Fólkaflokkurin byggir hús

Í gjár vórðu fyrstu lessini av gróti til undirstøði undir nýggju húsunum hjá Fólkaflokkinum lessað av uppi í Svanga í Havn

John Johannessen


Nýggju húsini hjá Fólkaflokkinum uppi í Svanga í Havn skulu vera 128 fermetrar til støddar í trimum hæddum, kjallarahædd, miðhædd og lofsthædd. Liðugt er at grava út og í gjár vórðu fyrstu lessini av gróti til undirstøðið koyrd niðan í Svanga.

Fólkaflokkurin hevur aldri átt nøkur felagshøli. Í staðin hevur hann leigað seg inn ymsastaðni. Men nú varð hildið, at stundin var tann rætta til at fara at byggja. Enn er góð tíð eftir til næsta val, og búskaparliga støðan er eisini góð.

Í nýggju húsunum er ætlanin, at Fólkaflokkurin skal hava sekretariat, fundarhøli, og síðani skal møguleiki eisini vera fyri at gera sær ein bita. Húsini koma at líkjast einum vanligum sethúsum, men tey verða eitt sindur ørðvísi innrættað.

Tað er ikki greitt, um Dagblaðið fer at halda til í nýggju húsunum hjá Fólkaflokkinum. Flokkurin upplýsir, at kjallarahæddin fyribils kemur at standa tóm, men, at hon kann nýtast til, hvat tað skal vera.