Símun Jóhan Wolles seinasti av gomlu bátasmiðunum

Mikudagin í seinastu viku andaðist Símun Jóhan Wolles av Eiði, 77 ára gamal. Við honum er ein stórur partur av okkara bátasøgu farin handan sýn saman við nógvari aðrari siðsøgu

1. partur


Símun Jóhan var ein serstakur persónur. Hann visti so ótrúliga nógv. Men til alla lukku eydnaðist at fáa nokk so fitt av hansara vitan festa á blað. Eg var so heppin at vera ein teirra, sum kom at gera hetta møguligt. Tí er tað náttúruligt, nú hann er farin, at taka sumt av hesum fram aftur.
Fyrst skal verða greitt eitt sindur frá lívinum hjá Símun Jóhan.
Hann var ættaður av Trøllanesi, sonur Elspu f. Samuelsen, ættað úr Lorvík, og Óla Wolles í Uppistovu, sum er ognarleysa húsið á Trølla­nesi. Tað kann verða nevnt, at ein ættarfaðir hjá Símuni Jóhan er tann frá Brillumanninum kendi Skipar Hansen.
Tá ið Símun Jóhan var 7 ára gamal, fekk hann ein lítlan beiggja, Helga. Fyri at lætta um hjá mammuni, varð Símun Jóhan sendur til Eiðis at vera hjá fastr­ini, Oluffu, og manni hennara, Jóhannes í Miklagarði. Annars vóru tey 8 systkin, so tað var nóg mikið at gera heima kortini. Lagnan vildi tað so, at Símun Jóhan kom at verða verandi á Eiði, og hann vaks upp sum sonur í húsinum í Miklagarði.
Góð hava evnini verið. Símun Jóhan dugdi longu at lesa áðrenn hann fór í skúla.
Hann kom nógv til Trøllanesar, har tey eisini »kannaðu« sær hann.

Til skips við Júst
Hjá Símuni Jóhan gjørdist byrjanin av arbeiðslívinum tað vanliga sum hjá dreingjum tá í tíðini. Júst fyltur 15 ár fór hann til skips, fyrst við »Nøvuni«, fyrrverandi »Acorn.« Har var hann við í tvey ár og fór síðani við »Atlantsfarinum«, sum fastir hansara, Anna Isaksen, átti.
Símun Jóhan sigldi fitt við norðmonnum, sum nógvir eiðis­menn gjørdu tá í tíðini. Hann var við línuskipinum »Brestir« við Júst í Túni fyrsta árið í 1957-58. Seinni var hann eisini tvey summur á nótaveiði við »Sildrekanum« hjá Júst, ið sum kunnugt var fyrsti føroyski skipari á nótaveiðu.

Byrjaði at smíða bátar 12 ára gamal
Símun Jóhan fór ungur at smíða bátar. Hetta hevði hann ikki frá fremmandum. Fosturpápi Símun Jóhan var bátasmiður, og hann vildi leggja hetta í fostursonin, sum eisini dugdi at taka við. Longu 12 ára gamal smíðaði hann saman við vininum, Páll Mørkøre, sum doyði blaðungur, ein bát at spæla við hjá dreingjum. Tá ið hann var 14 ára gamal, smíðaði Símun Johan bátar saman við fosturpápanum.
Í 1960 byrjaði bátasmíðið av álvara. Símun Jóhan fór at smíða bæði einsamallur og saman øðrum bátasmiðum. Nakrar vetrar smíð­aðu brøðurnir Andreas og Poul Jóhannes Poulsen frá Ljósá saman við honum. So róðu teir út um summarið.
Fyrsta árið varð smíðað úti. Men síðan varð smíðað í kjallaranum í »Mizpa«, samkomuhúsið hjá brøðra­samkomuni á Eiði.
At smíða bátar er eitt serligt kynstur. Her er einki við tekning­um, sum arbeitt verður eftir. »Tekn­ingarnar« liggja inni í høvdinum hjá hvørjum einstøkum bátasmiði. Tí eru bátarnir ymiskir – alt eftir hvør ið smíðar.
Tað kann nevnast, at tað er ikki bert í Føroyum, at bátasmíðið hjá Símuni Jóhan er kent. Fyri nøkrum árum síðan hevði hann ein amerikanara í »praktikk« í eitt ár, og er hesin nú førur fyri at føra júst bátarnar hjá Símuni Jóhan víðari handan hav. Eisini hevur hann smíðað bátar í Danmark millum annað á víkingabátasavninum í Roskilde.
Símun Jóhan eigur eisini eitt heilt fitt íkast í doktararitgerðini »Hin føroyski róðrarbáturin« hjá Andrasi Mortensen.
Tað var eisini so heppið, at Finnbogi Ísakson, sum var systkina­barn Símun Jóhan, fyri nøkrum árum síðani gjørdi eina sendirøð í sjónvarpinum av bátasmíðinum hjá Símun Jóhan Símun Jóhan.
Í 1982 hevði Símun Jóhan eisini eina drúgva grein um bátasmíð í Varðanum.

Fróðarmaður var
Eitt sermerki fyri Símun Jóhan var, at hann var fróðarmaður. Hóast hann fór av Trøllanesi longu sum 7 ára gamal, so hevði hann tikið við sær ta serligu mentan, sum er eyðkend fyri eitt so lítið pláss. Fosturpápin Jóhannes hevur eisini verið ein fróðarmaður, sum hevur dugað væl at greiða frá. Væl hevur Símun Jóhan eisini dugað at sita undir. Hann kundi nógv ár aftaná greiða frá í smálutum tað, sum Jóhannes hevði sagt honum.
Minnið var framúr. Tað var ein hending á Trøllanesi, sum Símun Jóhan mintist, hóast hann bert var tvey ára gamal. Tað var í 1935, tá tann 18 ára gamli Jóhannes í Innistovu, datt oman, tá hann var og fleygaði. Henda hending var sjálvsagt ein ræðuligur hvøkkur fyri eina so lítla bygd, og tann ófrættadámur, sum fylgdi við, festi seg í minnið á Símuni Jóhan.
Í síni tíð var Símun Jóhan ein framúr stuðul hjá FF-blaðnum í tess roynd at festa á blað søguna hjá fiskimonnum og øðrum “vanligum” fólki. Veit, at hetta var tilfar, sum varð virðismett av mongum. Hetta er eisini komið við í Trøllanes- og Wollessøguna hjá systirsoninum Jákupi Andreassen.

Pápi mátti konfirmerast fyri at sleppa til skips
Ein av frásøgnunum hjá Símun Jóhan var um pápan Óla Wolles:
»Fyrsti túrurin hjá pápa var við Húsaskonnartini, sum skipið »Marianna« varð kallað millum manna. Hann vildi til skips, men hann hevði ikki fingið prestsins hond á høvdið. Hetta forðaði honum eitt ár, men so vildi hann ikki bíða longur. Nú var hann á 16. ári. Tað var eingin prestur á Viðareiði um tað mundi, so okkurt mátti gerast. Abbi og pápi fóru so til gongu av Trøllanesi heim eftir oyggj. Á Blankskála var glaðað og kom langabbi, Óli í Uppistovu, yvir við báti eftir teimum úr Leirvík. So gistu teir har.
Her var tað pussiga samanfall, at bæði ættin av Trøllanesi og úr Leirvík var úr Uppistovu. Og Óla navnið var í báðum húsum. 
Dagin eftir varð so farið til gongu út í skúlan í Saltnesi, har pápi gisti, meðan hann gekk til úti á Nesi saman við øðrum góðum garpum og gentum. 
Millum konfirmantarnar var Bartal á Strondum.

Mentunarsetur í Saltnesi
Skúlin í Saltnesi var eitt mentunar­setur. Har var nógv sungið av kingosálmum, og dugdi pápi nógvar kingosálmar. Mamma og hann kundu syngja mangan sálmin uttan at opna bók. Bara harmiligt, at tað ikki varð tikið uppá band. Men tað er nú so, at tað, sum er so dagligt fyri ein, hugsar ein ikki um, fyrr enn tað er ov seint.
Umborð á sluppini Gudrun KG 243 var eitt skriftstað, sum var skorið í eina fjøl og stóð í lugar­skylettinum. Tað var á donskum, sum vanligt var fyrr í tíðini og var úr Sálmi 50, ørindi 15: »Kald på mig på nødens Dag, og jeg vil udfri dig, og du skal prise mig«.
Pápi tók ofta til hetta skrift­stað­ið, sum hevði verið honum og mongum til hjálpar og troyst, tá ið á stóð. Hann var við »Gudrun« um summ­ar­ið, sum hann fylti 68 ár og hevði hann tá verið á sjónum í 50 ár.
Skal eg annars seta eina yvir­skrift yvir foreldur míni, so má hon vera, at tey vóru nøgd og glað.« 
Símun Jóhan var ein av odda­monnunum í brøðra­sam­komuni »Mizpa« alla sína tíð, og tað, sum eyðkendi hann her var trúfesti. Hann hevði orðið í síni makt, og tað var avgjørt eingin, sum sovnaði, tá hann hevði orðið.
Hann talaði á samfelagsmøtum longu, tá ið hann var 15 ára gamal. Hóast hann var greiður og avgjørdur í trúarmálum, so var hann eisini tollyntur mótvegis øðrum og kundi tí saman við øllum.

Fann konuna í sama túni
Í 1956 giftist Símun Jóhan við Marjun. Hann fór ikki so langt eftir konu. Honum longdist altíð aftur til Trøllanesar og kom eisini ofta norður aftur á slóðina. Marjun er ættað úr Útistovu, sum er eitt av teimum trimum »gomlu« húsunum á Trøllanesi. Tey bæði eru tískil ættað úr sama túni.
Marjun er eisini av góðum bergi brotin. Lang­abbi hennara var Absalon Guttorms­son, sum var eitt av okkara stórmennum frá seinna partinum av 19. øld. Absalon gjørdist millum annað kendur sum frá­halds­kempa og sum íðin føroyinga­felags­maður. Hóast tað eru 100 ár, síðan hann doyði, merkist hansara ávirkan framvegis í Mikladals sókn, har Trøllanes er ein partur.
Óli, sonur Marjun og Símun Jóhan, hevur skrivað eina áhuga­verda ritgerð í Varðanum um oldurabban.
Foreldrini hjá Marjun vóru Asta, ættað av Eiði, og Absalon Østerø
Marjun og Símun Jóhan vóru mót­setningar, sum ofta er hjá hjún­um. Meðan Símun Jóhan kanska var tann meira forti, so er Marjun tann hóvliga, men hon kann nú eisini siga, hvar skápið skal standa.
Tey fýra børnini hjá teimum eru: Jóhanna Oluffa, gift Bárði Ljósheim, Asta, gift við Torleif Eiðisgarð, Óli, giftur við Leu Øregaard og Absalon, giftur við Jórun á Roykheyggi

Gav ikki upp fyri bakkasti
Fyri 10 árum árum síðan hendi nakað, sum kom fullkomiliga at broyta lívið hjá Símuni Jóhan. Hann hevði smíðað bát nr. 143 ella reiðiliga tað, tá hann fekk apopleksi, so hann lammaðist í høgru lið. Hetta var eitt rættiligt bakkast.
Men hann fall ikki í fátt. M.a. fór hann at skriva á teldu. Hann kundi bert nýta vinstru hondina og ein fingur at skriva við, so tað gekk ikki skjótt. Men drúgt er tað, sum dryppar. Tað er undir hesum umstøðum, at hann skrivaði nógvar av frásøgnunum í FF-blaðnum.
Millum hesar frásagnir er eisini bátasøgan á Eiði, sum fylti fýra síður í trimum FF-bløðum. Her sást eisini, hvussu gott minni Símun Jóhan hevði. Henda frásøgnin er eitt gott íkast til Eiðis søgu eins og til okkara bátasøgu.
Símun Jóhan helt seg heldur ikki aftur at fara út millum fólk. Við sínum elektriska koyristóli fór hann runt í bygdini, har hann eisini framvegis vitjaði fólk. Hann var altíð vælkomin, har hann kom við sínum framvegis lætta lyndi. Símun Jóhan luttók í øllum bygdarlívi og fór til tey tiltøk, sum hann slapp til. Hann var eitt fyridømi fyri tey, sum koma soleiðis fyri, og hann prógvaði, at var viljin til tess, kundi lívið gerast hampiliga gott.
Men hetta var eisini takkað veri Marjun og hennara. Tey hava á ein fyrimyndarligan hátt gjørt sítt til at lætta um hjá Símun Jóhan, so hann sum minst varð darvaður av sínum breki.
Seinastu tíðina var tað greitt, at tað gekk aftur á hjá honum. Men hann fekk so nógv burtur úr sínum lívi, sum hann kundi fáa.

Báturin hjá Símun Jóhan varðveittur
Tíbetur er tryggjað eftirtíðini, at júst »bátamodellið« hjá Símuni Jóhan er varðveitt. Hann lat sítt kynstur til ein ungan kollfirðing Terja Reinert Jacobsen. Símun Jóhan var ofta í Kollafirði og legði sínum »næmingi« lag á, og sigst hetta at hava riggað væl. Ein dagin kom ein maður til Óla hjá Símun Jóhan, og segði, at hann helt seg heilt vist hava sæð ein nýggjan bát hjá Símun Jóhan. Men hann fekk tað ikki at passa, tí Símun Jóhan hevði ikki smíðað bátar í nógv ár. So væl hevur Símun Jóhan dugað at lært frá sær!

Gestablítt hús
Síðan undirritaði byrjaði at koma til Eiðis fyri um 30 árum síðani, hevur ein túrur inn í Miklagarð altíð verið ein fastur partur av »rutuni«. Hetta var altíð hugaligt, tí Símun Jóhan visti altíð okkurt. Tað visti Marjun eisini, og altíð er hon kvik við drekkamunninum.
Í Miklagarði hevur altíð verið eitt sera gestablítt hús. Her hevur verið hjartarúm, so tað munar. Hjá teimum er altíð komið nógv fólk. Ættirnar í bæði borð eru stórar, og tey komu ofta á vitjan. Tá fremm­andafólk komu í møtis­ørindum, var farið inn í Miklagarð. Har komu eisini onnur. Ein dansk­ur lækni, sum javnan kemur til Eiðis sum avloysari, kendi seg skjótt heima hjá Marjun og Símun Jóhan.
Seinastu ferð eg hitti Símun Jóhan var eisini serlig vitjan av einum dana. Hann hevði ligið á sjúkra­húsi í Danmark í 1971 saman við Símun Johan. Nú var hann komin til Føroya saman føroyskum kunninga, sum eisini kendi Símun Jóhan.
Men so góð minnir hevði hesin danin um Símun Jóhan, at hann vildi vitja hann, hóast Símun Jóhan tá ikki hevði sama førleika at samskifta, sum hann annars hevði verið so óførur til. So væl hevur Símun Jóhan dugað við fólki, at hann var ikki gloymdur sjálvt eftir nærum 40 ár.
Símun Jóhan fekk eisini eina stórsligna jarðarferð. Tey vóru nógv sum vildu vísa hesum megnarmanni tann seinasta heiðurin, sum hann eisini hevði uppiborið.

Í komandi tveimum pørtum verða frásagnir hjá Símun Jóhan. Aftaná verða tveir partar um Poul Müller, kolonistjóra í Grønlandi