Til minnis um Helga Jespersen f. 8. juni 1967 d. 4. mars 2014

Á middegi týsdagin 4. mars fingu vit sorgarboðini um, at okkara kæri vinur og starvsfelagi, Helgi, brádliga var deyður av sjúku. Ein ræðulig løta, sum ongantíð verður gloymd. Hetta var ikki til at skilja. Fríggjadagin áðrenn skiltust vit sum vanligt áðrenn eitt vikuskifti. Eingin grunaði, at hetta skuldi verða síðsta løtan, vit høvdu saman á deildini. Slíkt er ein ongantíð fyrireikaður uppá, og rakti tað okkum sera hart.  
Helgi byrjaði í læru í Før­oya Banka á Tvøroyri í 1987. Eftir at hava roynt at arbeiða í Havn eitt skifti, flutti hann endaliga til Havnar at arbeiða í 1994.
Vit hátíðarhildu 25 ára starvsdagin saman við tær Helgi í 2012. Hetta var ein dagur, sum tú vart sera glaður fyri. Sum starvsfólk vart tú, bæði av arbeiðsgevara, starvsfeløgum og kundum, kendur sum arbeiðssamur, álít­andi, dugnaligur, og har­aftrat pliktuppfyllandi sum fáur. Orðið “ærukærur” kann av sonnum nýtast um teg. Tað, ið tú legði úr hondum, var so væl gjøgnumhugsað, at ikki nýttist øðrum at fara afturumaftur.  
Tú vart altíð klárur at hjálpa øðrum, og tú dugdi væl at læra frá tær. Um onk­ur hevði eitt fakligt ivamál, so var altíð eitt gott mið, at spyrja teg. Hinvegin var tú ikki ein, sum leyp á bláman beinanvegin, okkurt nýtt skuldi gerast. Broytingar tókst tú ikki til tín, fyrr enn tú vart sannførdur um, at tær vóru til tað betra, og títt tvøra lyndið kom tá mang­an til sjóndar - mangan góð­an látur fingu vit saman burtur úr hesum.
Tín sessur í bankanum verð­ur torførur at útfylla. At tú sum persónur vart so útatvendur og lættur av lyndi, gjørdi, at vit komu at kenna teg væl, og blivu tí ikki bert starvsfelagar, men eisini góðir vinir. Tú tókst tær altíð tíð til at spyrja um okkara lív og familjuviðurskifti, og tú tókst tað sera nær, um onkur okkara fór ígjøgnum truplar tíðir. Tú var miðdepilin hjá okk­­um, bæði í gaman og álvara.
Í 1995 fekk Helgi sonin Hera, sum hann var so sera góður við. Heri, tú skal vita, at pápi tín helt sera nógv av tær, og at tú fylti nógv í hansara lívi. Hann var stolt­ur av tær og dámdi væl at for­telja um teg, hvussu tað gekst í skúlanum, við ítrótt­inum og øllum øðrum, sum tú fekst við. Vit fylgdu tær á síðulinjuni, og føldu næstan, at vit vóru ein partur av tykk­ara familju.
Síðani vit fingu sorgar­boðini, hava okkara tankar ofta verið hjá Helga, og hjá teim, sum eftir sita – soninum Hera, mammuni  og systkjum við familju. Helgi fyllti nógv, og standa tit nú frammanfyri stóru avbjóðingini at fylla hans­ara pláss í lívinum.
Arbeiðið fylti nógv hjá Helga og fór avstað við nógv­ari tíð, eisini frítíð. Men hann var eisini sera familju- og heim­kærur. Hóast Helgi var blivin Havnarmaður, var Tvør­oyri øll árini hansara rætti heimstaður, og hevði Helgi ein dreym um at flyta suður aftur fyrr ella seinni. Helgi góði, tær  dámdi so væl at fara suður at vitja mamm­­una, familju og tínar gomlu starvsfelagar á deild­ini á Tvøroyri. Tá Helgi fór suður at vitja, var tað ikki fyri at slappa av. Á Tvøroyri dámdi honum væl at taka fatt hjá mammuni og familj­uni annars, um tað var í hav­anum ella í hoyna. Helgi var náttúrumenniskja og hevði góða sjónatúr. Mangan varð prátað um  túrarnar á útróðri  við beiggj­anum, ella túrarnar við síla­tráðuni í Ósanum ella á vøtn­unum. Síðstu árini iðr­aði hann seg tó mangan um, at túrarnir á floti og við tráð­uni ikki vóru so nógvir longur.
At Helgi var røkin og elsk­aði náttúruna og tað gleði, sum hon gevur okkum, ber  havin í Eysturbýnum, har hann búði, boð um. Hann legði stóra orku í at fríðka tann grøna blettin framman fyri húsini. Allar tulipanirnar, sum settar vórðu niður í vetur, standa so nýsprettar og vakrar og eru eitt gott minni um teg, sum tú vart í lívinum: Væl ílætin, væl tilgjørdur og skjótur at geva eitt smíl frá tær.
At Harrin hevur tikið teg til sín í bestu árum, hóast tú kundi havt nógv góð áratíggjur afturat, tykist so óveruligt og órímiligt. Vit, sum kendu teg væl, minnast tær ferðirnar, tá tað onkuntíð rak á kíkin og tú í skemti plagdi at siga, at um tú skuldi farið nú, so hevði tú farið, sum ein glaður maður, ein maður, sum hevði upplivað alt, sum vert var at uppliva. Men kenna vit teg rætt, so vildi tú sloppið at verið um Hera í nógv ár afturat.
Ein glaður maður vart tú og mangan mittpunktið við onkrari góðari søgu og dámdi tær væl at leggja upp til okkurt beinrakið prik. Tóm­rúmið er tí stórt, og kenna vit saknin dagliga. Tú verður ofta tikin uppá tungu og endurgivin fyri onkur val vald orð, ella onkra góða søgu, sum tú plagdi at siga frá.
Hvíl í friði góði Helgi og takk fyri nógv góð minnir og alt tú vart fyri okkum.

Starvsfelagarnir á vinnu­lívs­deildini í BankNordik