Sostatt er ein afturat farin av tí ættarliðnum, sum var við til at menna Svínoynna, so leingi sum tey orkaðu.
Solveig var ættað úr Hattarvík. Mamma hennara Mia var av Eiði. Hon var dóttir Siggu og Andrass í Pállstovu. Vit høvdu eina frásøgn um tey í røðini í Miðvikuni við Tórhall Andreassen, son Andrias, beiggja Miu.
Hesi fólk hava verið úrmælingar, og hetta kann serliga sigast um Siggu og Andrias og um teirra útróðrarsøgu í Íslandi.
Pápi Solveig var Jóhan H.Z. Axel Petersen. Tey fingu tilsamans átta børn, og tey vóru (Bella) Johan, Solveig, Elias, Mikkjal, Malene Fredrikke, Andrass, Tróndur og Ada.
Sum elsta systir við so nógvum systkjum kom Solveig at fáa seg roynda. Tað var áhugavert at hoyra beiggjan Trónd greiða frá systrini í kapellinum fríggjadagin, hvussu røsk Solveig var. Hvør dagur hevði sínar avbjóðingar, og Solveig var eitt arbeiðsgrev uttan mun til hvat arbeiði, tað snúði seg um.
Tá ið Solveig var vaksin, fór hon sum vanligt var hjá ungum fólki av oynni. Hon fór fyrst á sjúkrahúsið í Klaksvík at arbeiða, síðan fór hon til Havnar at tæna. Men so gekk leiðin norður eftir aftur, og hon fór til Svínoyar at hoyggja.
Her kom hon at kenna Poul Meyer Olsen. Tað ranna saman teirra millum, og tey giftust í 1949.
Tað kann vera hildið, at tað var ikki so stórur munur á at fara úr Hattarvík til Svínoyar. Men hetta var kortini eitt stórt framstig. Her kann bara hugsast um torvið. Torv var ikki í Fugloy. Tí fóru fugloyingar til Svínoyar at skera torv. Her skuldu farast við báti, og við báti skuldi torvið eisini førast aftur til Fugloyar.
Hetta var bæði strævið og ikki sørt vandamikið. Svínoyingar sluppu nógv lættari. Teir skuldu “bert” fara til gongu í torv og eftir torvinum. Tróndur greiddi eisini frá tí stóra framstignum, tá ið teir fingu páhangsmotor og sluppu undan at rógva. Men hetta mundi eisini endað galið einaferð eldur kom í motorin. Hetta spældi kortini væl av.
Tað kann verða nevnt, at telefonin kom til Svínoyar áðrenn hon kom Fugloyar. Fugloyingar plagdi at rógva til Svínoyar ar ringja! Hetta var eisini eitt framstig, tí annars skuldu teir róð tann nógv longra teinin inn í Sund.
Poul Meyer Olsen var fiskimaður og kokkur stóran part av síni tíð. Sostatt hevur Solveig, sum so mangar aðrar føroyskar konur, roynt hetta at hava ábyrgdina av húsi og heimi, meðan maðurin hevur verið burtur. Hon hoyrir tí eisini til tað ættarliðið av føroyskum konum, sum hevur borið samfelagið uppi.
Okkara kennskapur stavar heilt frá 1979, tá vit vóru nøkur, sum fóru ein túr til Svínoyar. Onkur kendi Ásmund, son teirra. Og tað endaði við, at vit øll endaðu uppi hjá teimum, og blíðskapuin treyt ikki. Hetta hevur uttan iva gjørt sítt til, at eg sjálvur kom at vera fastur árligur gestur í Svínoy. Ein ferð til Svínoyar hevði als ikki verið tað sama, um ein ikki hevði verið inni á gólvinum hjá Solveig og Poul Meyer, har ein altíð hevur kent seg sum heima. Tað hendi seg eisini, at eg gisti hjá teimum, og tá var hjartaligheitin ikki minni.
Tað kann illa fáast eitt betri ummæli av henni enn frá eini verdóttir sum segði: “Solveig er eitt vælsignilsi”.
Tað sama kann sigast um Poul Meyer sum um Solveig. Poul Meyer hevur verið ein serlig kempa. Hann var tiltikin svimjari, og hevur fleiri ferðir við sínum dirvi, skili og styrki bjargað mannalívum. Longu sum 17 ára gamal fekk hann Carnegie heiðursmerkið og eina hálva ársløn hjá fiskimanni fyri eitt bjargingarbragd. Hetta var Ásbjørg, dóttir Hjalmar Hátún, sum var farin á sjógv, og Poul fekk bjargað henni. Teirra millum birtist eitt lívslangt vinarlag, og hon vitjaði Poul so seint sum í 2002.
Poul Meyer og Solveig blivu verandi í Svínoy so leingi tey orkaðu. Hann var mentaður maður og fjølgaði um gamlar siðir. Hann skar torv longri enn tey flestu, og hetta gav ein serligan hugna inni við torvhita.
Poul Meyer doyði í 2003. Og seinastu árini hevur Solveig verið í Klaksvík, men royndi at gera eitt legg út til Svínoyar á hvørjum sumri.
Men nú er Solveig eisini farin. Hennara seinasti túrur gjørdist eisini út til Svínoyar, og í dag verður hon jarðað undir liðinum á Poul Meyer, sum hon livdi saman við í 54 ár í einum eydnuríkum hjúnarlagi.
Børn teirra eru Hanus, Ásmund, Regin og Marjun.
Solveig og Poul Meyer vóru eini serlig hjún, sum mong koma at minnast við takksemi.
ó.