Nú er gullvinnarin á veg í song, so hann verður væl fyri til at venja klokkan sjey í morgin áðrenn. Umframt at vera glaður og lítillátin er Pál Joensen eisini stoltur. Við at gerast evropameistari hevur [...] metrar seinni var hann undir liðini á mær. Eg royndi at seta frekvensin so høgt sum gjørligt, men kroppurin vildi ikki rættuliga. So tað var gott, at eg ikki hevði klipt neglirnar, tí kanska gjørdu tær munin [...] Eisini hann skeitti ein tanka til Danish Open, tá marginalarnir mutaðu ímóti. Men sum nevnt – hesaferð helt. - Komin á mál hugsaði eg ikki neyvt um, hvussu lítil munurin var. Eg staðfesti bara, at eg fyrstur
Símun Jóhan var ein serstakur persónur. Hann visti so ótrúliga nógv. Men til alla lukku eydnaðist at fáa nokk so fitt av hansara vitan festa á blað. Eg var so heppin at vera ein teirra, sum kom at gera hetta [...] Trøllanesi longu sum 7 ára gamal, so hevði hann tikið við sær ta serligu mentan, sum er eyðkend fyri eitt so lítið pláss. Fosturpápin Jóhannes hevur eisini verið ein fróðarmaður, sum hevur dugað væl at [...] dugdi pápi nógvar kingosálmar. Mamma og hann kundu syngja mangan sálmin uttan at opna bók. Bara harmiligt, at tað ikki varð tikið uppá band. Men tað er nú so, at tað, sum er so dagligt fyri ein, hugsar
longur enn bara til tingið sjálvt. Hetta geldir ikki bara heroin, men alt, sum fólk kunnu vera bundin at. Tú noyðist at broyta tín grundleggjandi hugburð til alt, sum er til. Tað nyttar einki bara at standa [...] soleiðis at tú noyddist at lýða tað, sum aftaná fór at koma. - Í 1992 keypti ein sambandsmaður húsini, sum pápi mín bygdi. Húsini fingu danska múrsteinslitin og konan, sum nú flutti inn, gekk í túninum við [...] fólk, at hetta man vera ein mentamaður. Tað kann væl vera, at so er. Leikluturin hjá okkum øllum er at broyta hugburð – og ikki lata nakran gera tað fyri okkum. Vit eiga at gevast við at mala í tí sama, men
vóru persónligir vinmenn hjá Emil J., sum hevði analoga politisku støðu til suverænitet sum teir. Hetta kann vera ein grund til, at menn ikki vilja góðkenna EJ sum flagg-skaparan, tí seinni andstøðumenn [...] Í 1924 varð hann settur sum kapellanur við Mariakirkjuna, sum er beint í túninum hjá Føroyhúsinum, og har arbeiddi hann í næstan fjøruti ár. Hann búði í Helgolandsgøtu, sum bara er eitt steinkast hiðani [...] kunnað váttað orðini hjá Emil J.? Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at hóast loysingarmenn í dag hava lyndi til at patentera flaggið, so vóru tað avgjørt ikki teir, sum í síni tíð gingu á odda fyri Mílaflagginum
gongur so skjótt ..... og nú eru longu 9 mánaðir farnir, síðani Jesus pápi tók teg heim til sín. Vit saknað teg, men eru fegin um, at tú nú ert saman við ommu og mammubeiggja. Eg veit, at eins nógv, og [...] saknað teg her, so hava tey glett seg til at fingið teg heim. Abbi tú vart ongantíð ein maður við nógvum orðum, men tær gerðir tú gjørdi, og tað tú var, hevur havt nógv at týða – ikki bara fyri meg – men [...] tey, sum vóru rundan um teg. Eitt tað besta eg minnist um teg, abbi, er, hvussu góður tú vart við ommu. Tú mátti altið vita, hvar hon var, og hvat hon gjørdi, og tær dámdi best, um tú kundi vera saman
Tað var ein frístaður hjá mær at koma til. Tey sum so mong onnur fluttu eisini heimaftur, og Sofus fekk egið ráðgevaravirki, sum hann hevði enn, men var júst liðugur at umskipað, so hann kundi vera leysur [...] serliga gott við hesum fýra, so er einki, sum er vert at nevna. Tað verður stundum sagt, at ein minnist bert tað góða, og tað er gott, um tað er so, men eg haldi nú ikki. Eg kann við sannføring siga, at teirra [...] verið til gagns fyri tey, sum hava havt samband við teir á ymiskum økjum, eg sjálvur íroknaður. Eg eri á sama aldri sum teir, og tað vísir bara, at tíðin at fara hiðani kann brátt vera komin. Er lívið stutt
Jan Leisborch viðgongur, at tað kann tulkast soleiðis, at Føroyar eru í kríggi. ? Tað er sjálvandi ríkið, sum fer í kríggj, um Danmark velur at fara við. So er tað ein politiskur stuðul, ið ríkifelagsskapurin [...] tikkurin. Hetta er ein søguligur møguleiki at staðfesta, at føroyingar hava eina uttanríkispolitiska meining, sum ikki er í samsvari við donsku stjórnina. Og fyri mín part er eg sum uppskotstillari errin [...] neyvan fer at merkjast í Føroyum, so ber til at siga, at Føroyar eru partar í krígnum. Danska stjórnin hevur givið USA og tess sameindu politiskan stuðul við at senda ein kavbát og eina korvett til flógvan
?????????? Siti her við einum máli, sum snýr seg um ein smádrong, sum er vorðin kastibløka hjá Tórshavnar kommunu, eins og lítli Petur er vorðin. Pápi dreingin, sum er kendur fyri at nýta harðskap bæði [...] gongur fyri seg í einum landi, sum kallar seg demokratiskt og reypar av, at vit fylgja mannarættindarboðunum hjá ST, er einki annað enn ein ræðusøga. Vit kunnu bara, øll sum ein, gera okkum tað niðurstøðu [...] sleppa at vera har. Hann vil ikki heim aftur til pápan. Men okkara kæri landsstýrismaður, Strømmurin hevur, sum tað ljóðar úr Tinginum, lagt linjuna: Um alt er farið rætt fram umsitingarliga, so er alt í
skriva tónleik. Tað er bara nakað sum kemur. Sum til dømis tá eg havi hoyrt eina góða talu ella tá eg tosi við Guð, so er ein sangur brádliga har, greiðir Malin frá. - Viðhvørt brúki eg so at siga onga tíð til [...] Føroyum heldur hon tað illa bera til at vera heimagangandi, tí tað er so dýrt at liva í Føroyum. Umframt tað, so hevur hon enn rætt til barsil í Svøríki, so hon kann framvegis gera sær dælt av tí. ? Hetta [...] tónleik, men so tá ein verkætlan er í gongd, so brúki eg nógva tíð til tónleikin. Eg hevði gott kunnað hugsað mær, at hetta við at geva fløgur út gjørdist til ein lívsstíl, men tað skal ikki vera nakað trýst
og tey giftust í 1949. Tað kann vera hildið, at tað var ikki so stórur munur á at fara úr Hattarvík til Svínoyar. Men hetta var kortini eitt stórt framstig. Her kann bara hugsast um torvið. Torv var ikki [...] kom at vera fastur árligur gestur í Svínoy. Ein ferð til Svínoyar hevði als ikki verið tað sama, um ein ikki hevði verið inni á gólvinum hjá Solveig og Poul Meyer, har ein altíð hevur kent seg sum heima [...] minni. Tað kann illa fáast eitt betri ummæli av henni enn frá eini verdóttir sum segði: “Solveig er eitt vælsignilsi”. Tað sama kann sigast um Poul Meyer sum um Solveig. Poul Meyer hevur verið ein serlig kempa