Tvey mál bera seks stig við sær

Fyrimunurin at spæla á heimavølli tykist ikki so stórur, sum hann áður hevur verið sagdur at vera, og hjá VB hevur eykatíðin higartil kostað tvey brotsspørk og trý stig

3. UMFAR SAMANUM

Síðani útlutingin av stigum í 1995 varð broytt, soleiðis at trý stig vórðu latin fyri at vinna í staðin fyri tvey, hevur tað kostað nógv at spæla javnt.
Higartil eru sekstan dystir spældir. Í fimm førum hevur verið javnleikur. NSÍ hevur tvær ferðir verið partur í javnleikum, og tað hevur VB eisini. Í morgin hittast júst hesi bæði feløgini. So er spurningurin, um tað enn eina ferð verður javnleikur. Tað verður hvørgin parturin nøgdur við.
At tað er stórur munur á javnleiki og teprum sigri, bera stigaposarnir hjá B68 og KÍ boð um. Hjá báðum feløgunum er málmunurin 4?2, og í báðum førum er úrtøkan sjey stig ? tveir 1?0 sigrar og ein 2?2 javnleikur. Í øllum dystunum, sum hesi bæði feløgini hava verið annar parturin av, hevur tað verið rættuliga tepurt, men tað hevur koppað teimum til fyrimunar. KÍ og B68 hittast í Klaksvík í morgin.
Tað hevur altíð verið sagt, og hagtølini undirstrika veruleikan í tí, at tað oftast roynist betur á heimavølli, enn tað ger á útivølli. Úrslitini í teimum sekstan dystunum higartil tosa ikki hetta málið. Fimm ferðir hevur heimaliðið vunnið, fimm ferðir hevur tað verið javnt, og seks ferðir eru gestirnir farnir avstað við sigrinum.
KÍ hevur vunnið tvær ferðir á útivølli, men á heimavølli megnaðu teir akkurát javnleik ímóti VB. GÍ hevur vunnið, tapt og spælt javnt á heimavølli, og á útivølli vunnu teir tepurt á FSV, sum hesa ferð vann tepurt í Vági, har tað sjáldan kemur fyri, at nakar fær fult ímóti VB. Men tað gjørdi tað hesa ferð. Fyri aðru ferð í tríggjar dagar misti VB í yvirtíðini, tí brotsspark varð dømt ímóti teimum. Í Klaksvík mistu teir tvey stig, og ímóti FSV mistu teir eitt. Um talan ikki hevði verið um eykatíð, men bara tvær ferðir 45 minuttir og einki afturat, so hevði VB havt fimm og ikki tvey stig!

Hava ikki skorað enn
HB hevur vunnið sannførandi á heimavølli ímóti FSV og Skála. Javnleikurin í Runavik boðaði frá, at HB er væl fyri. Í morgin fara teir fyri triðju ferð at spæla á heimavølli, og tá kann roknast við, at mótstøðan frá GÍ verður størri, enn hon higartil hevur verið í Gundadali.
B36 er ikki væl fyri. Í aðrari grein verður tann veruleikin viðgjørdur. Her skal salt ikki streiðast í sárið. Men tað er ein veruleiki, at B36 í trimum dystum ella 270 minuttum pluss eykatíðini ikki hevur megnað at skora mál. Málmunurin hjá teimum er 1?4, og miðverjin hjá EB/Streymi, Andrzej Pacek, syrgdi fyri B36 málinum í Gundadali.
Skála er aftast. Teir eru einasta felagið, sum einki stig hevur fingið. Tað varð roknað við undan kappingarbyrjan, at tað fór at verða torført hjá Skála. Hóast spælið hevur verið á góðari leið, so hevur Skála framvegis til góða at skjóta mál. Málmunurin er 1?8. Bartal Eliasen hjá GÍ skoraði fyri teir næstsíðsta mikukvøld. Mánakvøldið fær Skála vitjan av B36. Tað verður rættuliga áhugavert og kanska eisini spennandi. Við úrslitunum higartil í huga er sannlíkt, at tað ikki fara at vera nógv mál. Men tað er stórur munur á 1?0 og 0?0. Tað er staðfest omanfyri.