Verjan stóð seg best

Tað var serliga skipanin av verjupartinum, sum eydnaðist væl hjá Føroyum leygardagin, har nýggju menninir spældu ein framúr góðan dyst saman við altíð stinna Jón Róa Jacobsen

Leikaraummæli

1. Jákup Mikkelse, Molde
Spælir í løtuni fyri at sannføra onnur enn Molde um, at hann er verdur at satsa upp á. Tað heldur føroyski landsliðsvenjarin hann vera, og enn hevur Jákup so ikki svikið álitið. Hevði sum so ikki tað stóra at gera, og málini fekk hann ikki gjørt nakað við, men tók annars tað, sum var skotið at honum. Ikki minst var bjargingin av púra leysa Sigurðsson týdningarmikil í fyrra hálvleiki.

2. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
Hevði fingið leiklutin á høgra bakki, har hann hevði til uppgávu at loysa Pól Thorsteinsson av. Ansaði sum vera væl man eftir skipanini av verjupartinum, har ein alla tíðina royndi at fylgja teimum ávísingum, sum givnar vóru. Eigur eisini rós uppiborið fyri hendan partin av spælinum, men fyri ein leikara við hansara evnum, hevði eisini verið ynskiligt, um hesi í størri mun eisini komu til sjóndar longur niðan eftir vøllinum.

3. Jóhannis Joensen, FS Vágar
Hevði fingið trupla leiklutin sum avloysari hjá Óla Johannesen, men sigast má, at hesin var loystur til UG. Gekk kanska nakað av tíð, áðrenn hann veruliga fall inn í spælið, men tá hetta so fyrst var gjørt, so steðgaði hann snøgt sagt ikki á aftur. Í so máta má næstan sigast, at tað er stórt spell fyri Jóhannis, at tað júst var hesa ferð, at hann skuldi vera so sannførandi á liðnum, tí júst hetta plássið er lítil ivi um, at Óli fær aftur.

4. Súni Olsen, GÍ
Hevði aftur hesa ferð fingið leiklut á vinstra bakki, og yvir høvur tykist tað ganga framá hjá honum á plássinum. Kropsliga tykist hann nú eisini vera komin somikið væl fyri seg, at hann ikki smæðist burtur í nærdystum, og fótbóltsliga er hann somikið væl fyri, at hann helst kann røkja flestu plássini á vøllinum. Hevði tó til tíðir trupulleikar í samskiftinum við Rógva Jacobsen uppi á miðvøllinum, men við bert tveimum dystum saman, fær hetta neyvan verið øðrvísi.

5. Jón Rói Jacobsen, Brøndby
Tað fær valla verið meira imponerandi enn tað sama hjá verjuálitinum hjá Føroyum. Hevur ferð eftir ferð roynst millum teir allar bestu á landsliðnum, og nú Óli Johannesen ikki var í verjuni, átók Jón Rói sær púra náttúrligt ein meira stýrandi leiklut. Er í nógvar mátar so framsíggin í spælinum, at honum als ikki nýtast at takla, tá bólturin skal takast, og hetta mátti sjálvt stóra stjørnan hjá íslendingum eisini sanna. At hann enn ikki hevur vunnið sær fast pláss í Brøndby-verjuni, sigur helst meira um styrkina hjá Brøndby, enn tað ger um evnini hjá Jón Róa.

6. Jann Ingi Petersen, B68
Var rættiliga óvæntað tikin inn á føroyska miðvøllin, tá fótbóltsevnini á hesum skuldu styrkjast, men tað var tó ikki so nógv, sum sást til hesi. Ikki minst tí stórur partur av fyrra hálvleiki varð nýttur at sparka langar bóltar niðan móti álopinum, og at føroyski miðvøllurin tí fyri tað koma at renna eftir returbóltum, heldur enn at spæla fótbólt. Var kanska komin nakað betri í spælið, tá útskiftingin kom, men hóast tað, so kann ikki sigast annað enn, at hon fall náttúrligt.

7. Fróði Benjaminse, B68
Hevði aftur hesa ferð leiklutin sum tann meira spælstýrandi av føroysku miðvallarunum, men eins og hjá Jann Inga, so var tó avmarkað, hvat hann fekk skapt. Kanska kundi tað verið ynskiligt, at hann í størri mun sýndi sínar serstøku dygdir at flyta seg í tóm øki at fáa bóltin, men hinvegin var langa sendingin oftani farin, áðrenn Fróði var komin so langt. Sýndi tó eisini í løtum, at hann telist millum teir fáu, sum fysiskt megna at spæla upp til alla mótstøðu, og er helst ivaleysa tryggur í sessinum til komandi dystin.

8. Rógvi Jacobsen, HB
Hevði sum væntað fingið møguleikan í vinstru, og kropsliga sýndi hann eisini, at hann er førur fyri hesum. Hevur kanska ikki altíð skjótleikan á fyrstu metrunum til at koma ígjøgnum í síðunum, men fekk til tíðir kortini verið við í parti av føroyska spælinum. Gav sær tó í løtum ov góðar stundir við bóltinum, soleiðis at avleveringsmøguleikarnir vóru tiptir, áðrenn nakað spurdist burturúr. Krýndi tó avrikið við einum deiligum máli, sum tíverri ikki var nóg mikið at tryggja okkum stig.

9. Jákup á Borg, B36
Var aftur hesa ferð maðurin, sum legði upp til føroyska málið, og bara tað í sjálvum sær rættvísgerð, at hann skal vera millum teir fyrstu ellivu. Hevur tó eisini nógvar aðrar dygdir, sum koma føroyska liðnum til góðar, tá spælið skal flytast niðan gjøgnum síðurnar, men trupulleikin var bara, at hetta nærum ongan tíð hendi leygardagin. Við langu sendingarnar niðan í álopið var hann náttúrligt prísgivin, og tí var hetta ein av dystunum, har Jákup var óvanliga lítið við í spælinum.

10. John Petersen, B36
Hevði óvanliga ringar fortreytir at arbeiða undir, og tað merkti eisini spæl hansara. Kanska kundi ein sakna, at hann í størri mun leitaði oman eftir vøllinum, men serliga í fyrra hálvleiki hevði hetta tó kanska bara verið spill av kreftum. Kom nakað betri við eftir steðgin, tá spælið var eitt sindur nærri jørðini, men kom ongan tíð fram til teir møguleikar, sum vónirnar vórðu settar eftir.

11. Andrew av Fløtum
Hevði eins og álopsfelagin ring arbeiðslíkindi. Var kanska í enn størri mun raktur av hesum, tí hann náttúrligt mátti halda sær longri uppi á vøllinum. Gula kortið, sum hann fekk gav hartil við sær, at hann ikki verður við í stórdystinum mikudagin, so alt í alt var hetta ikki ein dystur, sum fer at teljast millum teir bestu hjá Andrew. Men sum sagt, so vóru fortreytirnar fyri hesum heldur ikki til staðar.

12. Julian Johnsson, B36
Var sera óvænta settur uttan fyri í dystinum, sum skuldi vera hansara stóra jubileum á landsliðnum, men fekk tó eitt sindur av eini uppreisn, tá hann varð settur inn. Ikki bara tí hann var partur í uppspælinum til føroyska málið, men eisini tí tað tóktist koma meira ferð á, tá hann kom inn. Ikki minst viðvirkaðu djúpu renningar hansara til, at íslendska organisatiónin partvíst varð brotin, og fysiskt er hann somikið væl fyri, at sjálvt ikki stóru íslendingarnir stóðu honum kurl, tá rennast skuldi langt eftir bóltinum.

14. Hjalgrím Elttør, KÍ
Fekk seinstu 25 minuttirnar á vøllinum fyri Andrew av Fløtum, og sýndi her, at hann væl kann vera eitt alternativ til álopssessirnar. Arbeiðssamur sum altíð var hann við í nógvum av tí lítla, sum gekk fyri seg á íslendsku hálvuni, og ta einu ferðina var eisini um reppi, at hann slapp leysur, men íslendska verjan var tó ov tung at rista av sær.