Eftir langa upphiting í bólkaumfarinum í steypakappingini var í vikuskiftinum av álvara ferð sett á fótbóltsárið. Burtursæð frá rimmar hálvfinaluni í Gøtu, so vóru leikligu avrikini einki at reypa hurrá fyri. Í øllum fimm landskappingardystunum varð tað sparkað meiri, enn tað var spælt. Á Eiði og í Gundadali vórðu fýra mál skorað, meðan samlaða talið í hinum trimum dystunum var trý. Í fleiri førum stóðust málini av mistøkum í verjuni, heldur enn av snildum og væl upphugsaðum álopsspæli.
At leikdygdin ikki er góð, nú mai mánaði er meiri enn hálvrunnin, er vert at hugsa um. Tað hevur verið spælt og kappast í bólkaumfarinum í steypakappingini síðani 22. mars, men í nógv teimum flestu førunum tykjast spælararnir ikki enn at vera tunaðir til neyvt og ferðmikið spæl. Kappingin um Løgmanssteypið hevur altso ikki hvest fótbóltsspælið nóg nógv, og tað eigur at vera tilfar til sodningar.
Nú var talan í vikuskiftinum um fyrsta umfarið, og nógv kann fáast í rættlag næstu vikurnar. Men tað er eisini neyðugt, tí tað standa stórar avbjóðingar fyri framman. Tað eru átjan dagar, inntil landsliðið skal royna seg í Reykjavík, og Týsklands vitjanin er bara 22 dagar burtur.
Ólavsøkufinalan
Í steypakappingini gjørdist tað sunnudagin greitt, at B36 og GÍ skulu spæla steypafinalu á ólavsøku. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at hesi bæði feløgini sama ár hava spælt seg í finaluna. Felags fyri bæði B36 og GÍ er, at tey eiga hvør sín lut í Løgmanssteypinum, sum tað hevur verið spælt um síðani í 1999. Tað liðið, sum fer at enda omaná ólavsøkudag, verður tað fyrsta, sum fer at eiga tveir lutir í steypinum, sum tað skal spælast um til og við 2008 ? um ikki okkurt felag longu frammanundan hevur vunnið tað til ognar. Higartil hevur lítið bent á, at tað skal laga seg soleiðis.
GÍ var annar parturin av sonnum steypadrama í Gøtu, meðan B36 eyðmýkti KÍ. Hesir báðir dystirnir eiga at verða tiknir við, tá ið fyrsta umfarið í landskappingini verður vigað við tí fyri eyga at meta um, hvussu tey tíggju í bestu deildini eru fyri.
Tepurt hjá fleiri
GÍ avrikið sunnudagin vísti aðra síðu av gøtumonnum, enn tað, sum sást fríggjdagin. Tá vóru teir rættuliga máttleysir og tunnir. Í tí førinum vóru Gidek og Súni Olsen ikki við. Gidek var við sunnudagin, og tað hevði stóran týdning.
Serliga eftir eyðmýkingina í steypadystinum ímóti B36 munnu tey trý stigini, sum KÍ fekk í Gøtu fríggjadagin, kennast sum søtur biti. Klaksvíkingar kunnu ikki á nakran hátt bera í bøtuflaka fyri 7?1 heimatapinum. Men uppgerðin vísti, at á sama hátt sum hjá GÍ, so kemur tað sera illa við hjá KÍ, at lyklaspælarar eru burtur frá. Hesa ferð saknaðu teir Allan Joensen, Aleksander Djordjevic og í 2. hálvleiki Ova Nysted, og uttan teir leið KÍ skipbrot.
At allir fara at verða tøkir alla tíðina, inntil kappingarárið verður av síðst í september, er ov bjartskygd at rokna við. Tað tykist sum um, at tað bæði í KÍ og GÍ er so mikið tepurt við tilfari, at gongdin frameftir er treytað av, at lyklaspælararnir sleppa undan skaðum og leikbannum. Serliga gøtumenn hava í steypakappingini víst, at teir kunnu røkka langt, um teir hava allar teir bestu tøkar, og so skal avrikið fríggjadagin eisini síggjast í ljósinum av, at GÍ hevði hálvfinaluna tveir dagar seinni at hugsa um.
Líta á teir ungu
Tað er rættuliga ymiskt, hvussu venjarar takla støðuna, tá ið tað berst føstu monnunum frá. Undanfarin ár hevur aftur og aftur verið at sæð, at royndir spælarar, sum hava sett skógvarnar á hillina, verða gravaðir fram aftur, heldur enn at ungir spælarar hava fingið møguleikan.
Í vikuskiftinum var sjón fyri søgn, at fleiri venjarar hveppa seg ikki við at geva ungu monnunum møguleikan. Dømi um hetta eru GÍ og NSÍ venjarin, sum vístu ungum monnum álit. Tað man fara at loysa seg í longdini, sjálvt um tað kostar eitt sindur fram á leiðini. Í Klaksvík eigur tað at vera hugsunarvert, at liðið, sum eftir steðgin legði rygg til B36 eyðmýkingina, fyri ein stóran part var mannað við spælarum, sum eru farnir um besta fótbóltsaldurin.
VB oftast málleyst
Undan kappingarbyrjan hevur B36 verið roknað millum favorittarnar. Tað eru teir framvegis. Málleysur javnleikur í Vági er ikki so galið úrslit. Í fjør endaðu fimm dystir málleysir. VB var fýra ferðir annar parturin av 0?0 dystunum, og í trimum av førunum var hetta á Vágseiði. B36 tapti 2?1 í Vági í fjør, so hóast árstalsfelagið ikki er at finna millum teir fremstu á fyrstu støðutalvuni, so vísti vikuskiftið, at tað skal roknast við teimum.
HB gjørdi sítt í Gundadali ímóti FS Vágum, NSÍ sítt í Runavík ímóti Skála, og bæði EB/Streymur og B68 kunnu liva við javnleikinum á Mølini.
Skála hevur verið tippað sum mest upplagda boðið upp á niðurflyting. Í Runavík sást, at tað neyvan stendur so heilt illa til, sum tað kanska hevur verið róð framundir. Men spælihugurin og sjálvsálitið hjá skálamonnum restina av sumrinum man vera treytað av, at teir um ikki so langa tíð fáa okkurt stigið, og soleiðis er tað hja øllum hinum eisini.
Eiga at umhugsa skránna
Undan vikuskiftinum gjørdu GÍ og KÍ stóran vørr, tí teirra landskappingardystur varð fluttur frá hóskvøldinum og til fríggjadagin. Tað tóktist meiri vera mannagongdin enn sjálvt flytingin, sum teir ilskaðust inn á.
Men tað hevði kanska verið upp á sítt pláss, um leisturin við landskappingarumfari Dýra biðjudag og hálvfinalum tveir dagar seinni hevði verið tikin til nýggja viðgerð. At bara tveir dagar eru ímillum týdningarmiklar uppgerðir so tíðliga á árinum er púra óneyðugt.
Í skránni er lagt upp til, at fleiri landskappingardystir verða spældir mitt í viku. Tað er ein fín skipan, og tað hevði einki gjørt, um eitt umfar í landskappingini var Dýra biðjudag, og at hálvfinalurnar vóru t. d. týskvøld og mikukvøld. Tann broytingin hevði havt við sær, at spælararnir fingu longri hvíld millum dystirnar, og so hevði tað eisini dryppað av til bløðini, sum høvdu havt møguleika at fylgt betri við og spjatt fótbóltstifarið yvir fleiri útgávudagar.