USA og tess sameindu eru í kríggi við Irak. Og hóast tað neyvan fer at merkjast í Føroyum, so ber til at siga, at Føroyar eru partar í krígnum.
Danska stjórnin hevur givið USA og tess sameindu politiskan stuðul við at senda ein kavbát og eina korvett til flógvan. Og stjórnin hevur eisini givið amerikanskum flogførum heimild at nýta føroyskt loftrúm í stríðnum móti Irak, um tað gerst neyðug.
Tað hevur ljóðað, at flogfør hoyrdust yvir Havnini fyrranáttina. Men hetta avsannar Jan Leisborch, kommandørur yvir Færøernes Kommando. Hann sigur tað eisini vera ósannlíkt, at loftrúmið fer at vera nýtt, tí tað reint landafrøðiliga neyvan verður flogið hendanvegin ávegis til Irak.
Flogloyvi givið
Jan Leisborch viðgongur, at Færøernes kommando hevur økt varðhaldið kring støðina í Mjørkadali síðstu dagarnar í einum »antiterror beredsskab«. Men gerandisdagurin er sum hann plagar, og onki bendir á krígsstøðu í Mjørkadali.
Súmbólskt ber kortini til at siga, at Føroyar eru bjóðaðar fram. Á Uttanlandsdeildini hjá landsstýrinum verður sagt, at USA hevur heimild at brúka føroyskt loftrúm alt hetta árið út uttan at spyrja føroyingar eftir hvørja ferð.
? Vit hava givið USA eitt varandi loyvi at flúgva yvir Føroyum. Hetta er eitt framhald av loyvinum, sum vit góvu í fjør í stríðnum móti yvirgangi. Stutt herfyri fingu vit at vita frá ríkisumboðnum, at tað loyvið eisini fevndi um eitt møguligt álop á Irak, sigur Sigmundur Isfeldt, fulltrúi á Uttanlandsdeildini.
Politiskt er støðan margháttlig. Tí løgtingið hevur noktað at stuðla einum álopi á Irak, sum landið liggur.
Ímóti løgtingssamtykt
Mikudagin samtykti løgtingið, at »øll tiltøk til tess at fáa Irak og Saddam Hussein at ganga undir ST-samtyktirnar skulu góðkennast av ST«.
ST hevur ikki góðkent álopið hjá USA og tess sameindu á Irak. Sostatt er tað í andsøgn við eina løgtingssamtykt, um flogfør flúgva yvir Føroyum í krígsørindum.
Samstundis stendur løgtingið í greiðari andsøgn við tann almenna uttanríkispolitikkin hjá Danmark. Og harvið okkum sjálvum. Tí Danmark førir uttanríkispolitikk vegna Føroyar.
Jan Leisborch viðgongur, at tað kann tulkast soleiðis, at Føroyar eru í kríggi.
? Tað er sjálvandi ríkið, sum fer í kríggj, um Danmark velur at fara við. So er tað ein politiskur stuðul, ið ríkifelagsskapurin velur at geva, og har eru Føroyar ein partur. Men hatta er eitt akademiskt kjak, sum hevur lítlan praktiskan týdning, sigur stjórin á Færøernes kommando.
Føroyar mótmæla
Føroyar mótmæla sostatt sín egna uttanríkspolitikk. Jóannes Eidesgaard gjørdi eisini vart við hetta í tinginum mikudagin.
? Danska stjórnin fer í kríggj, og tað er tann almenni uttanríkispolitikkurin í ríkinum. Antin vit vilja tað ella ei, er tað eisini tann føroyski uttanríkispolitikkurin. Hetta er ein søguligur møguleiki at staðfesta, at føroyingar hava eina uttanríkispolitiska meining, sum ikki er í samsvari við donsku stjórnina. Og fyri mín part er eg sum uppskotstillari errin og stoltur av at atkvøða fyri at staðfesta, at Føroya løgting tekur ikki undir við donsku stjórnini at fara í kríggj við Irak, segði Jóannes Eidesgaard.
Ein stórur meiriluti av løgtinginum atkvøddi fyri uppskotinum hjá m.a. Jóannes Eidesgaard. 19 atkvøddu fyri, 2 atkvøddu blankt og 9 atkvøddu ímóti.










