nýggja verksmiðju í tað, so vit fáa tvífalt so stóra framleiðsluorku sum Næraberg. Skipið hevur størri motororku og er bíligari í rakstri á mangan hátt. Mannignartalið við Næraberg er um 80 fólk og kemur nýggja skipið inn, verður talið økt til eini góð 100 starvsfólk.
? Persónliga síggi eg stórar møguleikar í at framleiða svartkjaft til matna, sigur ein royndur surimi maður við 20 árum á baki innan hesa framleiðslu. Og tað er Petter Aune, framleiðslustjori umborð á Nærabergi, ið eigur hesi orðini.