At halda jólafrokost á samanriknum fyritøkum

Í dag er tað so vorðið so modernað at gifta seg, skiljast sundur aftur og so mínsann eisini giftast uppaftur. Burturúr slíkum brøgdum koma millum annað fyribrigdi sum ‘tíni børn’, ‘míni børn’ og ‘okkara børn’. Og so alt tað sum hetta førir við sær av fløkjasligum manna-relatiónum.

Hugsaði at hendan myndin á modernaða familjuni eisini kundi brúkast um hvat fer fram í hesum árum, tá ið virki og fyritøkur leggja saman í Føroyum, skiljast aftur og so aftur leggjast saman við onnur. Tá er eisini talan um eitt slag av tínum børnum, mínum børnum og okkara børnum.

Ymisk menniskju renna saman, ymsar virkis-mentanir buldra saman og so gera leiðslur alt í millum himmal og jørð fyri at sjóða saman hesar andsligu munir við ‘team-building’ og vónandi skapa ein nýggjan og sterkari felags virkis-kultur.

Hvat hendir so tá ið ein samanløgd fyritøka heldur jólafrokost? Tað má enda galið hugsar onkur kanska. Omaná øllum vanligum jólafrokost-óargaskapi hjá etableraðum arbeiðsplássum, so eru hjá samanriknum fyritøkum heilt einastandandi møguleikar fyri ruðuleika og gølum. Kundi man trúð.

Spurdi hendan dagin Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, ið er ráðleggingarleiðari á samskiftisfyritøkuni Sendistovuni, ið nýtir herrópið ‘Laboremus in passio’ (lat okkum arbeiða við eldhuga) á skjaldri sínum, um allar samanleggingarnar í Nema-samtakinum og innanhýsis samanleggingin á Sendistovuni millum Team 85 og Reproz høvdu nervað manna-relatiónirnar á arbeiðsplássinum ella um HR-leiðarin (Human Resource) var meira enn vanliga strongdur?

- Sendistovan er enn ikki eitt ára gomul enn. Team bleiv partur av Nema samtakinum við samanleggingini við Reproz, men Reproz hevur verið partur av Nema samtakinum frá tað sá dagsins ljós í februar 2007), byrjar Sissal at greiða frá.

- Í fjør helt Nema stóran jólafrokost á Hotel Føroyum. Øll starvsfólk við maka vóru boðin við. Super tiltak við undirhaldi og øllum góðum. Fólk komu í alt frá galla til meira “plain”, og eg var kanska ikki ein av teimum sum vóru “plain”, sigur Sissal.

- Hesin verður aftur í ár, - og við maka, leggur Sissal afturat.

- Vit á Sendistovuni høvdu ein lítlan jólafrokost í somu viku sum vit lótu upp í fjør. Hetta var mest fyri at gera nakað saman, fyri at fejra samanleggingina. Ella var tað nú vikuskiftið eftir? Nù minnist eg brádliga ikki, flennir Sissal.

- Tað var alvorliga niðuri á jørðini og als ikki sendistovuligt. Tað var ræst kjøt í gassgrýtu, eplir og røtur. Deiliga bygdasligt. Og eftirsum at tað var so super og niðuri á jørðini og bara vit saman og ‘bonding’ og sang, so hevur verkstovan í ár sett sær fyri, at teir vilja skipa fyri tí sama í ár, slær ein væluppløgd Sissal Kristiansen fast.

- Tú mást minnast til, at vit eru tvær sera ymiskar mentanir settar saman í einum húsi, og tá tað kemur til veitslur, so eru vit als ikki lík. Team85 mentaliteturin er meira guitar og sang og øl og snaps-balling, meðan vit á Reproz eru meira til tað sokallaða snobbuta, stórflennir Sissal nú.

- Fyrra árið var jólafrokosturin á Reproz nógv meira í mínum stíli og Reproz stíli. Tá byrjaðu vit við at fara út á Glyvursnes at skjóta leirdúgvur, so við Enniway inn aftur í Havnina, har vit so fóru á Hvonn at drekka Mojitos. So út til Norðlýsið sum lá við kei har. Vit høvdu fingið kokk at gera okkum 6 rættaða menu við øllum teimum røttu sløgunum av víni afturvið, fortelur Sissal við stívari yvirvørr.

- Vit høvdu fingið fólk at standa fyri matinum og fyri so vítt eisini øllum hinum. Tað var eitt fantastiskt upplivilsi. Alt frá byrjan til enda var super. Upplivingar, samansjóðing, matur, vín, undirhald, ja alt. Tað var meira, hvat eg vil siga var Reproz-mentaliteturin. Hugnin og tað avslappandi, ljós og stemingurin umborð á Norðlýsinum. Maturin, vín og drekka sum heild. Og hóast tað ikki var friðarligt, so var tað heldur ikki garvilt – um tú skilur hvat eg meini, smírist Sissal við einum brosi.

- Sum vit á annan hátt profilera okkum á Sendistovuni, so vildi eg hildið, at Reproz jólafrokosturin meira er í tráð við Sendistovuna og ta fyritøkuna vit eru, men tá tað kemur til veitslur, er tað nú meira Team 85 veitlsumentanin sum hevur vunnið á Reproz veitslumentanini, sigur Sissal.

- Men mentan tillagar seg jú tí umhvørvi hon er partur av, og tí kann tað í roynd og veru fara báðar vegir ella enda mitt ímillum, endar Sissal Kristiansen.

Sum hjá nógvum modernaðum samanriknum familjum í dag ber eisini til hjá nýggjum arbeiðsfeløgum í størri samtøkum at rætta hondina út til hvønn annan og umstilla seg til broyttar umstøður. Hetta er kanska ein tann mest týdningamikli eginleikin hjá føroyinginum og heimsborgaranum anno 2008. Framtíðin hjá teimum, ið ikki fara at duga at dagføra sínar fakligu og sosialu førleikar verður ikki blíð. Tey fara at leypa av, eins og tvørligi eks-maðurin, ið ikki vil binda frið og síggja loysnir í modernaða samanriknu familjuni.