Hendan príshækkingin førir við sær, at vit úr Vágunum, í mun til tey í miðstaðarøkinum, ongan fyrimun hava av at studningurin hækkaði. Hetta kemur óivað eisini at føra við sær, at umstøðurnar hjá ungum her vesturi, at fara undir hægri lesnað, verða munandi verri enn hjá ungum í miðstaðarøkinum, og at fleri av búskaparligum ávum, møguliga ikki fara at síggja seg føran fyri at fara á miðnáms-skúlar.
Eisini er hetta beinleiðis í andsøgn til málsetningin hjá løgtinginum, um at betra umstøðurnar hjá útjaðaranum. tí nú kann í hvussu so er staðfestast at stórur munur er gjørdur ímillum lesandi úr miðstaðarøkinum og lesandi úr Vágum.
Viðmerkjast kann at umstøðurnar hjá okkum úr Vágunum, ikki vóru tær bestu áðrenn, men nú eru tær hvaðna verri.
Vónandi verður hetta tikið til eftirtektar, tí hetta er ikki nakað sum bara viðvíkur vágafólki, men eisini lesandi aðrastaðnis úr landinum( tó ikki lesandi úr mistaðarøkinum!).
Sosialistiskt Ungmannafelag í Vágum v/Kristoffur Gaardlykke
Rúni Olsen,Ragnhild Olsen