Jólasølustevna á Kambsdali

Vikuskiftið 5. - 7. desember skipar GÍ fyri eini jólasølustevnu á Kambsdali.

GÍ hevur áður skipað fyri tílíkum stevnum, men tað eru nú fleiri ár síðani.

Nú tíðirnar eru vorðnar betur, halda tey í GÍ, at tíðin nú aftur er búgvin at skipa fyri eini tílíkari stevnu.

Sum vera man koma jólini at merkja sølustevnuna, og ætlanin er, at í staðin fyri at renna land og ríki runt eftir jólagávum, skal bera til at keypa allar á einum stað.

Á sølustevnuni verður eisini møguleiki hjá bilasølum at sýna fram tað nýggjasta, ið teir hava at bjóða.

Ætlanin er eisini at hava fjølbroytt undirhald - hvat tað verður, er enn ikki greitt, men arbeitt verður við at fáa okkurt útlendskt stórt navn hendanvegin, frætta vit úr Gøtu.

Heiti á sølustevnuni hjá GÍ er:

? Her fært tú gávuna til hana, hann og tey?!