Flytifuglar flúgva suðureftir um veturin. Og tað fer songfuglurin Malin Zachariassen eisini at gera í vetur. Sjálvt um leiðin ikki liggur heilt ímóti teimum tropisku og heitu londunum, so gongur leiðin til heimlandið, Svøríki.
Malin hevur búð í Føroyum í til samans níggju ár. Fyrstu ferð hon kom til Føroya var í 1988 í sambandi við, at pápi hennara fekk starv sum tónleikalærari her í tvey ár. Tá var hon 15 ára gomul. Tað stutta av tí langa er, at Malin fann sær føroyskan mann og hevur búð í Føroyum seinastu sjey árini.
Sjálvt um Malin er svensk, so ber als ikki til at hoyra á henni, at hon ikki er føroyingur, tí hon tosar nevniliga flótandi føroyskt. So føroyskt, at hon nú sendir næstu fløgu sína á marknaðin ? á føroyskum.
Skal tola nógv
Malin sigur, at tað tók henni umleið eitt ár at læra føroyskt.
? Eg havi bara lurtað og hermað. Sagt tað, sum ljóðar best, og tað hevur sum oftast verið tað rætta. Eg hevði eisini gjørt upp við meg sjálva, at eg vildi læra føroyskt, men ein skal tola nógv í og við, at ein verður rættaður alla tíðina, greiðir Malin frá.
Víðari sigur hon, at tað ikki er lætt at koma í 9. flokk, og onki duga av málinum frammanundan.
Mannin, Jan Zachariassen møtti hon eisini tá hon var í Føroyum fyrstu ferð.
? Maður mín helt, at hann hevði møtt eini stillari og friðarligari gentu, sum onki segði. Trupulleikin var bara, at eg fekk onki sagt, sigur Malin sarkastiskt og flennur.
Flyting
Í 1991 flutti Jan yvir til Svøríkis í fimm ár til Malin varð liðug við útbúgving sína sum sjúkrasystir, og í 1996 fluttu tey so aftur til Føroya. Í desember gongur leiðin til Svøríkis, hesuferð til Malmø, har foreldrini hjá Malini nú búgva.
? Vit hava altíð sagt, at vit fara at flyta aftur til Svøríkis og um tað skal vera, so skal tað verða nú. So fáa vit eisini møguleikan at flyta aftur til Føroya tá dreingirnir skulu í skúla, greiðir Malin frá. Hon peikar á fyrimunir við at flyta til Svøríkis, sum eitt nú tað fíggjarliga í og við, at í Føroyum heldur hon tað illa bera til at vera heimagangandi, tí tað er so dýrt at liva í Føroyum. Umframt tað, so hevur hon enn rætt til barsil í Svøríki, so hon kann framvegis gera sær dælt av tí.
? Hetta er ongin permanent loysn. Trívast vit ikki, so fara vit heim aftur. Har hava Jan og eg tvær heilt ymiskar væntanir til framtíðina, har eg vænti, at vit ikki fara at trívast og koma aftur til Føroya, og Jan heldur, at vit fara at trívast og ongantíð koma aftur.
? Eg eri ein persónur, sum hevur brúk fyri árstíðunum. Tað er fantastiskt, tá tú sum barn upplivir árstíðirnar í og við, at tú fert úr vetrarklæðunum og í várklæðir. Her gongur tú í teimum somu klæðunum alt árið.
Men Malin ásannar, at tað uttan iva verður hart at flyta.
? At koma til eitt nýtt stað, nýtt arbeiði, har tú ongan kennir, er ringt. Men tað er kanska eisini eitt frælsi í at tú ikki kennir nakran.
Sum barn flutti Malin eisini nógv. Og tað hevur hon als ikki sæð sum nakað ringt.
? Røturnar hjá mær eru ikki í einum býi ella einum býarparti. Tær fara djúpari enn so.
Virkin á føroyskum
Umframt at vera kona, mamma og sjúkrasystir, so er Malin eisini virkin innan tónleikaheimin. Í 1999 gav hon fløguna "Drekk av vatninum" út, og nú kemur fløgan "Eg vil fylgja" á marknaðin. Nevnast kann eisini, at tann fyrra fløgan varð eisini givin út á svenskum í Svøríki.
? Tað er stuttligt at vera virkin á føroyskum. Hetta, sum eg geri, er til fólk her í Føroyum. Nakað, sum tey kunnu brúka her, og tí er tað á føroyskum. Eg skilji væl, at fólk gera tónleik á enskum fyri at sláa ígjøgnum uttanlands, men tað er ikki endamálið hjá mær, sigur Malin.
Malin greiðir frá, at løgini vóru klár til upptøkur fyri hálvum øðrum síðani, men tá fingu Malin og Jan aftur ein son, Jákup. Áðrenn áttu tey Elias, sum er trý ár. Men upptøkurnar byrjaðu í juli mánaði í ár, og vóru lidnar tveir mánaðir seinni.
? Hetta við at gera tónleik er ikki nakað fast hjá mær. Eg havi altíð verið virkin við tónleiki í samkomuni. Men eg seti meg ikki niður at skriva tónleik. Tað er bara nakað sum kemur. Sum til dømis tá eg havi hoyrt eina góða talu ella tá eg tosi við Guð, so er ein sangur brádliga har, greiðir Malin frá.
- Viðhvørt brúki eg so at siga onga tíð til tónleik, men so tá ein verkætlan er í gongd, so brúki eg nógva tíð til tónleikin. Eg hevði gott kunnað hugsað mær, at hetta við at geva fløgur út gjørdist til ein lívsstíl, men tað skal ikki vera nakað trýst.
Liva eins
Nú hevur Malin so búð í Føroyum í níggju ár tilsamans, og hevur upplivað landið bæði væl og virðiliga.
? Mær dámar væl Føroyar sum land, og eg trívist væl her.
Tær keðiligu síðurnar við Føroyum heldur Malin vera veðrið, og at øll liva so eins.
? Fólk í Føroyum liva so líka. Tey eru ikki so fleksibel.
Øll byggja hús, fáa sær nýggjan bil, arbeiða og koyra børn á stovn, greiðir Malin frá, men undirstrikar, at hetta ikki er nakað negativt.
? Eg kenni á mær, at okkurt skal henda nú, og tað er týdningarmikið, at ein sjálvur velur, hvussu lívið skal livast, og ikki er bundin av umstøðunum. Og tað er tað, sum vit gera nú. Vit velja at liva okkara lív. Alternativið hevði verið, at vit høvdu farið út at arbeitt og børnini høvdu farið á stovn. Men vit eru ung og lívið hevur nógv at bjóða uppá.
- Vit taka ein kjans og loyva okkum at gera ting og taka feil. Vit kunnu jú altíð koma aftur.
Tann 6. desember gongur leiðin so til Malmø. Hvussu leingi steðgað verður har, er ikki avgjørt enn, men alt letur til, at avbjóðingin verður tikin við góðum treysti.