Árið 2022 var fyri Íverksetarahúsið eitt sera gott og virki ár. Korona var farið aftur um bak og nú skuldi virksemið aftur tillagast fríari umstøðum at virka undir. Hetta hevur eydnast væl.
Kjarnuuppgávurnar hjá Íverksetarahúsinum er at veita ráðgeving til allar føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan, umframt at skipa fyri tiltøkum og hýsa íverksetarum. Arbeitt verður áhaldandi við at menna tænasturnar hjá Íverksetarahúsinum, og at skapa ein góðan trivnað hjá teimum, ið hava sína gongd í húsinum. Endamálið við hesum er eisini at skapa áhuga og góða umrøðu millum føroyskar íverksetarar, soleiðis at fleiri venda sær til okkara um ráð og at leiga arbeiðsstað.
Fysisku karmarnir hjá Íverksetarahúsinum eru vorðnir nógv betri, og Klaksvíkar kommuna hevur gjørt nógvar ábøtur bæði innan og uttan seinastu árini.
Í oktobur fekk Íverksetarahúsið ein nýggjan nevndarlim í nevndina fyri Íverksetarahúsið. Hesin er Rógvi Róin, stjóri í fyritøkuni Petur Larsen. Frammanundan sat Eva Skeel Nolsøe frá Føroya Tele í nevndini.
Eftir at Sigrun Jónsveinsdóttir fór í barnsburðarloyvi, er Magni Thomsen blivin virkandi stjóri, og síðan er Elsa Maria Magnusardóttir Olsen eisini sett sum samskipari.
Árligu tiltøkini, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, hava gingið væl.
Hin 25. februar varð Skúla FM hildið í Løkshøll í Runavík. Tað var gott at kunna hava áskoðarar aftur til tiltakið aftaná tvey ár við koronu. Útvið 300 fólk vóru til tiltakið, sum eydnaðist serstakliga væl.
Vinnararnir av Skúla FM, sum í 2022 gjørdist OVIS frá skúlanum við Løkin, fingu høvið at luttaka í finaluni um DM í Íverksetan – eisini kallað NextLevel - í apríl mánaði í Kolding. Hendan luttøkan gekk framúr væl og OVIS gjørdust nummar 3 í kappingingini, har næmingarnir kappaðust ímóti skúlum úr Danmark. Hendan luttøkan er við til at varpa ljós á íverksetan í Føroyum. Støðið á Skúla FM hækkar fyri hvørt ár, og Íverksetarahúsið ger á hvørjum árið nógv burturúr at eftirmeta saman við skúlunum. Eitt nú eru skriftligu avrikini vorðin nógv betur samstundis sum framløgurnar og arbeiðið sum heild hjá luttakandi bólkunum er ment nógv seinastu árini. Dømingin og tilfarið hjá dómararnum er eisini betur skipað og sera greitt.
Ársins Íverksetaradagur varð hildin á Føroya Tele í septembur mánaða við fokusi á filmsvinnuna. Høvuðstalarin var kendi danski filmsframleiðarin Peter Aalbæk Jensen og eisini vóru tríggjar aðrar framløgur við Tinu Wagner, leiðara í Filmshúsinum og Jón Hammer og Pætur Marjunarson Dahl, sum báðir eru filmsframleiðarar. Táverandi landsstýrismaðurin í vinnumálum Magnus Rasmussen setti dagin og handaði eisini Granan til Ársins Íverkseta 2022, sum hesaferð gjørdist fyritøkan Globe Tracker. Tiltakið var sera væl fyriskipað við góðum innihaldi og nógvum áhoyrarum.
Starvsfólkini í Íverksetarahúsinum eru javnan við til at fyriskipa íverksetaratiltøk kring landið. Farna ár vóru tey m.a. í Suðuroy, Vágunum, Eiði og Vestmanna. Bjóðað verður eisini til størri og smærri tiltøk í Íverksetarahúsinum. Í 2022 varð m.a. skipað fyri skeiði fyri tilflytarum, opnum húsi við fyrilestrum og framsýning, tiltaki í sambandi við Torradagar, vinnulívstiltøkum osfr.
Tey afturvendandi temakvøldini, ið verða hildin gjøgnum alt árið við jøvnum millumbilum, hava gingið væl. Ymisk evni, sum hava til endamáls at geva íverksetarum nýggj amboð og íblástur, hava verið á breddanum, millum annað: stuðuls- og íløgumøguleikar, Instagram, bókhald, poddvarp, sosialir miðlar og Google.
Tiltøkini, sum Íverksetarahúsið skipar fyri saman við øðrum aktørum í vinnuframaskipanini hava eisini gingið væl. Millum annað varð skipað fyri áhugaverdum tiltaki í Finsen, frá Heimamarknaði til Heimsmarknað og eisini vórðu lunnar lagdir undir eitt størri KT-tiltak, TONIK, sum fer av bakkastokki hin 12. mai í 2023.
Íverksetarahúsið var við á vinnuferðini í Ísrael, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið skipaði fyri í døgunum 22. til 27. mai í 2022. Føroysku luttakarnir fingu nógvan nýggjan íblástur og nýggj sambond á túrinum. Hetta samstarv hevur longu borið frukt og sæst aftur í tiltøkum og virksemi hjá føroysku vinnuframapørtunum.
Hópfígging, sum nú hevur meira enn trý ár á baki, hevur í farna ári fingið alsamt størri undirtøku millum føroyskar íverksetarar. Skipanin hevur útvið 4.000 stuðlar og stuðulsupphæddin nærkast fýra milliónum.
Stórt arbeiði varð lagt í nýggja íverksetaraportalin, sum Íverksetarahúsið umsitur, og hin 7. apríl í 2022 varð skipað fyri móttøku í sambandi við at portalurin varð almannakunngjørdur. Allir vinnuframapartar, umframt áhugapartar hjá Íverksetarahúsinum, vórðu bodnir við til tiltakið, sum varð hildið í Íverksetarahúsinum. Táverandi landsstýrismaður, Magnus Rasmussen, setti dagin og Íverksetaraportalurin varð vístur fram fyri fyrstu ferð. Hópin av fólki møtti til tiltakið, sum eydnaðist væl. Eins og Hópfígging er portalurin eitt hent amboð hjá vinnuframaskipanini og íverksetarum.
Tað gongur væl í Íverksetarahúsinum. Starvsfólkini eru nærløgd, ágrýtin og ynskja støðugan framburð. Arbeitt verður áhaldandi við at seta nýggj mál fyri virksemið samstundis sum dentur altíð verður lagdur á at skapa góðar karmar og trivnað fyri fólkini, ið virka í húsinum. Fyri at hetta skal eydnast, krevst gott samskifti og arbeiðslag millum starvsfólk, nevnd og aðrar áhugapartar.
Íverksetaraumhvørvið fær meira umrøðu nú enn fyri bert fáum árum síðani. Hetta er sera gleðiligt og merkir, at vit og onnur sum arbeiða við at stimbra íverksetan í Føroyum, eru á rættari kós.












