Mars 2004: Dreymurin hjá Jósef gjørdist veruleiki

Sangleikurin um Jósef og tað ótrúliga litfagra dreymakotið var eitt av teimum heilt góðu mentanarligu tiltøkunum í 2004. Sangleikurin, sum varð spældur av miðnámsskúlanæmingum, gjørdist ein ordans succes, og 6.450 fólk sóu leikin

Álvarsamt, yndisligt, stuttligt, syrgiligt, ferðmikið, stórfingið?
Listin hjá ummælaranum á Sosialinum var langur, tá ið hann skuldi skriva um frumsýningina av sangleikinum Jósef og tað ótrúliga litfagra dreymakotið.
? Orð eru ov fátøk og avmarkað at fevna um upplivingina, vit fingu í einum stúgvandi fullum Norðurlandahúsi undir frumframførslu, tá næmingar úr Hoydølum við sangleikinum tóku áskoðarar og áhoyrarar við á eina litfagra og fjølbroytta ferð aftur í bíbliusøguna, skrivaði ummælarin Heini í Skorini.
Útselt varð til allar sýningarnar av sangleikinum, og hevði møguleiki verið at spæld longur í Norðurlandahúsinum, so hevði søgan verið tann sama.

Stórbært
Ummælarin á Sosialinum hevði nógv rósandi orð at bera sangleikinum, og her er ein úrdráttur av tí, hann skrivaði:
» Tað er ein løgin og sera torfør uppgáva at skriva um sangleikin "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið". Fyrst og fremst tí nakrar hendingar her í lívinum einfalt skulu upplivast, tí orð eru nevniliga ikki ment at lýsa og fevna um stórbæru frumframførsluna í Norðurlandahúsinum týskvøldið.
Fyri tað næsta vóru áskoðarar og áhoyrarar vitni til eina so ferðmikla framførslu við so nógvum og fjølbroyttum listagreinum samstundis í fokus, at hyggjarar og lurtarar (og ikki minst ummælarar) kenna seg hjálparleysar at lýsa sangleikin og hvørja einstaka umboðandi listagrein til fulnar. Tó sita vit eftir við eini heildaruppliving, og tað er hana, vit eru noydd at krøkja okkum í.

Jósef fullførdi dreymarnar
Sum heild er talan um eitt satt meistaraverk, sum manar fram so ymsar og sterkar kenslur í áhoyrarum og hyggjarum, samstundis sum ymsu listagreinirnar gjørdu Norðurlandahúsið til eitt hav av mentanarligum tilfeingi á hægsta stigi við mest professionellu karmum, vit í Føroyum kunnu ynskja okkum. Torført er at skilja, at talan er um amatørar, sum framføra, og at sangleikurin í veruleikanum er ein skúlaverkætlan við Rytmiska kórinum í Hødoylum sum grundstammu, men sum síðani hevur fingið samstarv í lag við aðrar bólkar uttanfyri skúlans gátt.
Stóra finalan móti endanum er kanska absolutta klimaksið í leikinum, har Jósef vísir náði og fyrigevur brøðrum sínum, áðrenn faðirin Jákup aftur hittir eygnastein sín, sum sambært skriftunum tá hevði verið 22 ár í útlegd, harav fleiri ár í fongsli. Í eini kombinatión av rokki og blásarum við títtum fimleikaserium og nærum øllum leikarum á palli endar eitt dreymakent kvøld við lógvabrestum frá fjøldini.
Gjøgnum líðing og neyð stríddi Jósef seg til heiður og æru. Við íblástri frá dreymunum varð vónin hildin á lívi, sjálvt tá hann varð vrakaður, seldur og settur í fangahús. Við eygunum vendum samstundis móti idealunum og veruleikanum vann hann á vónloysi og mótgongd. Jú, dreymurin gjørdist av sonnum veruleiki, bæði fyri Jósefi og fyri okkum mongu, sum týskøldið høvdu leitað okkum niðan í Norðurlandahúsið.«

- - -

Russar njósnaðust í Føroyum
Føroyar lógu verjuleysar undir kalda, krígnum, og væl hevði borið til hjá
russum at hersett oyggjarnar. Eftirlitið við mongu vitjandi úr Sovjetsamveldinum
var ikki nóg gott, og eisini bendir nógv á, at russisku fiskiførini høvdu til uppgávu at savna upplýsingar um Føroyar og føroyska samfelagið. Tað var niðurstøðan í sonevndu Reyðubók, sum Bent Jensen, professari, skrivaði um tíðina undir kalda krígnum. Hann hevði kannað skjalasavn eystanfyri, og í mars mánaði læt hann løgmanni eina frágreiðing um sínar kanningar.
? Eg havi einans fingið atgongd til brotpart av tilfarinum um Føroyar, ið liggur í russisku skjalagoymslunum. Nógvar av skjalagoymslunum, ið vóru latnar upp fyrst í nítiárunum, eru í dag latnar aftur, og tí fáa við helst ongantíð alla søguna, segði Bent Jensen um sína frágreiðing.

Gud til arbeiðis ? ikki í kríggj
? Tað hvílur ein serligur andaligur friður yvir fólkinum her, tí tey hava Gud við sær í gerandisdegnum. Eg eri meir von við, at fólk hava Gud við sær í kríggj.
Tað segði Sarah Munro úr Norðurírlandi, sum eitt skifti var lærari á Tekniska skúla í Klaksvík.

Havið sum ruskpláss
Havið um Føroyar verður brúkt sum eitt ruskpláss. Sambært serfrøðingum verða umleið 500.000 kilo av húsarhaldsburturkasti blakað fyri borð av teimum føroysku fiskiskipunum til stóran skaða fyri fugl og havumhvørvi. Bert heilt fáir bátar taka ruskið við í land, og avleiðingarnar eru týðuligar í føroysku fjøruni.
Jónsvein Joensen hevur verið fiskimaður í tíggju ár við umleið 12 ymiskum fiskiskipum.
? Havumhvørvispolitikkurin á skipunum er hesin: koyr alt í havið. Eg skammist yvir, at Føroyar reklamera við tí reinu luftini og reina havinum. Tað, sum gongur fyri seg á havinum. er reint sagt nakað svínarí, sigur Jónsvein Joensen.



- - -

»Føroysku fjølmiðlaleiðslurnar eiga at skapa betri umstøður til dýbd og atfinnandi tíðindaflutning, og undanførslurnar um vantandi pening og starvsfólk eru ikki nøktandi, um tað bert verður raðfest rætt.«
? Dánjal Højgaard, Ársins Tíðindafólk 2004

»Lat tey ungu sleppa at brúka sína orku og sítt hugflog til at skapa nakað, so tey sleppa frá at fara út á gøturnar at sláa seg leysan. Eg eri púra vísur í, at ongin, sum sleppur at buka mínar trummur, fer út at buka nakra ommu á gøtuni.«
? Karl Anton Klein, tónleikalærari

- - -

Mjølnir úr Klaksvík vinnur FM-heitið í flogbólti ? bæði hjá monnum og kvinnum ? eftir avgerandi dystir ímóti ÍF á Kambsdali.