Kyndlagongan, sum ætlandi skuldi verða á Sandi klokkan 20 í kvøld, er avlýst vegna veður, men annars verður nýggjárshaldið júst, sum áður ætlað. Klokkan 20.30 í kvøld verður tendrað í bálið niðan fyri
vánaligur norðan fyri og eystan fyri, men ivaleyst roynist betri vestanfyri. Í gjár vóru fýra bátar á Sandi við snellu. Soleiðis, sum In.fo hevur skilt, hevði besti báturin seks kør, sum man liggja um eini
tá fullur bilur av útróðrarfiski fór av Sandi og norður á marknaðin. Eisini úr Vágum og eitt nú úr Suðuroy frættist tá um góðan snelluútróður. Útróðrarbátar á Sandi og í Skopun hava eisini gjørt fleiri góðar [...] og soleiðis var eisiin í gjár, tá bátar vóru á útróðri við snellu. Av Sandi, haðani viðhefta mynd er tikin í gjárkvøldið, siga teir, at bátarnir, sum vóru á útróðri í gjár, høvdu stívliga 20 kør av útr [...] pund av snellufiski, og onkur hevð eini 2.500 pund. Teir flestu fingu væl av fiski, verður sagt av Sandi.
við snellufiski. Menn, sum vóru á bryggjuni á Sandi í gjárkvøldi, siga, at 27 kør vóru í Høj-bilinum, og tað merkir, at stívliga 16.000 pund av útróðrarfiski vóru á Sandi í gjár. Fiskurin verður koydur [...] snellubátar, sum rógva út av Sandi, nógvan fisk. Einir sjey bátar - bæði glastrevjabátar við dekki og opnir føroyskir bátar - vóru á snelluútróðri á várleiðunum. Sagt verður av Sandi, at bátarnir lógu úr umleið [...] snellufiski. Bátarnir vóru á várleiðunum vestan fyri. Fyri sandoyingar er tað so heppið, at Høj Flutningur hevur fasta koyring í Sandoynna og maðurin, sum koyrir bilin, býr á Sandi. Í gjárkvøldið fylti hann
eitt verkstað á Bornholm. Fyri tað mesta eru tað umvælingar og tíverri sera sjáldan nýbyggingar, sum vit fáast við, sigur Moses. Feðgarnir arbeiða tó ikki bert á Bornholm, men koyra runt á Sælandi og eisini [...] sigur 22 ára gamli Bornholmarin Moses Løvstad, sum síðstu vikurnar hevur verið í starvslæru heima á Sandi hjá bátasmiðinum Jóan Peturi Clementsen. Vit skiftu orð við hann, meðan hann gevur Jóan Peturi eina [...] lærurík, heldur hann jól á Bornholm. Men hvat nú um flúgvarin ikki flýgur? Tað man fara at ganga, sigur Moses við einum smíli og fortelur um ta ferðina hann og familjan hildu jól á einum flogvølli í Grønlandi
varð rættiliga væl nøgdur við tað, eg hoyrdi. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, kommunustýrislimur á Sandi. Kommunustýrislimirnir hava nú verið á kunnandi fundi við leiðsluna í felagnum, sum skal skipa fyri [...] lin og Sandsoyartunnilin. Páll á Reynatúgvu, sigur, at á fundinum fingu tey upplýst, at fyrireikingarnar til báðar tunlarnar ganga sum ætlað. - Tað er einki sum bendir á, at tíðarætlanin ikki fer at halda [...] henni verður farið at bora Eysyuroyartunnilin næsta ár og í 2018 verður sjøtul settur á at bora Sandoyartunnilin. Páll á Reynatúgvu, sigur, at tey fingu at vita frá stjóranum í tunlafelagnum, Teituri Samuelsen
Seianstu umførini hevur tó gingið framá, og tí var spenningurin stórur, tá liðini bæði hittust á Sandi um vikuskiftið. Tað vóru vertirnir, sum komu betri frá byrjan, tá Jónsvein Thomsen skeyt einasta [...] fyri steðgin. Í seinna hálvleiki tók ÍF alt meira yvir, og teir fingu eisini bæði javnað og lagt seg á odda við málum, sum Hanus Eliasen og Pauli Jarnskor skutu. Tað eydnaðist tó heimaliðnum at vinna sær
Kristiliga sangkórið syngur, undir leiðslu av Sámali Matras Kristiansen. Børn av Sandi syngja. Konfirmantar hava saman við lærara og sniðgeva gjørt altartalvu, sum verður avdúkað til høvið. Føroyska b [...] virksemi. Hetta er ein gudstænasta, har allar sóknirnar í prestagjaldinum eru við, og seta sín dám á. Vit hava verið millum 300-400 fólk til hesar gudstænastur. Bátur fer av Gomlurætt kl. 9.45. Gudstænastan
Næsta ár verður bíligari at vera sandingur. Tað er greitt nú kommunustýrið á Sandi hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Fíggjarætlanin varð samtykt í gjár, og í tí sambandi varð samtykt at lækka [...] kommunan at fyrireika seg til Sandoyartunnilin og tískil verður meiri orka brúkt til at skapa trivnað á Sandi, og at gera bygdina meiri sjónliga í búsetinga- og ferðavinnuhøpi, sum hann málber seg. Í fíggjarætlanini
Á seinasta bygdaráðsfundi heima á Sandi (myndin) var millum annað brúkaragjøldini í barnagarðinum komandi ár til viðgerð. Kommunustýrið samtykti, eftir tilmæli frá leiðaranum í barnagarðinum, at lækka [...] um mánaðin. - Kommunustýrið fegnast um at kunna veita barnafamiljum henda lættan, verður sagt av Sandi.