Soleiðis minnist eg abba mín:
Góði abbi.
Eg havi leingi ætlað at skriva minningarorð um teg, men tíðin gongur so skjótt ..... og nú eru longu 9 mánaðir farnir, síðani Jesus pápi tók teg heim til sín. Vit saknað teg, men eru fegin um, at tú nú ert saman við ommu og mammubeiggja. Eg veit, at eins nógv, og vit saknað teg her, so hava tey glett seg til at fingið teg heim.
Abbi tú vart ongantíð ein maður við nógvum orðum, men tær gerðir tú gjørdi, og tað tú var, hevur havt nógv at týða – ikki bara fyri meg – men eisini fyri øll tey, sum vóru rundan um teg.
Eitt tað besta eg minnist um teg, abbi, er, hvussu góður tú vart við ommu. Tú mátti altið vita, hvar hon var, og hvat hon gjørdi, og tær dámdi best, um tú kundi vera saman við henni, har hon fór. Tá ið tú komst inn á gólvið hjá okkum á Glyvrum, segði tú altíð: “Eg vil einki, eg fari inn aftur til ommu tína” og tað fyrsta tú gjørdi, tá ið tú komst heim, var at rópa: “Noomi, hvar ert tú?” Omma var tín tryggleiki á sama hátt, sum tú og omma vóru tryggleikin hjá mær og okkum. Vit vistu, at vit altíð kundu koma til tykkara, um tað var okkurt, ið tyngdi. Sama gjørdi um tað var á nátt ella degi.
Tá ið eg byrjaði at spæla hondbólt og fótbólt vart tú ofta og hugdi at, tá eg spældi dyst. Eg elskaði at hoyra teg rópa, og var fegin um, at tú tímdi at brúka tíð upp á at hyggja eftir mær og okkum. Tú vart so spentur og livdi teg ordiliga inn í dystin. Og tað rørdi teg at síggja, at tað gekst mær væl. Vit bæði vóru til nógvar dystir, bæði í høllini og við Løkin – hetta var eitt av okkara felags áhugamálum.
Eg minnist, tá ið vit plagdu at verða á møti í gamla Elim, tá ið eg var smágenta. Minnist at eg plagdi at hyggja eftir tær, tá ið vit sungu úr sangbókini – tú sang ikki við, men tú blundaði, og ofta runnu tárini niður eftir kjálkunum. Og tað sama var galdandi, tá ið onkur talaði ella hevði ein vitnisburð. Eg skilti ikki tá, hví tú græt, men tað skilji eg nú, tí tú við tinum atburði lærdi meg at skilja tað.
Tað kann verða, abbi, at fólk fara at gloyma, hvussu tú vart, ella gloyma tað tú segði, men eingin fer nakrantíð at gloyma, hvussu væl tú dugdi at fáa tey at kenna seg væl. Tú var og fer altið at verða nakað serligt, abbi.
Vit elskaðu teg og nú sakna vit teg so sárliga.
----------
Tín fyrstfødda abbadóttir