Fara eftir teimum sum ikki gjalda

SJÓNVARP. Danska stjórnin ætlar at fara harðari fram móti teimum, sum ikki gjalda stjónvarpsgjald til Danmarks Radio

Hetta segði danski mentamálaráðharrin, Elsebeth Gerner Nielsen, tá stjórnin legði fram sokallaðu fjølmiðlasemjuna fyri árini 2001-2004.

DR er almenna danska sjónvarpið, og øll eiga at gjalda sjónvarpsgjald fyri at hyggja eftir teirra sendingum. Men tað eru tað ikki øll sum gera.

Danmarks Radio hevur brúk fyri 1,8 milliard krónum afturat næstu fýra árini, og ístaðiin fyri at hækka almennu játtanina, ætlar stjórnin at fáa fleiri fólk at gjalda sjónvarpsgjald.

Øll húski og virki í Danmark fara at fáa girokort sendandi, og hava tey ikki sjónvarp, skulu tey undirskriva eina váttan umat so er.

Mett verður, at eini 170.000 fleiri sjónvarpsgjøld eiga at verða goldin í Danmark.

Í fjølmiðlasemjuni verður skotið upp, at TV2 fær fjórðu landsdekkandi útvarpsrásina. Hinar tríggjar hevur Danmarks Radio undir hond, og tí verður einkarætturin hjá DR til at senda landsdekkandi útvarpsrásir brotin.

Fleiri hava ligið fram við eftir at fáa hesa rásina, millum annað Danmarks Radio og Berlingse Hus, men nú verður tað TV2, sum fer við henni.