Tað hevur skapt eitt sindur av ónøgd, at dystirnir í bestu mansdeildini hava verið kastaðir aftur og fram hesi bæði fyrstu umførini. Fyrst var tað dysturin ímillum GÍ og KÍ í fyrsta umfari. Hann skuldi upprunaliga verði leiktur ein dag undan øllum øðrum dystum, men hóast mótmæli frá báðum feløgum, so flutti FSF dystin.
Nú er tað so dysturin ímilum NSÍ og HB, sum er orsøk til ruðuleika. Upprunaliga var dysturin ásettur til mánadag, men tá bæði liðini hildu tað vera ov strævið at spæla mána- og hósdag, spurdu tey um loyvi at spæla dystin leygardag ístaðin.
Hetta varð játtað teimum, men brádliga komu boð um, at dysturin kortini skuldi spælast sunnudag.
Kappingarstjórin í FSF, Karl Vidtfeldt sigur, at tað sjálvandi kann vera óheppið, at dystir soleiðis verða fluttir, og sjálvur hevur hann so ikki vilja skapt nakran illvilja við hesum.
- Fyrst og fremst, so er eitt formligt mistak farið fram, tí undirskriftin hjá dómaranum er ikki á skjalinum um dystarflyting, og tað eigur hon at vera. Hartil var sum so heldur eingin grundgeving fyri at flyta dystin, og tað plagar vanliga at vera kravt. Harnæst er at siga, at nøkur mistøk eru farin fram í avgreiðsluni av málinum. Ikki minst tað, at eg ikki visti av, at feløgini høvdu fingið játtan um at flyta dystin, áðrenn eg gav boð um at spæla sunnudag, men tað hevði so sínar orsøkir, sum annars eru óviðkomandi.
- Hartil skal tó eisini sigast, at á fundi við feløgini var semja um, at so vítt gjørligt áttu fleiri eysturoyardystir ikki at verða spældir sama dag. Tað var hetta, sum eg hevði í huga, og har var eisini ein onnur umbøn um dystarflyting. Tað var Skála-B68, sum vildu spæla stevnudyst leygardagin, og tann umbønin var komin áðrenn tann hjá NSÍ og HB. Dysturin er tó framvegis skumpaður ein dag fram í mun til upprunaligu skipanina, og eg kunnaði báðar partar, áðrenn avgerðin varð send víðari, so eg haldi ikki, at málið skal verða orsøk til so øgiliga øsing sigur Karl Vidtfeldt at enda.
Um dystin er annars at siga, at báðir partar eru á leið so væl fyri, sum tilber. Hjá NSÍ verður sagt, at har eru allir mans tøkir, Kári Hansen og Gert Langgaard hava báðir verið skaddir, men teir hava so vant í vikuni, og roknast kann við, at teir í øllum førum eru við í hópinum.
Hjá HB eru Jan Dam, Kári Nielsen og Martin Christiansen allir langtíðarskaddir, men í aðrar mátar eru allir mans tøkir, og boðini úr Havn vóru í øllum førum, at nú skuldi tapið frá steypakappingini hevnast.










