Bro, bro brille, klokken ringer elleve. Frá barnaárunum komast øll við spælið, har endamálið er at komast undan svørtu grýtini so leingi, sum tað bar til. Nakað soleiðis kendist tað í Gøtu sunnudagin. Tað ráddi um at sleppa undan óynsktu støðuni, sum var tann, at mótstøðuliðið vann atgongumerkini til steypafinaluna.
Hóast líkindini tíðliga seinnapartin vóru so mikið vánalig, at tað tóktist rættuliga ivasamt, um tað yvirhøvur var spælandi, so sóu trúføstu viðhaldsfólkini, sum treiskaðust ímóti bæði bensintroti og veðri, framúr seinnu hálvfinalu.
NSÍ var tvær ferðir í finaluni, og alt endaði við, at GÍ, sum í útgangsstøðuni var omaná, tí teir høvdu skorað á útivølli, aftur hevði vunnið atgongumerkini til ólavsøkufinaluna.
Avgerandi málið til 3?2 fekk heimaliðið, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Málskjútti var miðverjin Bartal Eliasen. Eftir at NSÍ í 73. minutti hevði javnað til 2?2 og harvið hevði fyrimunin av útivallarmálum, legði heimaliðið, sum hevði lotið undan, gestamálið undir trýst. Jens Martin Knudsen stórbjargaði fleiri ferðir, og Bartal skoraði, eftir at GÍ tvær ferðir upp í slag hevði sent hornaspørk innfyri. Seinnu ferðina varð bólturin beindur burtur, men GÍ smekkaði innfyri aftur, og so stóð miðverjin á rætta staðnum.
Heimafagnaðurin yvir 3?2 málið var sjálvandi sera stórur. Men tað stóð nógv á síðstu løtuna. NSÍ tveitti allar bindingar fyri borð. Teir lupu á við øllum arsenalinum, og tað var fleiri ferðir um reppið, at teir fingu bóltin inn um Jacek Przybylski, sum bjargaði og hálvbjargaði ferð eftir ferð. Fyri hann og liðfelagarnar á vøllinum og viðhaldsfólkini í lívdini undir hálvtakinum kom síðsta bríkslið sera væl við.
Báðir partar á kambinum og í dalinum
NSÍ hevði lotið undan í fyrra umfarinum. Í kvirlunum var vindurin so nógvur, at tað ikki var spælandi, men inn ímillum var tað ikki so galið. Veðrið var høvuðsorsøkin til, at tað ikki var so nógv av samanhangandi spæli fyrstu stóru løtuna.
NSÍ legði seg á odda og harvið á finalukós, tá eitt korter var farið. Jónstein Petersen fór um koll í brotsteiginum, dómarin peikaði á ellivu metra blettin, og Brynjolvur Nielsen vísti enn eina ferð, hvussu tryggur hann er, tá ið hann stendur andlit til andlit við málverjan.
Sammett við landskappingardystin ímóti KÍ var GÍ styrkt á miðvøllinum, har Gidek var komin afturíaftur. Nógv av heimaspælinum gekk út uppá at raka Popczynski. Messias hekk uppi í honum, men onkra ferðina dragnaði eitt sindur. Eitt nú í 32. minutti, tá tað eydnaðist leikandi venjaranum at draga seg leysan og senda framvið Jens Martini Knudsen og dygst innanfyri stólparótina.
Tá seinna umfarið var fimm minuttir gamalt, tóktist tað sum um NSÍ fekk mønustingin. Ein av nýggju monnunum, Símun Louis Jacobsen, sneiddi seg leysan miðskeiðis á NSÍ helvtini og við dómadagsskoti undan vindinum var Jens Martin Knudsen prísgivin.
Leiðslumálið til heimaliðið hevði við sær, at allar taktiskar bindingar vórðu tveittar fyri borð. Lotið var mest sum dottið burtur, og síðsta stóra hálva tíman vóru áskoðararnir vitni til ferð, intensitet og harvið undirhald, sum var fleiri flokkar omanfyri tað, áskoðararnir til landskappingardystirnar í Runavík og Gøtu Dýra biðjudag høvdu sæð.
Tá ið Sjúrður Jacobsen eitt stórt korter undan leikloki javnaði til 2?2 og aftur sendi NSÍ á finalukós, var málið so vakurt, at tað hjá uttanfyri standandi kendist sum verdugt punktum fyri dramaið. Úr stórari fjarstøðu ? og við lotinum ímóti! ? valdi Sjúrður at smekka til, bólturin brast í tvørtræið og niður í graslíkið, og fagnaðurin millum gestirnar kendist sum sigursrákið. Men so spenti Gí seg uppaftur meiri út, Bartal skoraði, og hóast NSÍ síðstu løtuna gav alt og eitt sindur afturat, so noyddust teir at ásanna, at uppi á landi verður ólavsøkan í ár ikki gul og svørt, sum hon var í fjør. Tað verða teir bláu og gulu, sum á hesum sinni skulu verja æruna hjá Eysturoy ímóti høvuðsstaðnum.
Seinna hálvfinala
GÍ?NSÍ 3?2 (1?1)
0?1: Brynjolvur Nielsen 15.
1?1: Krzystof Popczynski 32.
2?1: Símun Louis Jacobsen 50.
2?2: Sjúrður Jacobsen 73.
3?2: Bartal Eliasen 81.
GÍ samanlagdur vinnari við málmuninum 4?3
GÍ: Jacek Przybylski ? Poul Andrias Jacobsen, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Høgni Madsen, Símun Louis Jacobsen, Zdzislaw Janik, Bárður á Lakjuni ? Símun Samuelsen, Krzystof Popczynski
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen ? Jústines Hansen, Ian Højgaard, Rúni Rasmussen, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen