Jákup Suni Joensen
býráðsvalevni á lista A
Tað er rætt, at undanfarnu landspolitikkarar ikki hava megnað til annað enn at skriva um henda trupulleika.
Men núsitandi samgonga hevur sett sær fyri at loysa tann akutta tørvin hesum viðvíkjandi.
Í løgtingsfíggjarlóg fyri 2001 stendur soljóðandi:
Oyrareingir
Í 2000 vóru játtaðar kr. 400.000,- og er tað mesta av hesum nýtt til keyp av lendi. Ætlanin er, at 1,5 mió. kr., sum eru avsettar í 2001, skulu nýtast til umbygging av snaringini á Oyrareingjum og verður arbeiðið útboðið í 2001.
Og somuleiðis stendur í fíggjarlógini:
Trygdartiltøk, størri ábøtur.
2 bussteðgipláss í Kollafirði og gontutunnil á Hvítanesi.
Upplýsast kann, at fyrispurningar eru lagdir fyir landsstýrismannin í vinnumálum Bjarna Djurholm hesum viðvíkjandi, og er endamálið, at borgarin fær at vita, hvat víðari kemur at henda í nevndu málum.
Generelt kann sigast, at tað altíð tekur rúma tíð at fáa slík arbeiðir í gongd á landsplani.
Undirritaði fer annars at ynskja Terja Davidsen eitt gott val.










