kemur tað sera illa við hjá KÍ, at lyklaspælarar eru burtur frá. Hesa ferð saknaðu teir Allan Joensen, Aleksander Djordjevic og í 2. hálvleiki Ova Nysted, og uttan teir leið KÍ skipbrot. At allir fara at [...] sum sást fríggjdagin. Tá vóru teir rættuliga máttleysir og tunnir. Í tí førinum vóru Gidek og Súni Olsen ikki við. Gidek var við sunnudagin, og tað hevði stóran týdning. Serliga eftir eyðmýkingina í s [...] rokna við. Tað tykist sum um, at tað bæði í KÍ og GÍ er so mikið tepurt við tilfari, at gongdin frameftir er treytað av, at lyklaspælararnir sleppa undan skaðum og leikbannum. Serliga gøtumenn hava í stey
brast í tvørtræið og niður í graslíkið, og fagnaðurin millum gestirnar kendist sum sigursrákið. Men so spenti Gí seg uppaftur meiri út, Bartal skoraði, og hóast NSÍ síðstu løtuna gav alt og eitt sindur afturat [...] ferð eftir ferð. Fyri hann og liðfelagarnar á vøllinum og viðhaldsfólkini í lívdini undir hálvtakinum kom síðsta bríkslið sera væl við. Báðir partar á kambinum og í dalinum NSÍ hevði lotið undan í fyrra [...] trúføstu viðhaldsfólkini, sum treiskaðust ímóti bæði bensintroti og veðri, framúr seinnu hálvfinalu. NSÍ var tvær ferðir í finaluni, og alt endaði við, at GÍ, sum í útgangsstøðuni var omaná, tí teir høvdu
vikuskiftinum. Skála og B68 spæla á Skála leygardagin klokkan 14, og NSÍ og HB spæla í Runavík klokkan 17 leygardagin. Sunnudagin eru tríggir dystir á skránni FS Vágar?GÍ, KÍ?VB og B36?EB/Streymur. ? Henrik [...] verið soleiðis, at landsliðið hevur verið rættuliga støðugt mannað, og at útskiftingarnar hava verið fáar og eru komnar so við og við, og at tað oftast hevur verið rættuliga upplagt, hvørjir teir fyrstu ellivu [...] vinstru bæði hjá KÍ og B36, men á landsliðnum hevur hann fyri tað mesta verið framrættaður. Tað ber eisini til at ímynda sær, at um venjarin ikki heldur Súna Olsen vera nóg væl fyri, og um Øssur Hansen
sum eg hevði í huga, og har var eisini ein onnur umbøn um dystarflyting. Tað var Skála-B68, sum vildu spæla stevnudyst leygardagin, og tann umbønin var komin áðrenn tann hjá NSÍ og HB. Dysturin er tó framvegis [...] ónøgd, at dystirnir í bestu mansdeildini hava verið kastaðir aftur og fram hesi bæði fyrstu umførini. Fyrst var tað dysturin ímillum GÍ og KÍ í fyrsta umfari. Hann skuldi upprunaliga verði leiktur ein dag [...] er tað so dysturin ímilum NSÍ og HB, sum er orsøk til ruðuleika. Upprunaliga var dysturin ásettur til mánadag, men tá bæði liðini hildu tað vera ov strævið at spæla mána- og hósdag, spurdu tey um loyvi
HB og NSÍ hava verið roknað millum gullfavorittarnar. Tað eiga tey eisini at verða eftir góðu reklamuna, sum hesi liðini sunnudagin gjørdu fyri sær sjálvum og fótbóltsspælinum sum heild. Hjá NSÍ man tað [...] , sum B36 hevur í Jákupi á Borg og John Petersen. Men tað hava onnur feløg. Eitt nú EB/Streymur, sum KÍ fer at vitja hósdagin. Fyri snildar spælarar sum Sorin Anghel og Magna á Lakjuni er tað reint guff [...] spæla ímóti so flatari verju, sum er so fokuserað upp á rangstøðuna, sum KÍ var tað ímóti VB. Hjá KÍ riggar tað illa at fáa dýpd í, og so eigur tað at kosta nógv. Serliga tá ið fleiri av verjuspælarunum ikki
Jákup Mikkelsen, Molde, og Jens Martin Knudsen, NSÍ, eru málverjar. Hinir eru Fróði Benjaminsen og Jann Ingi Petersen úr B68, Jóhannis Joensen, FS Vágar, Julian Johnsson, Jákup á Borg og John Petersen, B36 [...] Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør, KÍ, Jónhard Frederiksberg, Skála, Rógvi Jacobsen og Andrew av Fløtum, HB, Ingi Højsted, Arsenal, Christian Høgni Jacobsen, Vejle, Jón Rói Jacobsen, Brøndby og Johan Byrial [...] ímóti Kasakstan, og tá skoraði hann fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Hann var ikki í hópinum undan seinna dystinum, og nú er hann aftur settur uttanfyri. Tað er Helgi L. Petersen eisini, og pláss er heldur
eru vánaligar, nú tað er ein og eingin útgávudagur millum eitt umfar og so tað næsta. Nú skal tað ikki vera tað bera grenj, men vit staðfesta hetta eina ferð enn. Tíðin og verkfallið bera við sær, at umrøðan [...] umrøðan er rættuliga avmarkað. Norðoyastevnudysturin verður millum KÍ og B68, sum bæði eru á aldukambinum. B68 hevur alt fólkið tókt. Hjá KÍ er Aleksander Djordjevic framvegis skaddur. Fríðin Ziskason var [...] var Eyðfinn Fjalsbak við fyri fyrstu ferð, og tað var ikki eiti á. Hann skoraði tvey tey fyrstu málini. Hjá EB/Streymi stendur ikki so væl til við fólki, og tað kemur illa við, tí talan er um lyklaspælarar
stórur munur á javnleiki og teprum sigri, bera stigaposarnir hjá B68 og KÍ boð um. Hjá báðum feløgunum er málmunurin 4?2, og í báðum førum er úrtøkan sjey stig ? tveir 1?0 sigrar og ein 2?2 javnleikur. Í [...] verið rættuliga tepurt, men tað hevur koppað teimum til fyrimunar. KÍ og B68 hittast í Klaksvík í morgin. Tað hevur altíð verið sagt, og hagtølini undirstrika veruleikan í tí, at tað oftast roynist betur [...] verið javnt, og seks ferðir eru gestirnir farnir avstað við sigrinum. KÍ hevur vunnið tvær ferðir á útivølli, men á heimavølli megnaðu teir akkurát javnleik ímóti VB. GÍ hevur vunnið, tapt og spælt javnt
verið við í so nógvum innanhýsis uppgerðum. Og tað er sjáldsamt, at tær, sum hava verið, eru endaðar við javnleiki. Her verður hugsað um GÍ?NSÍ 1?1, NSÍ?HB 2?2 og KÍ?B68 0?0. Komandi vikan verður friðarlig [...] FS Vágum. Í hinum trimum dystnum verður annað liðið topplið og hitt eitt av lægru staddu á talvuni: Skála?KÍ, NSÍ?B68, HB?EB/Streymur, GÍ?VB og FS Vágar?B36. Hóast B36 hevur fingið nógv vánaligari úrtøku [...] eru vunnir á útivølli, og tað hevur átta ferðir verið javnleikur. Ofta hevur verið sagt, at tað altíð er torført at spæla á útivølli ímóti KÍ. Úrslitini higartil benda ikki á, at KÍ er betri fyri á heimavølli
satsa upp á. Tað heldur føroyski landsliðsvenjarin hann vera, og enn hevur Jákup so ikki svikið álitið. Hevði sum so ikki tað stóra at gera, og málini fekk hann ikki gjørt nakað við, men tók annars tað, sum [...] á vinstra bakki, og yvir høvur tykist tað ganga framá hjá honum á plássinum. Kropsliga tykist hann nú eisini vera komin somikið væl fyri seg, at hann ikki smæðist burtur í nærdystum, og fótbóltsliga er [...] megna at spæla upp til alla mótstøðu, og er helst ivaleysa tryggur í sessinum til komandi dystin. 8. Rógvi Jacobsen, HB Hevði sum væntað fingið møguleikan í vinstru, og kropsliga sýndi hann eisini, at hann