4. UMFAR SAMANUM
Tað kann ikki sigast annað, enn at støðutalvan er rættuliga sjáldsom. Eftir fýra tey fyrstu umførini eru helmingurin av liðunum oddalið. Málmunurin hjá teimum fimm er ymiskur. Men hann hevur størri týdning nú, enn hann fer at hava seinni. Orsøkin er tann, at reglan framvegis er galdandi, sum sigur, at innanhýsis uppgerðirnar telja fyrst, áðrenn málmunurin kemur upp á tal.
Tann helvtin av liðunum, sum eru oddalið, hava ikki enn verið við í so nógvum innanhýsis uppgerðum. Og tað er sjáldsamt, at tær, sum hava verið, eru endaðar við javnleiki. Her verður hugsað um GÍ?NSÍ 1?1, NSÍ?HB 2?2 og KÍ?B68 0?0.
Komandi vikan verður friðarlig, tá ið tað snýr seg um landskappingina. Landsliðið fer til Íslands í dag, og tað verður ikki fyrrenn eftir, at týskararnir um eina viku hava spælt, at eyguni aftur fara at verða snarað ímóti landskappingini. Tá verður ein toppdystur á skránni. Á Skálafjarðarstevnuni, sum fer at verða hildin, meðan teir fara at hava FM kappróður hinumegin fjørðin, skulu grannarnir av Toftum vitja í Runavík.
B36 skal spæla í Miðvági ímóti FS Vágum. Í hinum trimum dystnum verður annað liðið topplið og hitt eitt av lægru staddu á talvuni: Skála?KÍ, NSÍ?B68, HB?EB/Streymur, GÍ?VB og FS Vágar?B36.
Hóast B36 hevur fingið nógv vánaligari úrtøku fyrstu umførini, enn tað varð roknað við, so kunnu teir á ongan hátt metast at vera avskrivaðir. At tað hava verið so nógvir javnleikir hevur við sær, at einki lið hevur lagt seg avgerandi framum.
Skála tapti aftur mánakvøldið. Teir hava framvegis bara fingið málið, sum Bartal Eliasen skoraði fyri teir í Gøtu. Gongdin hjá Skála minnir um hana í fjør. Tá høvdu teir eftir sjey tey fyrstu umførini bara stigið, sum teir høvdu fingið í 1?1 javnleikinum á heimavølli ímóti B36. Hesa ferð skarst tað verri ímóti B36.
Eftir annað umfarið varð nevnt, at eingin í tí umfarinum hevði vunnið á heimavølli. Aftur hesa ferð vóru heimasigrarnir við undirlutan. NSÍ vann stórt á VB, sum hevur havt stórar trupulleikar higartil. B36 vann á Skála,og hinir tríggir dystirnir endaðu við javnleiki.
Av teimum 21 dystunum, sum higartil eru spældir, eru bara seks vunnir á heimavølli, sjey eru vunnir á útivølli, og tað hevur átta ferðir verið javnleikur. Ofta hevur verið sagt, at tað altíð er torført at spæla á útivølli ímóti KÍ. Úrslitini higartil benda ikki á, at KÍ er betri fyri á heimavølli, enn teir eru á útivølli. KÍ hevur spælt javnt í tveimum royndum á heimavølli, meðan teir hava vunnið tveir útidystir.