Sama átak var seinasta ár, og tá var eisini lýst við, at aftaná fór politiið at gera serligt átak - at kanna bilar.
Politiið kannaði 2.865 akfør um alt landið. Tey ferðandi søgdu frá, at væl átti at standa til, tí tey vistu jú av frammanundan, at politiið fór at kanna bilar.
Hjá øllum var tað ikki so, tí í 121 førum vóru ljósini ikki í lagi og í 101 førum var trygdarbeltið ikki nýtt. Samanlagt komu bøturnar uppá 40- 50.000 krónur.
Politiið vil fegið minna á, at ferðsla og trygd neyvan kunna skiljast at. Tað er ikki nóg mikið bert at kanna akfarið. Møgulig brek mugu rættast, líka mikið hvørji tey eru. Tað er eisini ódýrari bert at gjalda umvælingina - og sleppa undan bótini.
Tær sokallaðu grein 13 kanningarnar hjá politinum byrja mánadagin 1. November 1999 og halda fram í 14 dagar.
Aftaná verða stakkanningar, men tá siga vit ikki frá frammanundan.
Uni Vestureið
politiinspektørur










