Pacek burtur í átta vikur

Verjuálitið hjá EB/Streymi verður ikki førur fyri at spæla meiri undan summarsteðginum

UPPTAKT

Vit hava áður nevnt, at fyritreytirnar at gera nakað serligt burturúr næsta umfarinum eru vánaligar, nú tað er ein og eingin útgávudagur millum eitt umfar og so tað næsta. Nú skal tað ikki vera tað bera grenj, men vit staðfesta hetta eina ferð enn. Tíðin og verkfallið bera við sær, at umrøðan er rættuliga avmarkað.
Norðoyastevnudysturin verður millum KÍ og B68, sum bæði eru á aldukambinum. B68 hevur alt fólkið tókt. Hjá KÍ er Aleksander Djordjevic framvegis skaddur. Fríðin Ziskason var skaddur ímóti EB/Streymi. Teir rokna við, at hann verður við í morgin. Jan Andreasen var skaddur ímóti EB/Streymi og verður ikki við í morgin. Eyðun Klakstein var burturstaddur hósdagin, men hann er tøkur nú.
FSV fær á heimavølli vitjan av EB/Streymi. Okkum kunnugt er sama fókið tókt hjá FSV, sum í Vági var við til at vinna fyrsta sigurin í ár. Tá var Eyðfinn Fjalsbak við fyri fyrstu ferð, og tað var ikki eiti á. Hann skoraði tvey tey fyrstu málini. Hjá EB/Streymi stendur ikki so væl til við fólki, og tað kemur illa við, tí talan er um lyklaspælarar. Andrzej Pacek skuldi undir knívin hósdagin, og tann skurðviðgerðin segðist vera so mikið stór, at tað er ikki hugsningur um, at hann verður við EB/Streymi hesu megin summarsteðgin. Egil á Bø hevði trupulleikar við fótliðnum hósdagin, men teir vóna, at hann verður tøkur í Miðvági. Eyðfinn Joensen er eisini skaddur hjá EB/Streymi.
Hjá HB eru Eli Thorsteinsson (sjúkur) og Nicu Dogaru (knæið) ikki tøkir, men HB tykist hava nóg mikið at taka av. Í Gundadali vann GÍ í bólkaumfarinum í steypakappingini 1?0 á HB. Gidek var við aftur ímóti NSÍ, so gøtumenn fara í Gundadal við øllum tí fremsta arsenalinum.
VB hevur verið nógv plágað av leikbannum. Í morgin eru Predrag Zivkovic og Slobodan Madzer, sum vóru leikbannaðir ímóti FSV, tøkir aftur. NSÍ hevði Gert Langgaard á vøllinum síðstu tjúgu minuttirnar ímóti GÍ. Hann verður við í morgin. Kári Hansen hevur verið skaddur í fjúrtan dagar, og hann verður ikki við ímóti VB.
Á Skála er Alexandur Johansen, sum var leikbannaður ímóti HB, tøkur aftur. Iulian Floresco hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum,og hann er ivasamur til dystin ímóti B36, sum verður mánakvøldið. Hjá B36 er alt fólkið tókt. Men avrikið á Toftum vísti, at tað er alneyðugt við umskipingum og kanska manningarligum broytingum. Tróndur Vatnhamar, Fróði Clementsen, Niels Joensen og Kenneth Jacobsen eru evni til besta liðið, meðan Heini í Skorini framvegis er skaddur.