Ríkisfelagsskapurin er ein heroin-sproyta

- Hjarta, hugburður og sál eru týdningarmiklari enn ein full pengamappa. Vælferðin er í grasinum og moldini. Har er loysingin, og har er frælsi. Fáa vit hetta inn í hjørtuni á okkum, fer tað at ganga – sjálvt, um vit eru føroyingar, segði Petur Pólson, tá hann hugleiddi um mentan á flokstingi Tjóðveldisins

Hugleiðing

 

Tað var áhugavert at lýða á orðini hjá Peturi Pólson í Skálavík seinasta leygardag, tá lærarin, yrkjarin og tónleikarin á sín sermerkta hátt hugleiddi um føroyska mentan. Hann segði tingini við orðum, sum vit sjáldan hoyra á røðarapalli, og hann ballaði einki inn, men tosaði út frá livrini, sum vit plaga at siga.

Petur byrjaði sína framløgu á ein forvitnisligan og serstakan hátt, soleiðis at tú noyddist at lýða tað, sum aftaná fór at koma.

- Í 1992 keypti ein sambandsmaður húsini, sum pápi mín bygdi. Húsini fingu danska múrsteinslitin og konan, sum nú flutti inn, gekk í túninum við hundinum. Danskir litir og danskur lívsstílur ráddi nú í hesum húsum, har eg sum ungur hevði mína fyrstu avgongu.

 

Heroin-sproyta

Petur segði, at fyri summi er ríkisfelagsskapurin andadrátturin, men sjálvur vildi hann siga, at ríkisfelagsskapurin er ein heroin-sproyta.

- Men ríkisfelagsskapurin er ikki bara heroin. Hann er eisini tað, sum hoyrir upp í at brúka vandamikla evnið – tað at fáa fatur á tí, at hava ráð til tað, at fylla seg við tí og bedøva seg. Høvuðsorsøkin til, at so fá koma burtur úr heroin-misnýtslu er, at tað er so trupult at gerast leysur av evninum. Heroin kann drepa, men tú kanst eisini doyggja við at gerast edrúur, sum hann tók til.

Og Petur helt fram:

- Fyri at kunna gevast við nøkrum, tú ert bundin at, noyðist tú at síggja longur enn bara til tingið sjálvt. Hetta geldir ikki bara heroin, men alt, sum fólk kunnu vera bundin at. Tú noyðist at broyta tín grundleggjandi hugburð til alt, sum er til. Tað nyttar einki bara at standa á einum palli og tosa um niðurskurð í ríkisveitingini. Tá fært tú bara sambandsmannin Helga Abrahamsen upp á nakkan. Hugburðurin má broytast – heilt úr grasstránum og frameftir.

 

”Einki ordiligt..”

Hann segði, at livikorini hjá einum og hvørjum persóni ella tingi er treytaður av hugburðinum til tað.

- Skalt tú finna út av, hvussu eitt nú samkynd hava tað í Føroyum, skalt tú bara hyggja at, hvør hugburðurin til samkynd er. So veitst tú samstundis eisini, hvussu tey fólkini hava tað í Føroyum.

Petur vísti á, at tá hann sum ungur spældi við tónleikabólki, hoyrdi hann einaferð ommu sína tosa í telefon við eina vinkonu, sum spurdi eftir sær.

- Nei, Petur ger einki ordiligt. Hann spælir tónleik, hoyrdi eg ommu mína siga. Tú kanst vera róptur bloyta, samfelagsbyrða ella hvat tað nú kann vera. Alt veldst um, hvønn hugburð vit hava til tingini, og vit hava lyndi til at finna okkum í hugburðinum, soleiðis sum hann er. Hann kemur inn í blóðið hjá okkum – sum ”avhengigheit” og gerst náttúrligur.

Petur vísti á, hvussu danska sendingin X-Faktor í løtuni er størsti sosiali felagsnevnarin í Føroyum.

- Hvar hendir hugburðsbroytingin? Skal eg hyggja upp á teg – ella skalt tú hyggja upp á meg? Hvar skulu vit byrja. Vit skulu síggja tað smáa, sum kann hava stóran týdning, men vit mugu eisini síggja tær størru myndirnar.

Petur nam eisini við, hvørja ímynd fólk hava av einum mentafólki.

- Sær onkur nokso bumsaligur út, so halda fólk, at hetta man vera ein mentamaður. Tað kann væl vera, at so er. Leikluturin hjá okkum øllum er at broyta hugburð – og ikki lata nakran gera tað fyri okkum. Vit eiga at gevast við at mala í tí sama, men ganga nýggjar leiðir, síggja nýggj ting og nýggjar møguleikar.

 

Tørva nossir

Hann vísti á, at Føroyar tónleikaliga eru eitt sera spennandi og forvitnisligt land.

- Vit reypa okkum av Teiti Lassen, men hann býr aðrastaðni og rindar skatt aðrastaðni. Vit eiga nógv dugnalig tónlistafólk. Tað mugu vit viðurkenna. Vit skulu droppa hugburðin, sum vit eru so ófør til ”ja, men vit eru føroyingar...” Vit skulu seta okkum fyri at gera heimsins besta tónleik.

Petur helt fyri, at lærarar skulu læra børnini at taka sítt pláss í skúlastovuni og siga ”hey, hetta eri eg...”.

- Tað er ikki nóg mikið, at onkur heldur um okkum ”nej, hvor deiligt land, Føroyar eru...” ella ”at tað er gott at vera føroyingur...” Vit skulu ikki vera alt ov fitt. Okkum tørvar nossir, um eg skal siga tað pent. Vit skulu tora at siga, at ”her eru vit, hetta er tað, vit gera, hetta er tað, vit vilja, og hetta er tað, vit kunnu”. Gera vit tað, so kunnu vit tað eisini, segði hann.

Í síni hugleiðing helt Petur eisini fyri, at Føroyar áttu at skift tjóðsangin út við yrking hjá Poul F. Joensen um Deyða Magnus Heinasonar.

- Her lýsir hann okkara støðu so væl, at eg havi hug at halda uppat at yrkja. Sálin hjá einum fólki er ofta tað, sum mentanin ger, legði hann aftrat.

 

Stórir møguleikar

Gestarøðarin segði, at høvdu Føroyar brúkt einar 70 miljónir krónur upp á eitt tónleikastudio, høvdu stór nøvn komið higar til lands at spælt inn tónleik.

- Hetta hevði ikki bara komið tónleikalívinum í Føroyum at gagni, men eisini øðrum tættum í samfelagnum. Eg sigi ikki, at tað almenna skal brúka nógvan pening til tónleik og sjónleik, tí tað er minst líka so umráðandi, at vit fyrst broyta hugburð.

Petur vísti á, at vit hava einki forlagsfelag í Føroyum, sum gevur út, og tí verður tað eisini meira tilvildarligt, hvussu gjørt verður burtur úr útgávum.

- Tó síggja vit nøkur átøk, har tónleikur gongur hond í hond við eitt nú politiskum tiltøkum. Eisini síggja vit tiltøk, har politikkur verður kryddaður við tónleiki.

Hann segði, at tey, sum spæla tónleik, koma í samband við onnur fólk enn tey, tú ikki vanliga kemur í samband við.

- Hetta hendir ikki minst, tá spælt verður uttanlands. Tey hyggja upp á okkum og fáa at vita, at vit eru føroyingar. Hvat vilja vit, at hesi fólk skulu vita um Føroyar? Spurdi hann.

Petur segði, at tónleikaliga eru Føroyar so ógvuliga væl fyri, og hann minti eisini á, hvussu stóra ávirkan kend tónleikanøvn sum eitt nú Bob Dylan hava havt á amerikanska samfelagið.

- Slík tónleikanøvn hava verið við til at skapt politisku fatanina hjá fólkinum, eins og vit hava átt yrkjarar, sum høvdu stóra ávirkan á okkum. Poul F. Joensen hevur soleiðis havt stóra ávirkan á meg sum tjóðskaparmann.

Petur helt fyri, at sjálvur er hann nokso troyttur av hesum undirgivna og undirbrotliga.

- Vit skulu ikki grava okkum niður í eina holu. Vit skulu lata eygu og hjørtu upp og stíga fram, og eg haldi, at vit skulu loysa og skipa okkum sum tjóð beint nú. Eg eri 100% sannførdur um, at Føroyar saktans kunnu standa á egnum beinum. Vørurnar fara ikki av handilshillunum fyri tann skuld. Hinvegin ber saktans til at gera spennandi rættir úr tara, legði hann brosandi aftrat.

Gestarøðarin vísti enn einaferð á, at gert tú tað, tú vilt, so ert tú eisini tað, tú vilt.

 

Ikki peningur

Petur, sum sjálvur er lærari, helt fyri, at tá skúlarnir rópa eftir meira peningi, segði hann seg samstundis ivast í, um peningur er tað, sum skúlunum tørvar mest. Hann helt, at skúlunum meira tørvar eina hugburðshjálp enn eina peningaliga hjálp.

- Eg haldi, at tað, sum er mest galið við skúlanum, er skipanin og hugburðurin, sum er ein fylgja av skipanini. Tað er her, vit eiga at byrja – og ikki við at oysa meira pening inn í skúlaverkið. Vit eiga at byrja við høvdinum – og ikki pengunum, legði hann aftrat.

Í endanum av sínum hugleiðingum vendi Petur aftur til tjóðskaparstríð føroyinga og segði, at føroyingar at enda fara at vinna hetta landið.

 

Vælferð í mold

- Tað, sum skal til, eru nýggjar leiðir, nýggir tankar og nýggir dreymar. Hjarta, hugburður og sál eru týdningarmiklari enn ein full pengamappa.

Hann segði, at vælferðin er í grasinum og moldini.

- Har er loysingin, og har er frælsi. Fáa vit hetta inn í hjørtuni á okkum, fer tað at ganga – sjálvt, um vit eru føroyingar, segði Petur Pólson, tá hann hugleiddi á flokstingi Tjóðveldisins í Skálavík seinasta leygardag.