Próvtøkan verður í vikuskiftinum

Tað tykist vera rættuliga opin spurningur, hvussu miðverjan og vinsta verjuborð skulu mannast, tá ið Føroyar um tvær vikur skulu spæla í Íslandi og so á heimavølli ímóti Týsklandi

LANDSLIÐIÐ

Annað umfar í landskappingini er á skránni hetta vikuskiftið. Umframt spenningin, sum altíð er tengdur at, hvussu tað fer at laga seg við málum og stigum og harvið, hvussu stigatalvan fer at síggja út sunnukvøldið, so er serligur spenningur hesa ferð knýttur at uppgerðunum.
Sambært Jógvani Martin Olsen so er ætlanin, at teir, sum skulu við landsliðnum til Íslands annan mikudag, spæla í Reykjavík 7. juni og á heimavølli ímóti Týsklandi mikudagin 11. juni, skulu úttakast mánadagin.
Henrik Larsen, landsliðsvenjari, verður í flogfarinum í morgin, og hann fær fleiri møguleikar at sýna spælararnar í vikuskiftinum. Skála og B68 spæla á Skála leygardagin klokkan 14, og NSÍ og HB spæla í Runavík klokkan 17 leygardagin. Sunnudagin eru tríggir dystir á skránni FS Vágar?GÍ, KÍ?VB og B36?EB/Streymur.
? Henrik fer at hyggja eftir einum dysti sunnudagin, og eg fari at hyggja eftir einum øðrum, sigur Jógvan Martin Olsen, sum saman við NSÍ ger burturav sær longu leygardagin.

Opin pláss
Tíbetur hevur tað nógvu tey seinastu árini verið soleiðis, at landsliðið hevur verið rættuliga støðugt mannað, og at útskiftingarnar hava verið fáar og eru komnar so við og við, og at tað oftast hevur verið rættuliga upplagt, hvørjir teir fyrstu ellivu hava skula verið. Hesa ferð er støðan øðrvísi.
? Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson eru leikbannaðir. Tað er spell, men tað hava vit vitað leingi. Tí verður neyðugt at finna nýggjan makkara til Jón Róa Jacobsen í miðverjuni, og tað er kanska eitt sindur ivasamt við vinstra verjuborði eisini, sigur Jógvan Martin Olsen.
Jógvan Martin útgreinar ikki meiri. Men hjá honum og venjaranum er spurningurin, um Súni Olsen verður nóg væl fyri at spæla í vinstru síðu, og um Hans Fróði Hansen er upplagda valið til miðverjuplássið.
Landsliðsvenjararnir fylgja væl við. Teir vita, at Súni Olsen hevur verið so mikið skaddur, at hann ikki hevur verið førur fyri at spæla við GÍ síðsta mánaðin. Teir vita eisini, at Hans Fróði Hansen hevur verið burtur alla hesa vikuna, og tískil ikki hevur vant við B68, síðani teir Dýra biðjudag vóru á Mølini á Eiði.
Tað má roknast við, at tað fyrst og fremst eru hesir báðir spælararnir, sum so at siga skulu í røntguna í vikuskiftinum. Hans Fróði Hansen skal á Skála tíðliga seinnapartin í morgin prógva, at hann er nóg væl fyri at stríðast við íslendsku kempurnar, og Súni Olsen skal í Vágum í sunnudagin prógva, at hann er førur fyri at spæla, og at tað gongur rætta vegin. Mikukvøldið sást, at drúgva fráveran hevur kostað.

Eingi systkinabørn
Síðani Henrik Larsen gjørdist venjari, hevur tað verið nógv tosað um vinstru síðuna. Øssur Hansen úr B68 bar seg undan landsliðssessi, tá ið síðsta HM undankappingin var av. Systkinabarnið hjá honum, Jens Kristian Hansen, játtaði, eftir at landsliðsvenjarin hevði heitt á hann, at taka eitt tørn afturat. Men síðani tá hevur hann fyri tað mesta verið skaddur, og hann hevur spælt millum lítið og einki við B36 higartil í ár. Tað tykist vera útilokað, at Jens Kristian skal verða tøkur til EM undankappingardystirnar um tvær vikur.
Øssur Hansen gav eftir ferðina til Litava og Týsklands í oktober avboð, og hann hevur ikki síðani boðað frá, at hann aftur er tøkur. Um landsliðsvenjarin ? á sama hátt sum eftir dystin hjá B68 í Runavík í heyst ? fer at heita á Øssur Hansen um at spæla tveir dystir afturat, fæst at síggja eftir vikuskiftið.
Spurningurin er, hvørjir aðrir møguleikar venjarin hevur enn Hans Fróða Hansen og Súna Olsen til ávikavíst miðverjuplássið og vinstra verjuborð.
Boð upp á miðverjupláss kann vera Bartal Eliasen, sum hevur verið knassi í GÍ miðverjuni higartil í ár, men sum ikki hevur verið rættuliga í landsliðshitanum áður, og sum skal til Oyggjaleikirnar við flogbóltslandsliðnum. Eitt annað boð kann vera Allan Joensen, sum higartil í ár hevur verið á KÍ miðvøllinum, men sum ofta hevur verið miðverji.
Heðin á Lakjuni var á landsliðnum í fyrra dystinum ímóti Kasakstan. Hann hevur ofta verið vongverji í vinstru bæði hjá KÍ og B36, men á landsliðnum hevur hann fyri tað mesta verið framrættaður. Tað ber eisini til at ímynda sær, at um venjarin ikki heldur Súna Olsen vera nóg væl fyri, og um Øssur Hansen ikki verður neyðinnkallaður, at tað verður roynt t. d. at flyta Christian Høgna Jacobsen í vinstra borð. Ein annar møguleiki er, at Sjúrður Jacobsen, sum í fjør var eina ferð á landsliðnum, fær boð. Ein annar møguleiki, sum kanska er tann mest upplagdi, er, at Johan B. Hansen, sum spælir í Horsens, og sum ikki hevur verið á landsliðnum seinastu tvey árini, fer at fáa boð hesa ferð.
Ella verður onkur, sum ongantíð áður hevur verið á landsliðnum, úttikin hesa ferð. So kann hvør einstakur minna seg á, hvør er miðverji og vongverji í vinstru á hansara liði og harnæst sammeta hesar við aðrar miðverjar og vongverjar í føroysku kappingini.
Tað man vera langt síðani, at landsliðspróvtøkan hevur verið so áhugaverd, sum hon er hetta vikuskiftið.