Børnum dáma væl fisk til døgurða

»Eksportutvalget for fisk« í Noregi ætlar at læra foreldur at matgera fisk til børn. Eksportutvalget hevur givið bøkur út við uppskriftum og setir verkætlanir í verk í skúlunum, soleiðis at foreldur og børn fáa hugskot til nýggjar og spennandi fiskarættir.

Endamálið við verkætlanini er, at foreldur ikki skulu noyða børnini at eta fisk, tí fiskur er heilsugóður. Dentur verður lagdur á, at børnini sjálvi skulu ynskja sær fisk til døgurða, tí teimum dámar fisk.

Orsøkin til átakið er, at matvanar yvirhøvur eru broyttir nógv síðan foreldrini vóru børn. Nýggir rættir m.a. pitsa og pasta, hava tikið pláss frá meira traditionellum fiskamati.

Kanningar vísa, at børn í nógvum førum siga, at teimum dáma ikki fisk. Royndirnar frá verkætlanini vísa, at børnum dáma væl fisk um tey fáa loyvi at vera við í matgerðini og avgera hvussu fiskurin verður tilgjørdur. »Eksportutvalget« vil tí geva foreldrum hugskot til at nýta fisk í nýggju matmentanini.

»Eksportutvalget« samarbeiðir eisini við skúlaverkið um at brúka nýggju fiskarættirnar í frálæruni í heimkunnleika. Eitt hefti er útgivið við uppskriftum til fiskaburgara, fiskapitsa o.l. fiskarættum og úrslit frá kanningum vísa, at børnunum dámar væl hesar nýggju fiskarættirnar, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.