Bíðirøðin til røktarheim skal burtur!

Sum er standa eini hálvthundrað veik, sjúk eldri í bíðirøð fyri at sleppa inn á røktarheim í Tórshavnar kommunu.

Hetta kunnu vit sum borgarar og kommuna als ikki góðtaka. Bíðirøðin skal tí burtur sum skjótast!

Hóast ætlanir eru um at bøta og víðka um heimatænastuna, so tey gomlu kunnu vera í egnum heimi longst møguligt, verður altíð ein bólkur, ið krevur meiri røkt og umsorgan. Henda tænasta kann sum er best veitast teimum á einum røktarheimi.

Tey eldru økjast støðugt í tali, samstundis sum tey eisini liva longri enn fyrr.

Men bólkurin av teimum veiku gomlu, sum í dag telur umleið 15 prosent av samlaða eldrahópinum, stendur heldur ikki í stað.

Tí er allatíðina neyðugt hjá kommununi at tryggja, at hesin bólkurin altíð fær ta røkt og umsorgan, ið honum tørvar.

Ikki fyrrenn hesi viðurskifti eru komin í rættlag, kunnu vit við góðari samvitsku hugsa um at gera íløgur á øðrum økjum.

Settu sjøtul á

Í míni tíð sum borgarstjóri (1996-2000) varð sjøtul settur á tær útbyggingar, ið eru framdar her í kommununi seinastu 20 árini innan eldrarøktina og eldraøkið sum heild.

Fyrsta stigið var at ogna okkum eini stór sethús Oman Hoydalar, sum síðani vórðu umbygd og innrættað til eldrasambýli.

Næsta stigið var at yvirtaka gamla Føroya Banka-bygninginum (Tekniska Skúla) í Tórsgøtu, sum nú í 18 ár hevur verið tilhaldsstað hjá eldri, ið eru somikið birg, at tey klára seg sjálvi í gerandisdegnum. Har kunnu tey savnast undir hugnaligum og tryggum umstøðum til gaman og álvara.

Triðja stigið var at keypa gomlu Marinustøðina, so hon kundi umbyggjast og innrættast til røktarheim.

Hesum arbeiði stóð næsta býráðið fyri, og burturúr spurdist røktarheimið Tjarnargarður, sum stutt eftir varð útbygt við einari lon aftrat til sama endamál.

Um sama mundið vórðu eini stór sethús í Mattalág keypt og innrættað til eldrasambýli.

Hevði eisini tað gleði hesi árini at vera við til at fáa Heimið fyri minnisveik í Vallalíð upp at standa og seta Eldraráð á stovn við tí endamáli at ráðgeva kommununi í eldramálum.

Seinasti sprotin á plantuni á eldraøkinum er Boðanesheimið, ið varð tikið í brúk fyri trimum árum síðani.

Uppgávan kommunal

Øll hesi omanfyri nevndu átøk hevur kommunan sjálv tikið stig til, hóast landið átti alla hesa uppgávuna, sum hon var.

Men landið var rætt og slætt ikki ført fyri einsamalt at lúka hesar og aðrar uppgávur av sama slag úti um landið.

Landið og kommunurnar hava tí í felag útint hesa uppgávu.

1.januar í fjør varð so uppgávan og ábyrgdin av eldraøkinum flutt út til kommunurnar at umsita.

Her í kommununi merkir hetta, at bæði uppgávu- og avgerðarrætturin á hesum økinum nú liggur í ráðhúsinum og býráðssalinum á Vaglinum.

Eftir nýggjár fór kommunan undir at gera eina eftirmeting av, hvussu fyrsta árið royndist, og sum skilst kemur ein frágreiðing um hetta í næstum.

Sostatt er ikki greitt í løtuni, hvørji átøk og ábøtur kunnu væntast á hesum øki í framtíðini. 

Men sum nevnt í byrjanini hava einir hálvthundrað eldri borgarar í kommununi bráðfeingis tørv á røktarheimsplássi.

Hetta hvørki kunnu ella eiga vit at lata okkum lynda, og tí má og skal hetta verða ein av allarfremstu uppgávunum hjá komandi býráði at fáa loyst.

Parturin hjá Tjóðveldi skal ikki liggja eftir.

Virðing reyður tráður

Í Danmark hevur Fólkatingið álagt kommununum at orða ein framtíðarpolitikk á eldraøkinum, har sjálvsavgerðarrættur, ávirkan og luttøka verða týdningarmiklir snúningsdeplar í eldrarøktini.

Tey veiku gomlu skulu metast sum medmenniskju, og ein virðilig og tignarlig røkt, umsorgan og viðgerð skal hjálpa til við at varðveita samleika teirra.

Orsøkin til hetta stigið eru mongu søgurnar um óvirðilig viðurskifti á eldraøkinum. Um eldri fólk, sum bíða alt ov leingi at sleppa á vesi. At maturin er vánaligur ella at tey ikki sleppa út í fríska luft.

Og starvsfólk sum renna skjótari og skjótari og kenna á sær, at tey ikki hava møguleika at geva eina fullgóða umsorgan, røkt og viðgerð.

Seinastu árini hevur fokus í eldrarøktini í Danmark verið á tænastum og minuttum. Hvussu leingi skal tildømis eitt bað taka? Kunnu tey eldri sjálvi avgera songartíðirnar, ella skal hetta passa inn í eitt vaktarskema?

Munnu ikki øll her heima kenna kenna hesi viðurskifti aftur og kunna nikka játtandi til hetta?

Í Danmark ætla tey nú at taka um rótina á hesum trupulleika, tað sama eiga vit sjálvandi eisini at gera her heima.

Kommunan (ella Kommunufelagið) eiga at taka hetta málið upp saman við avvarðandi fakfeløgum og áhugafeløgum (Tign og Eldraráðnum), so vit kunnu fáa skipað eina framtíðar eldrarøkt, har tign og virðing verður reyði tráðurin í røktini.

Vit skulu tryggja, at vit sum eldri kunnu vera vís í eini virðiligari røkt og umsorgan. Vit vilja vera vís í, at vit fáa best møguligu hjálpina, um vit gerast sjúk. Og vit ynskja, at børn og abbabørn okkara trívast, menna seg á dagstovninum og læra ein hóp í skúlanum.

Hesum skal tað sjálvandi vera ráð fyri í einum vælferðarsamfelagi sum okkara. Tað snýr seg bert um vilja og raðfesting.

Leivur Hansen,

valevni hjá Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn