Tað sigur hann í einum video, sum hann hevur lagt út á sosiala miðilin X.
76 ára gamli Urrutia var mótvalevni hjá Nicolás Maduro á nógv umstrídda forsetavalinum í 2024. Andstøðan heldur fast við, at talan var um valsvik, og at tað í veruleikanum var Urrutia, sum vann valið.
Urrutia hevur búð í útlegd í Spania síðani september í fjør.
Samstundis lýsir hann sín stuðul til andstøðuleiðaran María Corina Machado, sum arbeiðir fyri einari demokratiskari loysn og nýggjum vali í landinum.
Sambært AFP leggur útmeldingin trýst á bæði myndugleikarnar í Venezuela og USA um at stuðla einari demokratiskari tilgongd í landinum.
– Vit standa saman við sama máli og somu kós móti somu framtíð, sigur Urrutia í sjónbandinum.
Nicolás Maduro varð kunngjørdur sum vinnari av forsetavalinum í 2024, men fleiri vesturlond og altjóða eygleiðarar hava ikki góðtikið úrslitið.
Í januar varð Maduro tikin til fanga av amerikonskum serherdeildum í Caracas, og síðani hevur fyrrverandi varaforsetin Delcy Rodríguez virkað sum forseti.
María Corina Machado rósti leygardagin Urrutia fyri hansara arbeiði og kallaði hann eitt fyridømi um trúskap og tænastu fyri heimlandið.











