Tórbjørn spyr um usiting av tunfiskaloyvum

Jørgen Niclasen skal mikudagin millum annað svara Tórbirni Jacobsen undir hvørjum treytum tunfiskaloyvi verða latin og um ymiskar treytir eru settar ymisku loyvishavarunum

Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skal mikudagin svara fráboðaðum munnligum spurnigi frá Tórbirni Jacobsen, tingmanni, um umsiting fiskimálastýrisins av tunfiksloyvum.

Fyrispurningurin er settur saman av fimm spurningum, og spyr Tórbjørn Jacobsen:

? Hvussu nógv tunfiskaloyvi eru givin. Nær og til hvønn?

? Undir hvørjum treytum eru tunfiskaloyvini latin? Og um ymsar treytir eru settar loyvishavarunum, verður biðið um eina nærri grundgeving fyri hesum.

? Í hvønn mun hevur Fiskimálastýrið tryggjað sær, at loyvishavararnir sjávir eru mentir at gagnnýta hesi loyvi?

? Um loyvishavararnir ikki hava førleika til sjálvir at gagnnýta hesi loyvi, hvørji tiltøk hevur ? ella ætlar ? Fiskimálastýrið at seta í verk til tess at tryggja almenn áhugamál í hesum sambandi?

? Hvussu ætlar Fiskimálastýrið at umsita slík loyvi í framtíðini? Er ætlanin at broyta mannagongd, verður biðið um eina frágreiðing um ætlaðu broytingarnar og við hvørjari grundgeving hesar verða settar í verk.

Herfyri kom fram, at tað ber til at vinna pening burturúr at eiga tunfiskaloyvi, hóast tú ikki eigur skip, við at leiga tunfiskaloyvið út.