Tá Pál skrivaði søgu á Tašmajdan

Tey sannførdu fingu rætt, tey bjartskygdu luft undir vónirnar, og tey ivasomu prógvið. 17 ára gamli Pál Joensen er í heimsflokki. Argumentið er eitt skínandi, evropeiskt gullheiðursmerki, ið skapar undran, respekt og afturljóð millum stoltar svimjitjóðir og bergtikin viðhaldsfólk

Slavna og kvalandi kvøldarluftin í Beograd merkist enn á pannuni, meðan eg bíði. Boðini frá landsliðs- og persónliga venjaranum eru greið. Pál Joensen skal hava hvíld og skal í song sum skjótast, og tí mugu vit gera skjótt av. Tá hann bráðliga trínur inn í kamarið hjá sínum venjara, skilji eg á øllum brøgdum, at Pál longu var á veg í song. Klokkan er trý korter til tíggju, hetta mikukvøld í serbiska høvuðsstaðnum. Eg eri komin til Hotel Continental, miðskeiðis í býnum, fyri at hitta ein evropameistara.

Pál Joensen er ílætin hvíta kimino og eitt stórt bros. Fýra tímar eru gingnir síðani hann leyp á bláman í 50 metra langa, uttandura hylin á Tašmajdan svimjistadion, hvørs stoltu traditiónir røkka aftur til fyrstu heimsmeistarakapping, sum varð hildin her í 1973. Tríggjar minuttir, 51 sekund og 44 hundraðpartar av einum sekundi seinni kom vágbingurin á mál – frammanfyri Di Giorgio, Mohammed, Shaw, Pielowski, Moutsos og hinar. Og tá Tú alfagra land mítt løtu seinni ljómaði millum italienar, bretar, fransmenn, pólendingar, grikkar og aðrar, var vágbingurin krýndur við gulli.

- Eg haldi ikki ordiliga, at eg enn veit, hvat eg havi gjørt. Men tað er ein fantastisk kensla, sigur Pál Joensen og ljóðar bæði glaður og lítillátin í senn.

Tímarnir síðani gullheiðursmerki eru farnir við at fáa viðgerð frá fysioterapeutinum hjá svenska landsliðnum, við eini dopingroynd, við lættari svimjing fyri at fáa kroppin í balansu aftur, og við hvíld. Nú er gullvinnarin á veg í song, so hann verður væl fyri til at venja klokkan sjey í morgin áðrenn.

Umframt at vera glaður og lítillátin er Pál Joensen eisini stoltur. Við at gerast evropameistari hevur hann skrivað søgu, umframt at hann pr dags dato er heimsins skjótasti junior svimjari á 400 metrum frí. Tíðin hjá honum í finaluni fyrr í kvøld, 3:51:44, er nevniliga skjótari enn gulltíðin í finaluni í somu grein í HM í Meksiko fyri góðum trimum vikum síðani.

- Eitt av mínum málum var at eg skuldi svimja skjótari enn kappingarneytarnir svumu til heimsmeistaakappingina herfyri. Eg vildi prógva, at hóast eg ikki var við í Meksiko, eri eg tann besti, sigur Pál Joensen.


Dreymurin

Fleiri ferðir hevur Jón Bjarnason hug at blanda seg upp í samrøðuna. Hann er vanur at stýra sínum svimjara við bevístari og harðari hond, men sjálvdisiplinin og álitið er eisini at finna í venjaranum, sum hesa løtuna á kamar 549 avmarkar seg sjálvan til at spæla aðru violin. Í tvey ár hava teir báðir miðvíst arbeitt móti hesi løtu, sum bleiv fullgjørd í bakandi sólskini, undran og virðing í serbiska høvuðsstaðnum fyrr í kvøld.

- Tingini tykjast at fungera nú. Og eg tori nú at geva mær sjálvum eitt herðaklapp fyri okkara arbeiði. Tað vóru fólk, ið hildu okkum vera svakar, tá vit fyri tveimum árum síðani søgdu, at Pál ætlaði at gerast evropameistari í 2008. Í dag hava vit prógvað, at stríðið hevur verið tað vert og at hart arbeiði lønar seg, segði Jón Bjarnason, meðan hann av kantinum á Tašmajdan sá sín gullfugl fara á flog móti altjóða tindum.

Pál Joensen bergtók, fekk fólk at tagna av undran og sannførdi fyrstu sjey longdirnar í 50 metra hylinum. Hann legði seg á odda at kalla beinanvegin, helt argastu mótstøðumenninar eina kropslongd frá sær fyri síðan at økja enn meira um munin, áðrenn teinurin var hálvsvomin. Men síðstu 50 metrarnar mundi alt farið fyri skeytið. Alex Di Giorgio úr Italia, tiltikin sprintari á seinasta strekki, tók seg tættari og tættari inn á Pál í hvørjum taki. Svimjientusiastar óttaðust endurtøku frá Danish Open herfyri, har Pál misti á stokkinum og tapti til danskan OL-svimjara á seinastu metrunum. Men hesaferð helt.

- Eg hómaði Giorgio. Hann var eina kropslongd aftanfyri, eftir at vit høvdu vent fyri seinastu ferð. Men hann gekk við øðiligari ferð, og longu 25 metrar seinni var hann undir liðini á mær. Eg royndi at seta frekvensin so høgt sum gjørligt, men kroppurin vildi ikki rættuliga. So tað var gott, at eg ikki hevði klipt neglirnar, tí kanska gjørdu tær munin, sigur Pál Joensen brosandi.

Álvarin tekur tó skjótt yvir, og ungi svimjarin viðgongur, at hann hesa løtuna, lið um lið við Giorgio, bar ótta fyri at missa alt á gólvið. Eisini hann skeitti ein tanka til Danish Open, tá marginalarnir mutaðu ímóti. Men sum nevnt – hesaferð helt.

- Komin á mál hugsaði eg ikki neyvt um, hvussu lítil munurin var. Eg staðfesti bara, at eg fyrstur á mál, og tað var virkuliga deiligt. Eg kláraði tað!

Pál Joensen smílist aftur, og seriøsiteturin og gleðin við at vinna tykjast vera í fullkomnari balansu. Ungi evropameistarin hevur í kvøld eisini svomið seg ígjøgnum heilsanir, smsboð og góð orð við á vegnum frá sínum nærmastu, vinfólki og kenningum heima í Føroyum. Eisini formaðurin í Svimjisambandinum ber heilsan av síni summarferiu í Fjareystri, haðani hann á internetinum hevur fylgt gongdini hjá gullfuglinum í føroyskari svimjing:

- Evropeiska gullheiðursmerkið hjá Pál Joensen hevur stóran týdning, bæði fyri føroyska svimjing og føroyskan ítrótt í síni heild, sigur Palli Ziskason, sum roknar við at gullheiðursmerkið fer at lyfta føroyska svimjing, sum tó avgjørt hevur tørv á betri umstøðum beinanvegin.

Palli Ziskason er forsprákari fyri hugsanini um, at einstaklingaítrótturin skal styrkjast og raðfestast hægri enn liðítrótturin. Eftir hansara tykki er tað í einstaklingaítrótti, at vit føroyingar kunnu gera ein vørr. Kunnu skriva søgu, júst sum í kvøld.


Disiplin

Klokkan nærkast tíggju á kvøldi í serbiska høvuðsstaðnum, og nýklakti evropameistarin skal í song. Skínandi gullheiðursmerki gevur einki wildcard til frídagar, fest ella býtúrar. Heldur ikki, hóast eingin kapping er á skránni fyrrapartin í morgin, tí evnaríki vágbingurin við góðum tilmeldingartíðum longu hevur svomið seg í finaluna í 1500 metrum frí seinnapartin.

Pál Joensen er aftur lítillátin og stoltur í senn, tá eg takki fyri samrøðuna. Hann veit væl, hví hann skal í song nú, hóast ein natúrligur tanki fyri ein tannáring tíðliga á kvøldi eftir tídningarmesta sigur nakrantíð neyvan er svøvnur. Men tað er væl eisini hetta, sum skilir elituna frá tí elementera, vinnarar frá luttakarum og Pál frá restini av Evropa. Hetta, saman við einum vilja av stál, jarnharðari disiplin og professionalismu fyri hvønn millimetur. Pál Joensen hvørvur inn í sítt egna kamar og letur aftur pallin til sín mentor og venjara, Jón Bjarnason.