pedagognæmingar, sum fara at átaka sær at ansa børnum, meðan foreldrini hyggja seg um. Ongum nýtist at ganga svangur á stevnuni. Pizzaria úr Runavík fer at vera á sjálvari stevnuni, umframt at cafeteria í høllini [...] verða millum annað klovnar, sum fara at undirhalda leygardagin, og Trøllapætur kemur at vitja sunnudagin. Eisini verður harmonikuspæl at hoyra, har fuglfirðingar fara at spæla. Sunnudagin verða vísusangarar [...] vísusangarar úr Klaksvík og kór úr Fuglafirði at hoyra á stevnuni. Eisini verða mótasýningar. Sýningarnar verða báðar dagarnar klokkan 16 og klokkan 20. Á seinnu sýningini báðar dagarnar verða millum annað undirklæði
Hvítanesi. Upplýsast kann, at fyrispurningar eru lagdir fyir landsstýrismannin í vinnumálum Bjarna Djurholm hesum viðvíkjandi, og er endamálið, at borgarin fær at vita, hvat víðari kemur at henda í nevndu málum [...] býráðsvalevni á lista A Tað er rætt, at undanfarnu landspolitikkarar ikki hava megnað til annað enn at skriva um henda trupulleika. Men núsitandi samgonga hevur sett sær fyri at loysa tann akutta tørvin hesum [...] málum. Generelt kann sigast, at tað altíð tekur rúma tíð at fáa slík arbeiðir í gongd á landsplani. Undirritaði fer annars at ynskja Terja Davidsen eitt gott val.
Endamálið við verkætlanini er, at foreldur ikki skulu noyða børnini at eta fisk, tí fiskur er heilsugóður. Dentur verður lagdur á, at børnini sjálvi skulu ynskja sær fisk til døgurða, tí teimum dámar fisk [...] nógvum førum siga, at teimum dáma ikki fisk. Royndirnar frá verkætlanini vísa, at børnum dáma væl fisk um tey fáa loyvi at vera við í matgerðini og avgera hvussu fiskurin verður tilgjørdur. »Eksportutvalget« [...] til átakið er, at matvanar yvirhøvur eru broyttir nógv síðan foreldrini vóru børn. Nýggir rættir m.a. pitsa og pasta, hava tikið pláss frá meira traditionellum fiskamati. Kanningar vísa, at børn í nógvum
sær, at loyvishavararnir sjávir eru mentir at gagnnýta hesi loyvi? ? Um loyvishavararnir ikki hava førleika til sjálvir at gagnnýta hesi loyvi, hvørji tiltøk hevur ? ella ætlar ? Fiskimálastýrið at seta [...] grundgeving hesar verða settar í verk. Herfyri kom fram, at tað ber til at vinna pening burturúr at eiga tunfiskaloyvi, hóast tú ikki eigur skip, við at leiga tunfiskaloyvið út. [...] seta í verk til tess at tryggja almenn áhugamál í hesum sambandi? ? Hvussu ætlar Fiskimálastýrið at umsita slík loyvi í framtíðini? Er ætlanin at broyta mannagongd, verður biðið um eina frágreiðing um ætlaðu
ymsastaðni. Men nú varð hildið, at stundin var tann rætta til at fara at byggja. Enn er góð tíð eftir til næsta val, og búskaparliga støðan er eisini góð. Í nýggju húsunum er ætlanin, at Fólkaflokkurin skal hava [...] møguleiki eisini vera fyri at gera sær ein bita. Húsini koma at líkjast einum vanligum sethúsum, men tey verða eitt sindur ørðvísi innrættað. Tað er ikki greitt, um Dagblaðið fer at halda til í nýggju húsunum [...] húsunum hjá Fólkaflokkinum. Flokkurin upplýsir, at kjallarahæddin fyribils kemur at standa tóm, men, at hon kann nýtast til, hvat tað skal vera.
afturat næstu fýra árini, og ístaðiin fyri at hækka almennu játtanina, ætlar stjórnin at fáa fleiri fólk at gjalda sjónvarpsgjald. Øll húski og virki í Danmark fara at fáa girokort sendandi, og hava tey ikki [...] undirskriva eina váttan umat so er. Mett verður, at eini 170.000 fleiri sjónvarpsgjøld eiga at verða goldin í Danmark. Í fjølmiðlasemjuni verður skotið upp, at TV2 fær fjórðu landsdekkandi útvarpsrásina. Hinar [...] fjølmiðlasemjuna fyri árini 2001-2004. DR er almenna danska sjónvarpið, og øll eiga at gjalda sjónvarpsgjald fyri at hyggja eftir teirra sendingum. Men tað eru tað ikki øll sum gera. Danmarks Radio hevur
ábendingar vera um, at danski forsætisráðharrin fór at verða at tosa við tá samráðingarnar halda fram. Óli Breckmann sigur, at Poul Nyrup Rasmussen sýntist at vera meira opin fyri at viðgera málið seriøst [...] tað vera sera áhugavert, at Jan Petersen í røðu sínar leygi upp til, at blokkstuðulin skal burtur, líkamikið um Føroyar fáa full-veldi ella ei. Hetta, heldur Óli Breckmann, eigur at minka um áhugan millum [...] Beckmann gjørdi tó greitt í stuttu samrøðu síni við Sosialin á middegi í gjár, at orðaskifið enn var komið so mikið stutt, at hann ikki kundi gera nakra serliga ítøkiligar viðmerkingar til orðaskiftið.
við, at aftaná fór politiið at gera serligt átak - at kanna bilar. Politiið kannaði 2.865 akfør um alt landið. Tey ferðandi søgdu frá, at væl átti at standa til, tí tey vistu jú av frammanundan, at politiið [...] fegið minna á, at ferðsla og trygd neyvan kunna skiljast at. Tað er ikki nóg mikið bert at kanna akfarið. Møgulig brek mugu rættast, líka mikið hvørji tey eru. Tað er eisini ódýrari bert at gjalda umvælingina [...] politiið fór at kanna bilar. Hjá øllum var tað ikki so, tí í 121 førum vóru ljósini ikki í lagi og í 101 førum var trygdarbeltið ikki nýtt. Samanlagt komu bøturnar uppá 40- 50.000 krónur. Politiið vil fegið
Skálafjall. Harafturat minnir hann á, at ein reyður SMS posi, sum eftir øllum at døma hevði stóran týdning í skipamálinum, brádliga hvarv, og heldur hann, at Jógvan Páll eigur at svara fyri hesum. Halgir Winther [...] Halgir Winther Poulsen sigur í hesum sambandi, at hóast málið koyrir ógvuliga seint, so er hann sannførdur um, at tað koyrir, og tí heldur hann seg einki hava at stúra fyri. Men Halgir Winher Poulsen undrast [...] vera sera løgi, at Jógvan Páll almet kærir sína neyð um, at hann framvegis er skuldsettur, tá tað júst var hann, sum byrjaði tað heila. Halgir Winther Poulsen greiðir í hesum sambandi frá, at tað var Jógvan
við sær, at vit úr Vágunum, í mun til tey í miðstaðarøkinum, ongan fyrimun hava av at studningurin hækkaði. Hetta kemur óivað eisini at føra við sær, at umstøðurnar hjá ungum her vesturi, at fara undir [...] miðstaðarøkinum, og at fleri av búskaparligum ávum, møguliga ikki fara at síggja seg føran fyri at fara á miðnáms-skúlar. Eisini er hetta beinleiðis í andsøgn til málsetningin hjá løgtinginum, um at betra umstøðurnar [...] útjaðaranum. tí nú kann í hvussu so er staðfestast at stórur munur er gjørdur ímillum lesandi úr miðstaðarøkinum og lesandi úr Vágum. Viðmerkjast kann at umstøðurnar hjá okkum úr Vágunum, ikki vóru tær bestu